Fimti-hvør upplivir sálarlýðingina ótta, uppá okkurt tíðspunkt í lívinum.
Fimta-hvørt menniskja, ella 22% av øllum menniskjum – fáa uppá eitt tíðarskeið í lívinum ótta, sum er so útbreiddur, at tala er um sálarlýðing.
Hvat er ótti?
Ótti er ein óbehagilig kensla av, at vandi er á ferð, uttan at tað neyðvendivís er so í veruleikanum. Ofta følir man ótta uttan at kunna seta orð á, hví man er óttafullur.
Ræðsla er harafturímóti ein kensla man fær, tá vit kenna orsøkina fyri henni, og meta at tað reelt kann henda okkurt farligt. Tildømis um vit sita í bilinum hjá einum sjaføri sum koyrir alt ov skjótt og ansvarsleyst.
Tá fólk blíva bangin, spenna tey og fáa óróð í kroppinum, fáa hjartabankan v.m.
Tað er ein glíðandi yvirgangur ímillum ræðslu, nervøsitet og ótta.
Lágt sjálvsvirði kann verða ein stóðug rót til ótta:
Tá man er nervøsur, hevur man vanliga eina kenslu av ótryggleika, undirlutakenslu og ótta ella ræðslu fyri at man ikki megnar at liva upp til egnar væntanir, ella væntanirnar hjá øðrum. Man kann hava ein støðugan ótta fyri ikki at strekkja til.
Nógvur ótti ella nervøsitetur eru sálarlýðingar, ímeðan ræðsla um nakað ítøkjuligt er ein gagnlig reaktión, sum hevur sum funktión, at forða okkum í at koma til skaða. Altso ein sunn reaktión, sum er har, fyri at halda okkum á lívi.
Nær blívur óttin so til eina líðing?
Tað at stúra um okkurt innímillum, ella uppliva ótta einaferð innímillum er ikki ein líðing, hettar er ein náttúrligur partur av at verða menniskja. Óttin blívir fyrst til eina sálarlíðing, tá óttin blívur ein forðing fyri dagligum virkisføri. Til dømis um hann avmarkar okkum í dagligdegnum. Eru tað t.d. tá ið tað eru ting sum vit ikki megna at gera longur, hóast vit gjarna vildu, ella at óttin kanska er blivin so avlagandi at ein ikki torir at verða einsamallur, ella ímillum fólk, at man ikki torir at fara til handils, at fara út ella taka ein buss.
Greining av ótta
Fyrr vóru líðingar av ótta bólkaðar sum neurosur, men tað verða tær ikki longur. Í dag verður ótti greinaður í fylgjandi økir.
Agorafobi: Ótti fyri at verða á støðum við nógvum menniskjum, har man ikki kann sleppa til rýmingar, t.d. í einum bussi, eini køð í einum handli, til ein fyrilestur o.s.v.
Socialfobi: Ótti fyri at føla seg eygleiddan ella kritiseraðan. T.d. tá man ger okkurt, ella sigur okkurt í eini fjøld, Tað kann verða við eitt borð í einum føðingardegi; í pausu-rúminum á arbeiðsplássinum, ella tá ein skal møta nýggjum fólki, t.d. sínum nýggja maka.
Einkultfobiir: Ótti bundin at ávísum støðum, t.d. myrkri, hundum, elevatrum, tunlum, blóði, eiturkoppum ella slangum v.m.
Panik-ótti: Ótta herðindi sum eru so óúthaldilig, við sterkum kroppsligum og sálarligum eyðkennum.
Generaliseraður ótti: Viðvarandi ótti, har man er nervøsur, fær hjartabankan, blívur svimbul, sveittar, ristir og spennir í vøddunum.
Blandaður ótta-tunglyndis tilstandur: Ein blanding av ótta og tunglyndi í so høgan grad, at tað er tala um eina líðing, hóast, at man ikki hevur ein ótta tilstand ella tunglyndi.
Ótti kann eisini verða ein partur av øðrum sálarligum líðingum, t.d. tunglyndi og strongd.
Hvar kemur óttin frá?
Av tí at ótti og ræðsla eru neyðug í eini farligari støðu, so eru øll menniskjur útgjørd við meira ella minni ótta.
Sárbæri fyri at verða rakt av ótta líðingum er partvís viðføtt, men umhvørvið og rammurnar man veksur upp í, hava eisini nógv at týða. T.d. um man hevur havt grund til at føla seg ótryggan ella óttafullan.
Øll menniskju blíva útsett fyri ymiskum formum av stress. Antin sum daglig niðurløg, ella sum størri sálarlig brot. Um man oftari noyðist at verða uppá vakt og umhvørvið er ótrygt, eru fólk meira útsett fyri at blíva rakt av ótta sjúkdómum av tí stressinum vit møta ígjógnum lívið.
Tað er ymiskt sum týðir uppá, at fólk sum eru smæðin, afturhaldandi og hava eitt følsamt nervasystem, t.d. lætt fáa hjartabankan, ella sum lættliga fara at sveitta, rista á hendrunum og hava “nervøsan maga”, hava hægri líkindi fyri at koma at lýða av einum óttasjúkdómum enn onnur.
Ójavnt kynsbýti innan ótta
Ótti rakar oftari kvinnur enn menn. Einans Sosial-fobi, sum ofta byrjar í tannárunum, rakar baði kynini javnt. Við restini av ótta líðingunum, eru tað dupult so nógvar kvinnur sum verða raktar av ótta, sum menn.
Einkultfobiir byrja oftast ímeðan man er barn. Angorafobi, byrjar oftast í tannáringaárunum, og panikk-ótti og generaliseraður ótti byrja vanliga í vaksna lívinum.
Nógv fólk sum eru lýða av ótta, byrja at drekka fyri at doyva óttan. Her kann nevnast at um 20% av øllum teimum sum fara í viðgerð fyri missbrúk av alkoholi og øðrum doyvandi evnum, drekka fyri at linna óttan.
Útlit fyri at blíva frísk eftir ótta líðingar
Tað jaliga er tó, at um fólk søkir sær hjálp og viðgerð ímóti óttanum, eru góð útlit fyri at blíva heilt frísk, ella fáa tað betýðuligt betur. Sálarviðgerð er besta viðgerðin ímóti ótta, men summa tíðir er tørvur at kombinera viðgerðina við heilivági.
Hettar kann man sjálvur gera
Nógv sum líða av ótta, søkja sær ongantíð viðgerð. Hettar skyldast m.a. at tey ikki trúgva uppá at tað er nakað sum kann gerast við óttan. Ofta ímyndar man sær, at óttin er ein partur av eins persónligheit, og at tað ikki er nakað ein kann gera, fyri at broyta uppá tað, og sum man so má liva við, óansað kostnaðin. Summi halda, at tey sjálvi hava skyldina í teirra ótta, og at tað er ov vánaligt at tey ikki bara klára at taka seg saman.
Kortini eru tað sera góð úrslit við óttaviðgerð, og tí ein góð íløga at søkja sær hjálp ímóti ótta.
Um man byrjar at drekka, tí tað hjálpir ímóti ótta, so hevur man økta risiko fyri at koma út í alkohol misnýstlu. Tá er týdningarmikið at søkja sær hjálp, áðrenn ein orduliga kemur inn í eina ónda ringrás.
Annbjørg S. á Høvdanum
- Sálarfrøðingur
- Heimasíða: http://annbjorg.weebly.com/