So tað kann gott vera, at eg longu ímorgin gevist við at roykja ... or maybe not !!!
So hví skrivað "Fucking Champix" í talubobluna ..? Ja, tað skal eg so væl siga tær. Í dag føli eg kvalma og havi "luft" í maganum. Eg eri eisini byrjaður at stúra, at eisini eg kann blíva deprimeraður av taplettunum - tí eg havi tosað við mong onnur, sum eisini hava roynt Champix og eru summi av teimum blivin deprimeraði av taplettunum.
Um eg hevði spurt meg eitt sindur fyri áðrenn eg fór í holt við hesar taplettur, so ivist eg ávorliga um eg hevði farið í holt Champix kurin - men hinvegin so er tað kanska tað vert um eg veruliga leggji av við at roykja. Tí eg havi faktist ongantíð lagt av við roykja, síðan eg byrjaði sum gott 14 - 15 ára gamal. Og nú eri eg also 34 ára gamal.
Og sjálvt um ymiskir "normalir" bivirkningar eru av taplettunum, sosum: Høvupína, sovu-trupuleikar, kvalma og órógvan av dreymum - so eru meira ávorliga bivirkningar, sum ein krevur at vera varin við. Og her tosað vit also um:
Depressión, Angst og Hallucinatiónir, Tinnitus, Febur, Manglandi appetit osv., og hevur tú okkurt av hesum - so noyðist tú also at gevast við Champix kurinum sum skjótast.
So hvat so um havi eg eitt sindur av "luft" í maganum, droymi nakað nógv, humørsvingningar og eitt sindur av kvalma ..? Hatta er prísurin, sum eg má gjalda fyri at hava roykt í gott 20 ár - og so vil eg eisini enda við at siga, at sjálvt um sigarettin smakkar av Helviti til, so fari eg also nú ein túr út at roykja mær eina sigarett. Aufwiedersehen, tit !!!
JáH (y) 11.04.2014