![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/published/vaksina2021.jpg?1622175267)
537 fólk vórðu koppsett í gjár, mikudagin. 129 fólk fingu fyrra prikið og 408 fólk fingu tað seinna.
Tilsamans 30.719 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 20.450 fólk, tað svarar til 38,4 % av fólkatalinunum, hava fingið fyrru koppsetingina. 10.269 fólk, tað svarar til 19,3 % av fólkatalinunum, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Heilsumálaráðið