Heimið, sum verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum, verður eitt bú- og umlættingarheim umframt at hava eina virkniseind - skipað í býlingum.
Í sambandi við at fyrsta flagið varð loyst, varð skipað fyri einum hátíðarhaldi og landsstýriskvinnan helt røðu. Landsstýriskvinnan segði m.a.
Býlingurin er ein av teimum fyrstu av sínum slag, og fer bæði nøkta tørvin hjá teimum, ið eru sera illa fyri og hjá teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla. Góðar umstøður til fólk við autismu eru altavgerðandi fyri teirra trivnað sum heild, og tí gleðist eg um, at vit skjótt kunnu bjóða teimum bestu umstøður.
Lesið røðuna niðanfyri.
Góðan dag og vælkomin øll somul!
Hetta er av sonnum ein stór løta í dag, nú eg fari at loysa fyrsta flagið til heimið til børn og ung við autismu.
Eg má siga, at eg eri fegin um, at vera í fremstu røð á hesum øki, tí flestu lond hava ikki enn bygt býlingar til fólk við autismu, tó at nakrir tílíkir bygningar eru at finna.
Flestu okkara, sum eru savnað her, vita, at heimið, sum bæði fer at hava bústaðir, umlætting og virkniseind til børn og ung við autismu, hevur eina drúgva søgu:
Tað var í 2014, at byrjað varð at tosa um at fara at byggja eitt heim til børn og ung við autismu í Havn.
Í 2015 varð ein bygginevnd sett at gera eina byggiskrá, og í desember 2017 varð so verklagslógin løgd fyri Løgtingið.
Hóast tað vísti seg seinni, at tað var neyðugt at umprosjektera verkætlanina, tí at hon bleiv ov dýr í fyrstu útbjóðing, haldi eg at endaliga úrslitið er sera gott, og vænti og vóni eg, at heimið fer at verða til stóra gleði og gagn hjá teimum, sum skulu húsast her.
Eitt samt Løgting samtykti at fara undir at fyrireika og byggja heimið.
Høvuðsráðgevin, KONTRAST, fekk til uppgávu at sniðgeva henda serstaka bygning, har nógv atlit eru at taka, og har vit skulu hugsa um serliga tørvin hjá teimum børnum, sum skulu vera her.
Heimið verður skapað sum ein býlingur í trimum eindum, sum allir samstundis eru í eini heild.
Býlingurin er grundaður á hugsjónina um at fevna og verja íbúgvarnar í einum virkisgrundaðum, tryggum og heimligum umhvørvi.
Ikki tykkum at siga, so er Høvuðsendamálið við býlinginum at skapa eitt umhvørvi, ið hóskar til børn og ung við autismu.
Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu fólk við autismu eru fyri:
Nøkur eru so sansaviðbrekin, at tey illa tola ljós og ljóð.
Onnur eru betri fyri og hava góðar møguleikar at menna seg sosialt og kropsliga við námsfrøðiligum venjingartilgongdum.
Í sokallaðu Virkniseindini skulu vera venjingar og aðrar menningartilgongdir.
Býlingurin skal sostatt bæði nøkta tørvin hjá teimum, ið eru sera illa fyri og hjá teimum, ið koma til umlætting, venjing og í frítíðarskúla.
Góðar umstøður til fólk við autismu eru altavgerðandi fyri teirra sálarheilsu, orkuró, miðsavnan og trivnað sum heild, og tí gleðist eg um, at vit skjótt kunnu bjóða teimum bestu umstøður.
Býlingurin, sum vit nú fara at grava út fyri, er, sum fyrr nevnt, ein av teimum fyrstu av sínum slag.
Fyrsta flagið til Heimið til børn og ung við autismu loyst
Seinastu árini hevur verið granskað í, hvussu vit best kunnu sniðgeva umhvørvið til fólk við autismu, og henda ætlan tekur støði í júst hesi gransking og hesari vitan.
Nú byggiverkætlanin rættiliga fer av bakkastokki, fari eg at nýta høvið at takka bygginevndini, KONTRAST og øllum undirveitarum.
Takk øll tit, sum við dugnasemi, innliti og royndum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at skapa henda serstaka bygning.
Sjey arbeiðstakarar fara at standa fyri byggingini. Tykkum verður ynskt blíðan byr við arbeiðinum, og eg hopi at tað fer tykkum gangast væl.
Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari teirri politisku skipanini fyri at vísa verkætlanini vælvild, eins og øllum teimum, sum hava havt ein virknan leiklut í at gera hesa verkætlan til veruleika.
Vón mín er, at hetta verður eitt gott heim hjá teimum fólkum, sum skulu búgva og vera her.
Vónandi fara tey, eins og teirra avvarðandi at kenna seg væl í Kvíggjartúni.
Við hesum orðum er løtan komin, har eg fari at loysa flagið.
Almannamálaráðið