Báðir tilburðir eru partur av kendari smittuketu.
706 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 298.641 kanningar.
768 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni eru 12 persónar smittaðir við koronu.
Heilsumálaráðið