NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Tænastur í støðugari menning

12/9/2019

0 Comments

 
Billede
Sum liður í arbeiðnum fyri at menna tænastuna og arbeiðsumstøðurnar á eldraøkinum, fingu starvsfólk hjá NBH í gjár undirvísing í, hvussu starvsfólk kunnu brúka flytilyftir, sum í næstum verða settar upp á Heiminum við Vágna, Sambýlinum á Heygnum og á Røktarheiminum.

Síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, hevur NBH raðfest tætt samstarv millum eitt nú leiðslu og starvsfólk. Ergoterapeutarnir hjá NBH hava í eina tíð víst á, at flytilyftir kunnu gera stóran mun, tá ið talan er um flytistøður, sum m.a. gerast smidligari fyri borgaran, umframt at starvsfólkini fáa nógv betri arbeiðsumstøður.

– Hetta er avgjørt eitt stig rætta vegin, tá hugsað verður um tænastuna til borgaran og arbeiðsumstøðurnar hjá okkara starvsfólkum. Í ár hevur stýrið raðfest pening soleiðis, at 16 kømur kunnu gerast klár til flytilyftir, og í komandi ári verður eisini peningur settur av til enn fleiri flytilyftir. Málið er, at vit framyvir fara at hava møguleika at knýta flytilyftir í allar búeindirnar hjá NBH, sigur Jógvan Skorheim, formaður í NBH.

Tað er danski veitarin Guldmann, ið hevur nógv ár á baki, sum er veitari av hesari tøkni. Til undirvísingina í gjár vístu teir m.a. á, at fyritøkan hevur gjørt eitt stórt kanningararbeiði, ið staðfestir høgt nøgdsemi millum bæði brúkarar og starvsfólk.

Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen, ergoterapeutar í NBH, sum saman við leiðsluni hava arbeitt við hesum átakinum siga, at nýggju flytilyftirnar hava nógvar møguleikar, sum gólvlyftin ikki hevur. Eitt nú kann nýggja flytilyftin eisini brúkast tá búfólk, sum eru songjarliggjandi, skulu hava venjing ella røkt. Malan Steinhólm og Olivia Mikkelsen fegnast alsamt um hesa menningina og eru stoltar av, at NBH raðfestir hetta høgt.

Tíðindaskriv á nbh.fo 11. september 2019

Her sæst fleiri myndir, klikk her: “Tænastur í støðugari menning”

SáH

0 Comments



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.