Fýra persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini, tá ið viðkomandi kom til landið.
Í gjár vórðu 614 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 172.978 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 519 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 503 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
Heilsumálaráðið