NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handa tilmæli

17/1/2022

0 Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari framløgu í Smæruni, har Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFSF) handaði Almannamálaráðnum nýtt tilmæli. Talan er um eitt arbeiði um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar.
Tað eru tær báðar Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í fólkaheilsuvísindi, og Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í avanseraðari, kliniskari, geriatriskari sjúkrarøkt, sum hava fyristaðið vísindaligu kanningina og skrivað tilmælið vegna FFSF.

Ætlanin var, at Óluva í Gong, forkvinna skuldi handa Sólviti Nolsøe, landsstýrismanni í Almannamálum tilmælið, men honum barst undan og í hansara stað var Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðum.

Framløgan varð stroymað og sæst HER

Niðanfyri er røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni, sum Eyðun Mohr Hansen bar fram á tiltakinum í Smæruni. 

Góðan dag, øll somul!

Í dag er ein stórur dagur, nú tilmælið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður handað. Spennandi var at fylgja framløguni við tilmælum hjá tykkum báðum Sunnuva á Lakjuni og Jónvør Christiansen. Tit hava báðar drúgvar leiðsluroyndir í eldrarøktini, og hava arbeitt vísindaliga við økinum, so tað er sjálvsagt at lata tykkum standa á odda fyri slíkum arbeiði.

Avbjóðingarnar á eldraøkinum eru stórar, og er tað væl kent. Tað er tí átrokandi, at vit sum samfelag endurskoða og um neyðugt nýhugsa bæði røkt og viðgerð av okkara eldri borgarum.

Tað hevur verið frammi, at hesar avbjóðingar vísa seg á fleiri mótum:

Bæði demografiskt, við trygd fyri dygd av tænastuni kring alt landið við tvørrandi starvsfólkaorku, yrkisførleika og fakligari menning í tí samansetta tørvinum hjá okkara eldru og í sjálvum hugburðinum til tey eldri Alt hetta má takast í álvara.

Tað var á nýggjárinum í 2015, at ábyrgdin av eldrarøktini og heimatænastuni varð løgd út til kommunurnar at umsita, og hesi árini hava givið okkum nýggjar royndir. Tað er tí  bæði gott og neyðugt, at ein slík eftirmeting sum hendan verður gjørd.

Beint fyri jól varð annað tilmæli latið um sama økið. Talan var um lógarásett arbeiði, har eftirmeting skuldi gerast av útleggingini av eldrarøktini. Bólkurin varð mannaður við fólki úr Almannamálaráðnum, Fíggjarmálararáðnum, Umhvørvis- og vinnumámaráðnum og Kommunufelagnum.

Her hevur  verið hugt eftir, um lógin og fíggjarsleisturin virkar eftir ætlan, og hvussu skipanin við samstarvsøkjum virkar. Mælt verður m.a. til at gera broytingar í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tað er nakað, sum landsstýrismaðurin ætlar at fara undir sum skjótast.

Starvsfólkatørvurin innan bæði røkt og námsfrøði er eyðsýndur, og tí er tað nú frá politiskari síðu sett fokus á hetta økið. Kannað verður í løtuni, hvussu vit tey komandi 10 árini fáa tryggjað starvsfólk til eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkið.

Hetta tilmælið, sum í dag verður handað, setir serligt sjóneykuna á leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, og er hetta ein vinkul, sum er bæði spennandi og avgjørt týdningarmikil. Tykkara fakligheit er, og fer altíð at vera, berandi innan eldrarøktina. Uttan hendan partin, vísa tilmælini ikki alla myndina av eini betraðari tilgongd til røkt og viðgerð av eldri fólki her á landi.
Eg gleði meg at sleppa at lesa tilfarið, og eri sannførdur um, at við hesum tilmæli, er enn eitt týðandi klípi lagt afturat, fyri at flyta eldraøkið fram á leið.

Takk fyri at eg varð boðin við til tiltakið og til at fáa handað tilmælið.

Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum, saman við øllum góðum samstarvspørtum, allarbestu eydnu í tí víðari arbeiðinum og blíðan byr.

Takk fyri!

Almannamálaráðið

0 Comments



Leave a Reply.

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    December 2023
    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.