Tann smittaði er komin til Føroya úr útlondum. Smittan varð staðfest við kanningini, tá ið viðkomandi kom til landið. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 532 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 174.579 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 520 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 503 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið