Arnhold Jensen nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2003. Hann arbeiddi sum lækni í donsku sjóverjuni í 2005 og 2006 og fekk serlækna góðkenning í almennum medisini í 2010. Hann hevur síðan januar í ár røkt avloysarastarv í Norðoya læknadømi, samstundis sum hann hevur verið í farloyvi frá kommunulæknastarvinum á Tvøroyri, ið hann tók við í 2012.
JáH (y) 25.10.2017
Kelda: Klaksvíkar Kommuna