NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Betri sjúklingatrygd við heilsufakligum eftirliti

24/6/2022

0 Comments

 
Picture
​Framyvir verður heilsufakligt eftirlit við skrásettum viðgerðarstøðum og -stovnum í Føroyum

Kunngerð fyri Føroyar um skráseting av, fráboðan um og eftirlit við almennum og privatum viðgerðarstøðum v.m. verður lýst í dag. Kunngerðin kemur í gildi fríggjadagin 1. juli 2022.

Talan er um eina danska kunngerð eisini kallað “tilsynsbekendtgørelsen”, sum er tillagað føroysk viðurskifti, og verður sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan.

Sambært kunngerðini skal Landslæknin halda eina skrá, har viðgerðarstøð skulu lata seg skráseta. Viðgerðarstøðini, sum eru fevnd av kunngerðini, eru privat, kommunal og landsviðgerðarstøð, har heilsustarvsfólk við løggilding starvast við sjúkustaðfesting, sjúkuviðgerð, føðihjálp, endurvenjing, heilsufakligari røkt umframt fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastum til einstakar sjúklingar.

Landslæknin kann, sambært kunngerðini, gera heilsufakligt eftirlit við viðgerðarstøðum og -stovnum. Á eftirlitisvitjanum kannar Landslæknin um heilsufakliga virksemið á viðkomandi stovni eru í lagi, t.d. viðvíkjandi heilivágshandfaring, skjalføring og mannagongdum. Við grundarlagi í einari ítøkiligari meting verða viðgerðarstøð og - stovnar útvald til eftirlit, har talan bæði er um eina váðameting av sjúklingatrygdini og tilvildarligum stakroyndum, sum verða gjørdar um landið.

Landslæknin arbeiðir í løtuni við at fyrireika seg til at fara á eftirlitisvitjan á føroyskum stovnum. Arbeitt verður við at gera eina skrá, har føroysk viðgerðarstøð og -stovnar skulu skráseta seg. Eisini verður ein ætlan gjørd um, hvørji viðgerðarstøð og -stovnar Landslæknin fyrst fer á eftirlitsvitjan hjá.

Viðgerðarstøð og -stovnar skulu rinda fyri eftirlit hjá Landslæknanum. Gjøldini eru ásett í kunngerðini.

Nærri kunning fæst við at lesa kunngerðina her, ella við at venda sær til Landslæknan á heimasíðuni: https://landslaeknin.stps.dk/fo/, á teldupost: foe@stps.dk ella á telefon 660400.

Heilsamálaráðið

Picture
0 Comments

​Hevur tú, sum hevði korona í januar, svarað spurnakanningini um sjúkueyðkenni?

17/2/2022

0 Comments

 
Picture
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ger í hesum døgum, saman við øðrum, eina spurnakanning um sjúkueyðkenni við Omikron fyribrigdinum. 

Øll tey, sum hava fingið staðfest korona frá 1. til 31. januar, hava fingið teldupost frá Landslæknanum við fyrispurningi um at luttaka í spurnakanningini. Tað tekur einans 3-5 min. at svara spurnablaðnum.
 
Íalt 4150 hava luttikið higartil, og tað eru vit sera takksom fyri. Men vit høvdu ynskt, at enn fleiri luttóku. So um tú ynskir at luttaka, men enn ikki hevur gjørt tað, so vilja vit heita á teg at fara inn at svara. Kanningin er opin til endan av februar mánaði.

Nærri kunning um kanningina fæst við at venda sær til Mariu Skaalum Petersen, maria@health.fo, tlf: 216695. 

Sjúkrahúsverk Føroya

0 Comments

​Nýggjar mannagongdir í sambandi við koronukanningar

1/2/2022

0 Comments

 
Picture
Herfyri legði landsstýrið fram ætlan, um hvussu Føroya fólk kann koma aftur til ein vanligan gerandisdag, har korona ikki fyllir alt. Ætlanin er í fleiri stigum, og ein av stóru broytingum er, at fólk frá í morgin, sum útgangsstøði skulu brúka skundkanningar, tá tey lata seg kanna fyri koronu.

Tað merkir eisini, at fólk ikki longur skulu bíleggja tíð til koronukanning, tá starvsfelagi ella ein floksfelagi, sum tey hava verið í sambandi við, er smittaður. Mælt verður til at brúka skundkanning í slíkum førum. Er skundkanningin positiv, ber til at bíleggja tíð til sonevnda PCR-kanning á korona.fo.

Fyri at bíleggja tíð til koronukanning á korona.fo er krav, at tú lýkur, í minsta lagi, eina av hesum treytum:

- Tú hevur sjúkueyðkenni

- Tú ert tøtt kontakt hjá einum smittaðum - tað vil siga í húski saman við smittaða, ella

- Tú hevur fingið positivt úrslit við skundkanning

Nýggju mannagongdirnar fyri koronukanningum koma í gildi í morgin, týsdagin 1. februar 2022.

Sjúkrahúsverkið

0 Comments

Tænastudepil skal byggjast á Viðareiði

31/1/2022

0 Comments

 
Picture
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur gjørt av, at tænastudepilin skal fevna um hølir til venjingar, heimatænastu og dagtilhald.

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarátaki í Auluni í skúlanum á Viðareiði hóskvøldið 3. februar kl. 19.00.

Eisini fer tað í næstum at bera til hjá fólkapensjónistum at venja í skúlanum á Viðareiði. Kunnað verður somuleiðis um hendan venjingarmøguleika og høvi verður at síggja venjingarumstøðurnar.

Skráin:
·       Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, bjóðar vælkomin
·       Marna E. Jensen, stjóri fyri NBH, og Svend Sivertsen, arkitektur frá FuglArk, kunna um tænastudepilin
·       Hedevig Matras, deildarleiðari fyri fysio- og ergoterapieindina hjá NBH, kunnar um venjingartilboðið
·       Margetha í Buð, limur í Eldraráðnum, hugleiðir
·       Olvheðin Jacobsen syngur
·       Katrin Næs, borgarstjóri i Hvannasundi, leiðir átakið

Allir fólkapensjónistar norðanfyri fjall eru vælkomnir.

Norðoya Bú- og Heimatænastan

0 Comments

​​518 tilburðir í gjár og 4171 smittað, 2 innløgd og 17 deyð við korona í Føroyum

23/1/2022

0 Comments

 
Picture
Í gjár vóru 518 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

2619 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4171 smittað, eingin er innlagdur vegna, tvey eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

0 Comments

616 tilburðir í gjár og nú eru 4061 smittað, 2 innløgd og 17 deyð við korona

22/1/2022

0 Comments

 
Picture
Í gjár vóru 616 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3888 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4061 smittað, eingin er innlagdur vegna, tvey eru innløgd við korona, og 17 eru deyð við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstrýri

0 Comments

533 tilburðir í gjár og nú eru 3859 smittað og 0 innløgd

21/1/2022

0 Comments

 
Picture
Í gjár vóru 533 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Øll tey smittaðu hava fingið boð.

3606 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 3859 smittað, eingin er innlagdur vegna ella við korona í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýri

0 Comments

Koppseta børnini mikudagin og leygardagin á Tjaldurs Apoteki

18/1/2022

0 Comments

 
Picture
Fleiri tíðir eru lagdar út til koppseting av børnum í aldrinum 5-11 ár. Koppsett verður bæði mikudagin og leygardagin hesa vikuna.

Til ber at bíleggja tíð á korona.fo. Minst til at velja Tjaldurs Apotek sum koppsetingarstað. Børnini í hesum aldurbólki verða ikki koppsett á hinum koppsetingarstøðunum.

Tað er Sjúkrahúsverkið, sum hevur ábyrgdina av koppsetingini av teimum 5-11 ára gomlu børnunum. Koppsetingin fer fram í samstarvi við Apoteksverkið og tað eru heilsufrøðingar, ið taka sær av sjálvari koppsetingini.

Lækni frá Sjúkrahúsverkinum verður eisini knýttur at koppsetingarstaðnum.

Sjúkrahúsverki

0 Comments

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar handa tilmæli

17/1/2022

0 Comments

 
Picture
Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari framløgu í Smæruni, har Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFSF) handaði Almannamálaráðnum nýtt tilmæli. Talan er um eitt arbeiði um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum við høvuðsdenti á eldraøkið og sjúkrarøktarfakligar førleikar.
Tað eru tær báðar Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingur og master í fólkaheilsuvísindi, og Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og master í avanseraðari, kliniskari, geriatriskari sjúkrarøkt, sum hava fyristaðið vísindaligu kanningina og skrivað tilmælið vegna FFSF.

Ætlanin var, at Óluva í Gong, forkvinna skuldi handa Sólviti Nolsøe, landsstýrismanni í Almannamálum tilmælið, men honum barst undan og í hansara stað var Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðum.

Framløgan varð stroymað og sæst HER

Niðanfyri er røðan hjá Sólvit E. Nolsø, landsstýrismanni, sum Eyðun Mohr Hansen bar fram á tiltakinum í Smæruni. 

Góðan dag, øll somul!

Í dag er ein stórur dagur, nú tilmælið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður handað. Spennandi var at fylgja framløguni við tilmælum hjá tykkum báðum Sunnuva á Lakjuni og Jónvør Christiansen. Tit hava báðar drúgvar leiðsluroyndir í eldrarøktini, og hava arbeitt vísindaliga við økinum, so tað er sjálvsagt at lata tykkum standa á odda fyri slíkum arbeiði.

Avbjóðingarnar á eldraøkinum eru stórar, og er tað væl kent. Tað er tí átrokandi, at vit sum samfelag endurskoða og um neyðugt nýhugsa bæði røkt og viðgerð av okkara eldri borgarum.

Tað hevur verið frammi, at hesar avbjóðingar vísa seg á fleiri mótum:

Bæði demografiskt, við trygd fyri dygd av tænastuni kring alt landið við tvørrandi starvsfólkaorku, yrkisførleika og fakligari menning í tí samansetta tørvinum hjá okkara eldru og í sjálvum hugburðinum til tey eldri Alt hetta má takast í álvara.

Tað var á nýggjárinum í 2015, at ábyrgdin av eldrarøktini og heimatænastuni varð løgd út til kommunurnar at umsita, og hesi árini hava givið okkum nýggjar royndir. Tað er tí  bæði gott og neyðugt, at ein slík eftirmeting sum hendan verður gjørd.

Beint fyri jól varð annað tilmæli latið um sama økið. Talan var um lógarásett arbeiði, har eftirmeting skuldi gerast av útleggingini av eldrarøktini. Bólkurin varð mannaður við fólki úr Almannamálaráðnum, Fíggjarmálararáðnum, Umhvørvis- og vinnumámaráðnum og Kommunufelagnum.

Her hevur  verið hugt eftir, um lógin og fíggjarsleisturin virkar eftir ætlan, og hvussu skipanin við samstarvsøkjum virkar. Mælt verður m.a. til at gera broytingar í lógini um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tað er nakað, sum landsstýrismaðurin ætlar at fara undir sum skjótast.

Starvsfólkatørvurin innan bæði røkt og námsfrøði er eyðsýndur, og tí er tað nú frá politiskari síðu sett fokus á hetta økið. Kannað verður í løtuni, hvussu vit tey komandi 10 árini fáa tryggjað starvsfólk til eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkið.

Hetta tilmælið, sum í dag verður handað, setir serligt sjóneykuna á leiklutin hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, og er hetta ein vinkul, sum er bæði spennandi og avgjørt týdningarmikil. Tykkara fakligheit er, og fer altíð at vera, berandi innan eldrarøktina. Uttan hendan partin, vísa tilmælini ikki alla myndina av eini betraðari tilgongd til røkt og viðgerð av eldri fólki her á landi.
Eg gleði meg at sleppa at lesa tilfarið, og eri sannførdur um, at við hesum tilmæli, er enn eitt týðandi klípi lagt afturat, fyri at flyta eldraøkið fram á leið.

Takk fyri at eg varð boðin við til tiltakið og til at fáa handað tilmælið.

Eg fari at enda at ynskja tykkum øllum, saman við øllum góðum samstarvspørtum, allarbestu eydnu í tí víðari arbeiðinum og blíðan byr.

Takk fyri!

Almannamálaráðið

0 Comments

Góð tíðindir: Brúka meira oliven olju og tú livur longri

13/1/2022

0 Comments

 
Picture
Ein kanning frá Harvard T.H. Chan skúlanum vísir, at brúkar man bara eitt sindur av oliven olju hvønn dag, umleið eina hálva spísiskeið, so livur enn nógv longri, tí tað fyribyrgir hjartasjúkum, krabbamein og alzheimers.

Eisini løgdu granskarnir til merkist at tey sum fingu sær oliven olju hvønn dag vóru meira aktiv, roykti minni og ótu meira frukt og grønsagir.

Ein týdningarmikil faktorur var eisini, at brúkti man oliven olju ístaðinfyri vanligt feitt, eitt nú margarine og vanligt smør, sum ikki er flótandi, so minkaði tað um deyliguheitina munandi.

Í kanningini luttóku 90.000 fólk og er kanningin gjørd frá 1990 og staðfest er, at fólkini í suðureuropa vóru tey sum brúkti mest av oliven olju í allari verðini.

SáH

0 Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    March 2019
    January 2019
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    February 2018
    October 2017
    March 2017
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    June 2014
    April 2014
    March 2014

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.