Vit eru nú eisini komin til seinastu adventssøguna. Hendan søgan minnir okkum enn einaferð á at vera góð við hvønn annan, so fitt søga 🥰
Søgan kann lesast her: "heit hjørtu í bítandi kulda"
Klaksvíkar Sjúkrahús
So eru vit komin til fjórða sunnudag í advent. Fýra dagar eru eftir til jólaaftan, veðrið er gott, kanska í so summarsligt í mun til árstíðina, men ordiliga gott. Vit eru nú eisini komin til seinastu adventssøguna. Hendan søgan minnir okkum enn einaferð á at vera góð við hvønn annan, so fitt søga 🥰 Søgan kann lesast her: "heit hjørtu í bítandi kulda" Klaksvíkar Sjúkrahús
0 Comments
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Í gjár vórðu 898 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 181.233 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 516 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 18 persónar smittaðir í løtuni. Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsumálaráðið Tveir smittutilburðir í gjárTveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Annar persónurin er útlendingur, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin býr í Føroyum. Í løtuni er óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í gjár vórðu 1198 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 180.335 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna Heilsumálaráðið Sjúkahúsverk Føroya boðar nú frá, hvørjar dagar kannað verður fyri koronu um jólini. Á Eystaru bryggju í Havn 20. desember kl. 14 - 16 21. desember kl. 17 - 19 22. desember kl. 20 - 22 23. desember kl. 17 - 19 24. desember kl. 10.30 - 12.30 25. desember kl. 8.30 - 10.00 26. desember kl. 11.30 - 13.30 28. desember kl. 17 - 19 29. desember kl. 20 - 22 30. desember kl. 17 - 19 31. desember kl. 14 - 16 1. januar kl. 16 - 18 Við Trongisvágs skúla á Tvøroyri 21. desember kl. 8 - 10 23. desember kl. 8 - 10 25. desember kl. 9 - 12 28. desember kl. 8 - 10 30. desember kl. 8 - 10 1. januar kl. 13 - 15 Á Faktorsvegi í Klaksvík 21. desember 8 - 12 23. desember 8 - 12 25. desember 8 - 12 28. desember 8 - 12 30. desember 8 - 12 1. januar verður eisini kannað. Nærri boð um tíðir koma seinni. Sjúkrahúsverk Føroya fylgir neyvt við støðuni, og verður tørvurin brádliga størri vegna eitt nýtt smittuútbrot, so verða neyðugar tillagingar gjørdar. Heilsumálaráðið Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tann eini persónurin hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Báðir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina. Í gjár vórðu 1020 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 179.137 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 532 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 20 persónar smittaðir í løtuni. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsamálaráðið Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin býr í Føroyum, og hevur verið uttanlands. Viðkomandi fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Í gjár vórðu 1455 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 177.989 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 530 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsamálaráðið Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Í gjár vórðu 247 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.667 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni. Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsumálaráðið Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tveir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Í gjár vórðu 670 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.383 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna Heilsumálaráðið Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Fýra persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við einari kanning fýra dagar eftir, at viðkomandi kom til landið. Í gjár vórðu 1056 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 175.642 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 525 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 19 persónar smittaðir í løtuni. Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsumálaráðið Í næstu viku, viku 51, verður potað í Klaksvík hesar dagar: Mánadagin, 14. desember, frá kl. 8.00-12.00 Mikudagin, 16. desember, frá kl. 8.00-12.00 Fríggjadagin, 18. desember, frá kl. 8.00-12.00 Minnist til at bíleggja tíð til kanningina, tað verður gjørt á hesari síðuni: https://corona.fo/kanningar Kanningarstaðið í Klaksvík er á Faktorsvegi, í sunnara enda í bygninginum, har Kryvjing var. Heilsumálaráðið |
Greinar
December 2023
|