NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Karla Magnus rokfiskiskap, heili 41.000 pund við snellu

26/6/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 07.21 kom Karla Magnus aftur frá fiskiskapi og ein lesari skrivaði á Facebook, at Karla Magnus hevði 41.000 pund við snellu og tað trúði News.fo og Norðoya Portalurin einki uppá og hildu lesaran vera í ørvitið, tí tað mátti vera 4.100 pund, men so talaði skiparin at og segði at teir høvdu also 40-41.000 pund og teir vóru 4 mans við og teir flestu umborð nærkaðist 70 árum og bað meg ikki vera so næsadjarvan og niðurgera fiskimmenirnar á Karla Magnusi og rætt hevði skiparin.

Fantastiska flott klára og teir hava bara roynt í 6 dagar.

Tit á Karla Magnusi mugi orsakað, SáH var ikki ordiliga vaknaður kl. 07.21 ímorgun ?

SáH

Comments

Bragd varð bestur í gjár, teir høvdu 9.280 pund

25/6/2019

Comments

 
Billede
Teir flestu av útróðrarbátinum komu aftur beint eftir døgurða í gjár. Tann besti gjørdist Bragd, teir høvdu 9.280 pund.

Hesir landaðu til NFCS í gjár:
Gjógvarenni 2.620 pund
Kunoyarnes 3.980 pund
Bjørgvin 4.340 pund
Beinta 2.500 pund
Skýlisklettur 2.912 pund
Líðhamar 7.830 pund
Bragd 9.280 pund

Allir høvdu teir fiska norðan fyri Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa.

SáH

Comments

​Smábátarnir landaðu 11.436 pund ígjár

25/6/2019

Comments

 
Billede
13 smábátar landaðu til NFCS í gjár. Teir høvdu tilsamans 11.436 pund og tann besti gjørdist Sjálsenni, sum hevði 1.594 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa, sjá søluna herundir.

SáH

Comments

​Fiskivarði hevði 41.590 pund í dag

24/6/2019

Comments

 
BilledeFiskivarði. Mynd tikin 24.06.2019 klokkan 10:30
Fiskavarði landaði eisini til Tavuna í dag. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Teir byrjaði túr tann 20. juni.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 41.590 pund, 24.400 pund toskur, 14.300 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

SáH

Comments

​Jens Leon hevði 38.398 pund og ein metstóran kalva í dag

24/6/2019

Comments

 
BilledeJens Leon. Mynd tikin 24.06.2019 kl. 10:30
Størsta umrøðan av fiskivinnuni í dag var metstóru kalvin Jens Leon fekk í troli, hann vigaði heili 436 pund og tað var ein risi og møguliga met í Leirvík. Teir fiskimennirnar News.fo og Norðoya Portalurin tosaði við høvdu aldrin sæð ein so stóran kalva.

Jens Leon hevði 38.398 pund í dag og høvdu teir trola á Íslandsrygginum og norðanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur og hýsa, eisini høvdu teir eitt sindur av tungu og reyðsprøku og so ein risa kalva sum vigaði heili 436 pund.

Jens Leon byrjaði túr tann 16. juni og við vóru fýra mans.

SáH

Comments

​Olga Maria hevði 48.260 pund í dag

24/6/2019

Comments

 
BilledeOlga Maria. Mynd tikin 24.06.2019 kl. 10:30
Olga Maria kom inn tíðliga í morgun, teir høvdu trola vestan fyri Føroyar og landa bleiv til Tavuna í Leirvík, teir høvdu 48.260 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa, sjá søluna herundir.

Olga Maria byrjaði túr tann 16. juni og við vóru fýra mans. Skipari var Gulak Gullaksen.

SáH

Comments

​Nógvur útróðrarfiskur í Klaksvík í dag

24/6/2019

Comments

 
BilledeSkýlisklettur. Mynd tikin 24.06.2019 kl. 08:00
Skýlisklettur var fyrstur á kaj í morgun, teir komu aftur kl. 08:00 og høvdu 2.424 pund, helvt um helvt toskur og hýsa.

Líðhamar var tann besti, teir høvdu 9.640 pund. Bragd hevði 8.280 pund, Stakkavík 7.104 pund, Dalsenni 6.400 pund, Bjørgvin 3.834 pund, og Skýlisklettur 2.424 pund. Allir landaðu teir til NFCS. Kallanes hevði 8.910 pund, men teir landaðu á Eiði.

Annars hevði Stakkvík ein roktúr leygardagin, teir høvdu heili 10.898 pund, tað mesta toskur.

SáH

Comments

​Stakkavík roktúr í gjár

23/6/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 15.25 í gjár kom Stakkavík aftur til Klaksvíkar og legði at við kajuna hjá NFCS.

Teir hava rokast og høvdu heili 11.000 pund,  12 kør tosk, 5 kør hýsa og 1 kar annað fiskaslag.

Teir vóru tríggir við hendan túrin og skipari var Andru Poulsen.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Nógv fólk vóru á kajuni og  har var lív í. Nakkur kom beint áðrenn Stakkavík, teir høvdu 2.000 pund og Mamy hevði 600 pund. Longri inn lág Fiskaklettur, har skiparin og Tummas bøtti trol.

SáH

Comments

Dýrindal landar nú 27.420 pund til NFCS

21/6/2019

Comments

 
BilledeDýrindal. Mynd tikin 21.06.2019.
Dýrindal kom aftur beint fyri miðnátt og hava teir trola á landleiðini og eystanfyri.

Teir byrjaði túr tann 16. juni og landa júst nú 27.420 pund til NFCS.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var tunga, 8.260 pund, havtaska 6.800 pund, toskur 6.400 pund, reyðsprøka 4.600 og restin var annað fiskaslag.

SáH

Comments

Fiskaklettur kom aftur kl. 05:00 í morgun við 41.000 pundum

20/6/2019

Comments

 
BilledeFiskaklettur. Mynd tikin tann 21.06.2019
​​Beint eftir klokkan 05.00 rundaði Fiskaklettur Klakkin. Teir hava trola á Landleiðini og byrjaði túr tann 16. juni.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur 13.400 pund, 9.600 pund var tunga, 8.600 pund var havtaska, 8.000 pund reyðsprøka og restin var annað fiskaslag.

Landa verður í morgun til NFCS.

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir.

SáH

Lýsing Grillin hjá Símun
Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.