NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klokkan fimm í morgun fór Klakkur aftur til fiskiskap

29/1/2019

Comments

 
Billede
Klakkur, sum landaði mánadagin í St. Pierre, fór aftur til fiskiskap aftur ímorgun klokkan fimm og eru teir nú á veg til Flemminsh Cap aftur.

Klakkur hevði fult skip, tá ið teir landaðu mándagin, 300 tons og var næstan alt toskur.

Mynd: “Facebook Klakkur KG9”

SáH

Her myndir, sum Jógvan Hansen hevur tikið ímorgun, sjá herundir og fleiri myndir á Facebook síðuni hjá honum.

Comments

​Filmsklipp, Polarhav kom á Klaksvík kl. 04:15 í morgun

28/1/2019

Comments

 
Billede
Polarhav kom aftur á Klaksvík kl. 04:18 í morgun og beint fyri klokkan 04:00 kom hin partrolarin Stjørnan á Klaksvík og bæði skipini løgdu at við bryggjuna á Kósini, har teir fara at landa í morgun.

Teir hava roynt við troli eystanfyri og byrjaði túr tann 20. januar.

SáH

Comments

​Kambur kom til St. Pierre kl. 11:00 í morgun

23/1/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 11:00 í morgun legði línuskipið Kambur at bryggju í St. Pierre.

Teir hava 198 tons av avhøvdaðum toski og hava teir fiska í 11 dagar. Kambur brúkti 2.8 tons av agni hendan túrin og tá ið liðugt er at landa fara teir aftur til fiskiskap á Flemmish Cap.

Mánadagin hevur Klakkur boða frá, at teir landa í St. Pierre og frættist at teir hava umleið 300 tons.

SáH

Billede
Comments

Dýrindal landar 20.000 pund havtasku til NFCS

23/1/2019

Comments

 
Billede
​Dýrindal landar 20.000 pund havtasku til NFCS

Júst nú landar Dýrindalur 20.000 pund havtasku til NFCS. Teir hava roynt við troli á Skeiva Banka.

Teir byrjaði túr fríggjadagin 18. januar og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, sjá søluna herundir:

SáH

Billede
Comments

Pison kom aftur til Klaksvíkar klokkan 04.45 í morgun við 170.000 pundum

20/1/2019

Comments

 
Billede
Í illveðrinum í morgun kom Pison aftur. Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar og byrjaði túr tann 11. januar.

Veit ikki sikkurt hvat teir hava fingið, men væntandi fáa tit tað at vita seinni ídag.

Skip og manningar eru vælkomnar at senda mær eitt meyl ella skriva í mín innbakka, hvat tey hava fingið, hvar tey hava roynt og hvat slag tey hava fiska. Eg skal nokk royna at taka onkrar góðar myndir.

Meyl simun@news.fo

Vælkomnir heim tit á Pison.

SáH

Comments

Silvitni roktúr heili 14.000 pund

19/1/2019

Comments

 
Billede
​Silvitni Roktúr Heili 14.000 Pund

Silvitni hevur havt ein ordiligan roktúr norðan fyri Fugloynna.

Teir høvdu heili 14.000 pund, tað mesta var toskur og hýsa.

Silvitni settið 40 stampar við 270 húkar pr. stamp og egnt varð við høgguslokk og sauri.

Við Silvitni eru tveir mans.

SáH

Comments

​Dýrindal kom á Klaksvík klokkan 17:30 ígjár og landar nú

17/1/2019

Comments

 
Billede
Dýrindal landar júst nú 14.000 pund av havtasku til NFCS.

Teir komu á Klaksvík klokkan 17:30 í gjár og høvdu roynt við troli eystan fyri Føroyar.

Teir byrjaði túr mánadagin 14. januar og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, teir høvdu íalt 16.430 pund, tað mesta havtaska, sjá søluna herundir.

SáH

Billede
Comments

​Fiskaklettur landaði 24.700 pund av havtasku til NFCS

16/1/2019

Comments

 
Billede
Fiskaklettur landaði 24.700 pund av havtasku til NFCS týsdagin.

Teir høvdu roynt við troli á Skeiva Banka.

Fiskaklettur byrjaði túr mikudagin tann 9. januar og landað bleiv tann 15. januar, sjá søluna herundir.

SáH

Billede
Comments

Bragd hevði 9.420 pund ígjár

16/1/2019

Comments

 
Billede
​Bragd kom til Klaksvíkar seinnapartin ígjár og høvdu teir 9.420 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur.

Bragd royndi við línu vestanfyri Føroyar og landa bleiv til NFCS, sjá søluna herundir.

SáH

Billede
Comments
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Arkiv

    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly