NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fjórða afturlatna uppboðssølan hevur verið í dag

22/7/2016

Comments

 
Billede
Uppboðssøla av 2.000.000 kg av makreli hevur verið í dag, og hetta gjørdist úrslitið:

Fram fekk 500.000 kg
Norðingur fekk 1.400.000 kg
Næraberg fekk 100.000 kg
Prísurin, ið øll skulu gjalda, er 3,60 kr/kg. Inn komu kr. 7.200.000,-.
Myndin omanfyri vísir tey 5 boðini, ið komu inn.
Marknaðarprísurin gjørdist 3,60 kr/kg. eftir boðnum hjá Næraberg.

Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,25 kr/kg.

Kelda: Løgtingið

Comments

Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar

5/7/2016

Comments

 
Billede
Í kvøld var framløga av bókini “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar” í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum Óli Samró hevur skrivað eftir 25 ára eygleiðingar av, hvussu fiskivinnan er skrúvað saman í ymsum londum.
​

Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevnd býráðsins bjóðaði vælkomin og gav orðið til Óla Samróð, sum greiddi frá innihadinum í bókini. Eisini varð høvi at seta fram spurningar, og varð dúgliga spurt frá áhugaðu lurtarafjøldini, har m.a. eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal hevði leitað sær til Klaskvíkar at lýða á.

Rithøvundurin skrivar m.a. “Fjølbroytt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Í Føroyum er orðingin: “... ogn Føroya fólks.” Í Norra: “... ligg til fellesskapet i Noreg”, í Íslandi: “...standi undir lífsafkomu og hagsæld þjóðarinnar”.

Í øllum londum eru stríðsmál millum samfelagsbólkar. Politisku og vinnuligu áhugamálini eru ymisk og stór. Nøkur halda, at kvotur eru besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaðin. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki”.

JáH (y) 05.07.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

Almenn fráboðan um uppboðssølu 2016

5/7/2016

Comments

 
Billede
Kunngerðin um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum er lýst.

Í hesum sambandi verður alment boðað frá, nær einstøku sølurnar fara fram og/ella nær seinasta freist er at lata boð inn.

Sølurnar av makreli, norðhavssild og botnfiski í Barentshavinum fara fram í døgunum frá 11. til 22. juli 2016.

Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir: Opin uppboðssøla ogafturlatin uppboðssøla.

Opin uppboðssøla
Dagfestingin fyri opnu uppboðssøluni ásetur, nær sølan fer fram.

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:
  • Mánadagur 11. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 1.200 tons.
  • Hósdagur 14. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
  • Hósdagur 14. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.
  • Hósdagur 21. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
  • Hósdagur 21. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.

Reglugerð fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo.

Tal og stødd á sølulinjum verða lýst á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya í góðari tíð undan sølunum.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo, telefon 41 41 41 ella [email protected]. 

Afturlatin uppboðssøla
Dagfestingin fyri afturlatnu uppboðssøluni staðfestir seinastu freist at lata boð inn.
Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.
Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:
  • Hósdagur 14. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
  • Mánadagur 18. juli 2016: Botnfiskur í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
  • Hósdagur 21. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
  • Fríggjadagur 22. juli 2016: Makrelur, 2.000 tons.

Reglugerðin fyri uppboðssøluna, ið ásetur, hvussu farast skal fram hjá teimum, sum vilja bjóða, verður lýst á heimasíðuni hjá Vørn, www.vorn.fo.
Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Vørn, www.vorn.fo, telefon 31 10 65 ella[email protected]

Svartkjaftur
Rættindini til at veiða svartkjaft verða boðin út um mánaðarskiftið august-september 2016 (í viku 35 og 36). Kunnað verður nærri um hetta í øðrum tíðindaskrivi. 

Fiskimálaráðið, 5. juli 2016
Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.