NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Trygdarskeiðið - eitt altjóða krav

28/11/2015

Comments

 
Picture
Ásetingarnar í nýggju kunngerðini um trygdarskeið fyri manningar á fiskiskipum hava verið umrøddar í fjølmiðlunum, og fólk hava sett spurnartekin við longdina á komandi skeiðunum, sum er 3 vikur.

Skeiðið er eitt krav til tey, sum fyrstu ferð skulu mynstra við fiskiskipi eftir tann 1. januar 2017. Kravið er ikki galdandi fyri verandi manningar á fiskiskipum.

Sambært lóg um útbúgving av manning á skipum skulu serskeið skipast, sum eftir altjóða krøvum eru neyðug fyri manningina. Ásetingin hevur við sær, at hvørja ferð nýggj krøv verða sett til manningarnar um útbúgving ella skeið, skal skúlin kunna veita hesi.

Í kunngerð frá Vinnumálaráðnum nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum er ásett eitt krav um trygdarskeið sambært STCW-F kap. III/1, sum er eitt altjóða krav fyri manning á fiskiskipum.

Fyri at lúka kravið hevur Mentamálaráðið lýst kunngerð, sum gevur skúlunum heimild og vegleiðing um nevnda trygdarskeið. Skeiðið verður væntandi boðið út fyrst í komandi ári. Tað er ikki tikin avgerð um kostnað fyri nevnda skeið.

Mentamálaráðið 26.11.2015

Comments

Strandarlandasamráðingarnar hesa vikuna í London loknar

28/11/2015

Comments

 
Picture
Samráðingarnar í London hesa vikuna millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild eru av á hesum sinni.

Mánadagin og týsdagin royndu Føroyar, ES og Noreg at koma ásamt um at býta goymsluna uppá 15,6 prosent til londini, ið eru uttanfyri makrelsemjuna frá 2014. Hóast hetta ikki eydnaðist á hesum sinni, er føroyska støðan tó hon sum formansland, at londini eiga at umhugsa at taka málið upp til máls enn einaferð í næstum.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin vóru samráðingar um eitt nýtt býti av svartkjafti og norðhavssild, har ávikavist Ísland og Noreg høvdu formansskapin. Eingin semja fekst í lag um hesar báðar stovnar. Sum støðan er í løtuni røkist alt fyri, at londini fara at áseta sær einsæris kvotur fyri 2016.

Tá ið samráðingar verða um fiskiskapin eftir svartkjafti, norðhavssild og makreli fyri 2017, verður tað eftir skipanini ES, sum verður formansland fyri samráðingarnar um allar hesar tríggjar stovnar.

​Kelda: Fiskimálaráðið

Comments

Strandarlandasamráðingar í London hesa vikuna

23/11/2015

Comments

 
Picture
Hesa vikuna verða strandarlandasamráðingar í London um makrel, svartkjaft og norðhavssild.

Mánadagin og týsdagin verða samráðingar um makrel, har Føroyar hava formansskapin. Londini í makrelsemjuni frá 2014 Føroyar, ES og Noreg gjørdu semju í Clonakilty 23. oktober í ár um eina langtíðar umsitingarætlan og mest loyvdu veiðu fyri 2016. Eftir stendur frá tí samráðingarumfarinum at avgera, hvussu tey 15,6 prosentini í makrelsemjuni frá 2014 skulu býtast millum londini uttanfyri makrelsemjuna.

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verða samráðingar um svartkjaft og norðhavssild. Stórmálini í hesum báðum samráðingarumførunum eru at royna semju um nýggj býti millum strandarlondini um svartkjaft og norðhavssild.

JáH (y) 23.11.2015
Kelda: Fiskimálaráðið

Comments

Fiskaútflutningurin vaksin 4% í virði men minkaður 3% í nøgd

19/11/2015

Comments

 
Picture
Vit hava útflutt botnfisk fyri 1,1 mia. kr. 180 mió. meir enn í fjør. Tað er ein vøkstur á 19%. Hetta hóast nøgdirnar eru minkaðar 6%. Tað er serliga virðið á toskinum, sum er vaksið nógv í ár, meðan nøgdin er áleið tann sama. Hinvegin er nøgdin av upsa minkað nógv í ár, hóast útflutningsvirðið er vaksið nakað.

Samlaði útflutningurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár er 4,6 mia. kr. Hetta er 129 mió. meir enn sama tíðarskeið í fjør.

Í ár er útflutningurin av laksi minkaður fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Higartil eru útflutt fyri 1,9 mia. kr. av laksi, og er tað 135 mió. kr. minni enn í fjør.
​
Útflutningurin av uppsjóvarfiski er vaksin bæði í virði og nøgd. Her eru tað sild og lodnu, ið standa fyri vøkstrinum. Sildaútflutningurin higartil í ár er 250 mió. - tað eru 83 mió. meir enn í fjør, meðan útflutningurin av lodnu er 93 mió. kr. ella 77 mió. meir enn í fjør. Hinvegin er makrelútflutningurin minkaður við 84 mió. kr., so at higartil í ár er útflutt fyri 354 mió. kr.

Les meira HER

JáH (y) 18.11.2015
Kelda: Hagstovan

Comments

Ársfundurin hjá NEAFC 2015

18/11/2015

Comments

 
Picture

34. ársfundurin hjá NEAFC, ið er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, varð hildin í London í døgunum 9. til 13. november 2015. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum “Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland” (DFG). 

Limalondini í NEAFC eru DFG, ES, Ísland, Noreg og Russland.

Málini á ársfundinum snúgva seg í høvuðsheitum um skipan av fiskiskapinum eftir ferðandi fiskastovnum í altjóða sjógvi á okkara leiðum og um staðbundnar stovnar í altjóða sjógvi, umframt eftirlit og verju av vistskipanum í havinum.

Fundurin var merktur av, at ósemja er millum londini um flestu stóru fiskastovnarnar í norðuratlantshavi t.e. makrel, norðhavssild, svartkjaft og kongafisk. Sostatt bar annaðhvørt ikki til at viðgera NEAFC samtyktir fyri fiskasløgini, tí samráðingar framvegis eru millum strandarlondini, ella bar ikki til at fáa fulla semju millum londini.

Stór ósemja er um ráðgevingina frá ICES um kongafiskin í Irmingerhavinum. ICES hevur víst á, at kongafiskurin í Irmingerhavinum er illa fyri, og at veiðan ikki eigur at vera meira enn 10.000 tons. Russland er hinvegin av teirri fatan, at kongafiskastovnurin i Irmingerhavinum er ikki so illa fyri, sum ICES vil vera við. Málið varð nógv umrøtt, og førdi Ísland á fundinum fram, at støðan nú er so álvarslig, at eitt veiðibann eigur at verða sett í verk. Endin varð tó, at undirtøka varð fingin um eina samtykt, sum loyvir eini avmarkaðari veiðu eftir kongafiski í Irmingerhavinum í 2016. Sambært samtyktini verður heildarkvotan av kongafiski í 2016 8.500 tons, harav Føroyar eiga 572 tons. Heildarkvotan í 2015 var 9.500 tons, og er tí talan um eina lítla lækking. Russland tók ikki undir við samtyktini fyri 2016.

Tað eydnaðist ikki at fáa semju um kongafisk í altjóða sjógvi norðanfyri. Her er ósemjan millum Russland og Noreg øðrumegin og Føroyar/Grønland og ES hinumegin. Tvey uppskot vórðu løgd fram, men hvørki fekk nøktandi undirtøku.

Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi og løgdu eins og undanfarin ár fram uppskot um at loyva hesi veiðu. Undirtøka var ikki í NEAFC-nevndini fyri føroyska uppskotinum. Ístaðin var meiriluti fyri uppskoti frá ES og Noregi um at seta bann fyri beinleiðis veiðu eftir búrfiski í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi. Føroyar atkvøddu ímóti uppskotinum um veiðibann.

Eingin semja er enn um tey trý stóru uppsjóvarfiskasløgini makrel, norðhavssild og svaftkjaft. Grundarlag var tí heldur ikki fyri semju um fiskiskapin í altjóða sjógvi á NEAFC fundinum. Fundir eru avtalaðir millum strandarlondini í næstum, og lagt varð tí upp til, at uppskot til samtyktir fyri hesi fiskasløg verða send NEAFC limalondunum til støðutakan umvegis brævatkvøðugreiðslu seinni á árinum.

Semja var um, at galdandi samtyktir um veiðibann eftir hemara í altjóða sjógvi og veiðibann eftir brugdu í øllum sáttmálaøkinum halda fram. Eisini varð samtykt at avmarka fiskiskapin eftir langasporli í altjóða sjógvi í 2016. Talan er um eina heildarkvotu til øll NEAFC limalond.

Eitt av høvuðsmálunum hjá NEAFC í 2015 hevur verið at viðgera frágreiðing um, hvussu NEAFC sum felagsskapur megnar at røkja sínar skyldur. Frágreiðing varð løgd fram á ársfundinum í 2014 og hevur síðani verið viðgjørd á tveimum eykaársfundum í 2015. Tilmælini eru nú endaliga viðgjørd og skjøtul settur á arbeiðið framyvir. Í hesum sambandi kann nevnast, at tveir arbeiðsbólkar eru settir, og teir skulu gera uppskot til NEAFC nevndina um ávikavist hvørji atlit eiga at verða tikin við, tá fiskastovnar skulu býtast, og hvussu samráðingarnar millum strandarlondini um ferðandi fiskastovnar eiga at skipast. Lagt er upp til, at arbeiðsbólkarnir skulu lata frágreiðing til komandi ársfundin hjá NEAFC nevndini, sum verður í november 2016.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, VØRN og Havstovuna.

JáH (y) 18.11.2015
Kelda: Fiskimálaráðið

Comments

Hækkað føroysk svartkjaftakvota í 2015

13/11/2015

Comments

 
Picture
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt av at hækka svartkjaftakvotuna í 2015.

Strandarlondini eru ikki komin til semju um býtið av svartkjaftinum í ár, og tí hava londini hvør í sínum lagi ásett sær kvotur.

Føroyar hava tikið avgerð um at hækka kvotuna, ið latin verður føroyskum skipum, við tilsamans 143.000 tonsum.
Av hækkingini verða 23.000 tons sett av til svartkjaftaskipini. Hesi skip hava áður í 2015 fingið 200.000 tons tillutað, og harvið verður kvotan 223.000 tons hjá hesum skipum í 2015.

Orsakað av hesi serligu støðuni í 2015 verða 120.000 tons av hækkingini sett sum felagskvota, ið øll føroysk fiskifør við veiðiloyvi kunna gagnnýta.

Í sambandi við hækkingina av kvotuni hevur landsstýrismaðurin gjørt av at gera lógaruppskot um heimild at krevja inn veiðigjald frá eigarum av fiskiførum, ið virka í svartkjaftafiskiskapi. Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið sum skjótast, soleiðis at gjald verður latið frá tí degi, lógin er løgd fram, og tað sum eftir er av 2015.
​
Kunngerð um svartkjaftafiskiskapin verður lýst sum skjótast.

Comments

Ågot kom aftur ígjár!

11/11/2015

Comments

 
Picture© FB (privat mynd hjá Eyðstein Poulsen)
Ågot kom aftur ígjár eftir at raskir menn umborð hava roynt í Grønlandi síðan 24. juni í ár.

Eyðstein Poulsen boðar á sínari Facebook síðu frá, at teir fara at gera ymiskar íløgur og viðlíkahald til skipið og at teir kunna vera til reiðar at fiska á Flemish Kap tann 1. januar 2016.

Eisini vildi Eyðstein Poulsen vera við, at hann ikki vónandi at sitandi samgonga fór í holt við at krevja at teir nú skuldu í holt við at ymisk gjald og at taka høvd v.m. - tí so fóru íløgurnar hjá Ågot allar fyri bakka.

JáH (y) 11.11.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.