NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ANRU landaði 20.500 pund fríggjamorgunin

31/10/2020

Comments

 
Billede
​ANRU fór til fiskiskap náttina í millum mánadag og týsdag, men mátti inn til Eiðis mikudagin at gera eina umvæling. “Tað var sum heild nokk so keðiligt fyri túrin, at vit mistu meginpartin av mikudegnum, ti tað gjørdi, at tíðin á fiskifeltinum gjørdist heldur stutt” sigur Gundur Sørensen skipari.

Fiskiskapurin er fyri tað mesta hýsa fyri tíðina.

ANRU hevði 14.000 pund av hýsu og 6.500 pund av toski.

ANRU fer væntandi aftur til fiskiskap sunnukvøldið.
SáH

Býráðsvalið 2020

Latið okkum øll vera góð við Føroya Bjór, tað skal Klaksvíkar Býráð eisini vera.
Billede
Comments

Filmsklipp: Gadus kom aftur klokkan 20:30 í gjárskvøldið

27/10/2020

Comments

 
Billede
​Í allerfagrasta veðrið kom Gadus aftur í gjárskvøldið. Teir hava roynt í russiskum sjógvið og hava 600 tons.

Vit ynskja skipara og manning hjartaliga vælkomin aftur.

Her filmsklipp og myndir frá í gjár og í morgun.

​SáH

Billede
Billede
Comments

ANRU komin aftur av sínum fyrsta túri við yvir 40.000 pundum

26/10/2020

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt norðanfyri í fýra dagar, og kom inn á Leirvík at landa í morgun. 

​Teir høvdu góð 40.000 pund, harav umleið 27.000 pund av hýsu, 12.000 pund av toski, og góð 1.000 pund av mix.  

Skipari og manning lata stak væl at skipinum og eru glaðir fyri, at fyrsti túrurin hepnaðist væl.

ANRU fer aftur til fiskiskap í kvøld.

Comments

​Gadus farin at sigla heim við 600 tonsum

22/10/2020

Comments

 
Billede
Tað frættist fyri løtu síðani at Gadus er farin at sigla heim við 600 tonsum. Teir vera á kontrolpunktinum á middegi.

Teir fóru til fiskiskap fyrst í august mánaðinum.

Tað tekur teimum umleið umleið 4 dagar at sigla heim, so væntandi vera teir í Klaksvík mánadagin.

Skiparin hendan túrin er Ólavur Biskopstø og við eru 32 mans.

Vit ynskja skipara og manning ein skjóta og góða heimreisu.

SáH

Billede
Hvør hevur verið á kajuni 100tals ferðir og tikið ímóti okkara fiskimonnum og sagt teimum farvæl.
EG ELSKI OKKARA FISKIVINNU,
minst til tað allir FISKIMENN og KVINNUR tann 10. november.
X við Símun á Høvdanum
Billede

Comments

Bragd hevði 8.000 pund í gjár

16/10/2020

Comments

 
BilledeBragd, mynd tikin tann 15.10.2020 klokkan 15:38
Bragd kom aftur klokkan 15:00 í gjár. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 8.000 pund, tað mesta var hýsa og toskur.

Landa bleiv í Klaksvík og til Sjógæti.

Við vóru tríggir mans og skipari var Oddmar Niclasen.

Her myndir tiknar í gjár, tá ið teir landaðu Bragd.

SáH

Skil fáast á allan kajkantin í Klaksvík,
SO VERÐUR TAÐ GJØRT.
Sjá filmsklipp og hetta er mín loysn á málinum,
X við Símun á Høvdanum.
Comments

Gudrun komin aftur við 6.000 pundum av havtasku

14/10/2020

Comments

 
BilledeGudrun, mynd tikin tann 14.10.2020 klokkan 08:50
Gudrun kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu roynt við gørnum norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 6.000 pund av havtasku og landa bleiv til NFCS og blivu teir lidnir at landa klokkan 08:00

Við vóru 5 mans og skipari var Kristin Vilhelmsen.

SáH

Billede
Comments

Sólskinssøga í fiskivinnuni: Nýggjur aktørur vil royna eftir reyðæti

14/10/2020

Comments

 
Billede
Um fáar dagar verður býtið av kvotum til makrel og sild væntandi kunngjørt, og nógv fólk kring landið bíða nú í spenningi eftir svarinum um, hvør fer at fáa og hvør verður við sviðið soð.

60% av kvotuni er nevniliga sett av til »nýggjar verkætlanir«, og spenningurin er stórur.

Ein av teimum nýggju aktørunum, sum hevur søkt um kvotu, er felagið JKS-Impex, ið ætlar at troyta nýggjar leiðir við uppisjóvarskipinum, Ruth. 

Ætlanin er í høvuðsheitum at ganga nýggjar leiðir við at fiska reyðæti, tó kombinerað við sild og makreli.  

-Vit hava arbeitt við hesum í fleiri ár, og nú eru vit um at koma á mál við drúgvu fyrireikingunum. Men alt avhongur nú av, um vit fáa lut í kvotuni fyri sild og makrel, sigur ein talsmaður fyri felagið.

Hann greiðir frá, at fiskiskapurin við Ruth verður grundaður á eina spennandi og slóðbrótandi verkætlan við reyðæti – umframt at teir hava ætlanir um at byggja virki til at at virðisøkja fongin í Føroyum. 

-Í eina tíð hevur verið granskað í reyðæti, og tað vísir seg, at tað ber til at fiska hetta á burðardyggum grundarlagi. Tað vísir seg eisini, at ongastaðni í heiminum eru so góðir møguleikar til at troyta reyðætið burðadygt, sum júst her í føroyskum sjógvi, tí viðurskiftini eru heilt serlig her.

Hann leggur dent á, at í fyrireikandi arbeiðinum hava teir havt gott samstarv við Havstovuna og granskarar á økinum. Um verkætlanin ber á mál, verður veiðan tí undir strongum vísindaligum eftirliti, tí hetta eisini er eitt áhugavert øki fyri granskarar. 

Marknaðurin fyri reyðæti er stórur, tí smáu skeljadjórini eru full av góðum evnum. 

-Hetta er ein sólskinssøga í allar mátar. Bæði í mun til reyðæti sum nýggja, burðardygga rávøru, í mun til samstarvið við vísindafólk, í mun til nýggjar marknaðir og í mun til nýggj arbeiðspláss og nýggja vinnu í landinum. Hartil hevur tað eydnast at finna allan eginkapitalin hjá føroyskum íleggjarum - og áhugin hevur verið sera stórur, so ætlanin hevur dyggan stuðul millum fólkið.

Eitt annað, sum ger verkætlanina forvitnisliga, er ítøkiliga ætlanin um at arbeiða og virðisøkja reyðætið á landi í Føroyum. Felagið hevur longu fingið ávíst 10.000 fermetrar av lendi til at byggja virkið á, og tað fer sjálvandi at skapa nýggj arbeiðspláss. 

Men fyri at verkætlanin við reyðætinum skal bera til, hava fíggingarstovnarnir sett sum krav, at Ruth eisini skal fiska nakað av sild og makreli, fyri at fáa gongd á, inntil reyðætið kann bera seg í sjálvum sær. 

​-Eftirsum samgongan sigur seg vilja geva nýggjum aktørum ein kjans, eru vit bæði spentir og vónríkir. Hetta er jú einasti mátin at sleppa inn á marknaðin, har teir stóru og etableraðu sita á tí mesta. Tað eru hópatals góð hugskot í Føroyum, men tað vísir seg vera sera torført at sleppa framat, sigur talsmaðurin. 

Hann slær tó fast, at eftir jaligu signalunum frá politisku skipanini um, at nýggjar verkætlanir nú skulu fáa 60% av kvotuni, vóna teir, at tað eisini verður pláss fyri nýggjum, virkisfúsum aktørum, sum teimum. 
-Vit skulu jú bara hava ein part fyri at kunna koma í gongd. Vit eru øgiliga spentir, sigur hann. 

Sámal Jákup Sigvald Sakarisson 

Comments

Dalsenni hevði 8.000 pund í dag

14/10/2020

Comments

 
Billede
Dalsenni kom aftur klokkan 13:30 í dag. Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.978 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.500 pund hýsa, 2.300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Dalsenni var eisini til útróðrar týsdagin og tá høvdu teir 6.692 pund.

Skipari á Dalsenni er Jóannes FJ Nybo.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági.

SáH
DALSENNI - ( KG 301 )(SNARFROST)14-10-2020   3.989
DALSENNI - ( KG 301 )(SNARFROST)13-10-2020   3.346


Billede
Comments

Stakkavík hevði 5.700 pund í dag

14/10/2020

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin í dag tann 14.10.2020 klokkan 11:19
Stakkavík kom aftur klokkan 11:20 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.740 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3.800 pund hýsa, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Stakkavík var eisini til útróðrar týsdagin og tá høvdu teir 5.598 pund.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Landa bleiv til NFCS

STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-14-10-2020   2.870
STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-13-10-2020   2.799


Billede
Billede
Comments

Dalsenni hevði 6.300 pund í dag

12/10/2020

Comments

 
Billede
Dalsenni kom aftur klokkan 09:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.300 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.100 pund hýsa, 2.100 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til Snarfrost

SáH

Vel rætt tann 10. november.
Økið við BUCKWALD skal gerast LIÐUGT,
​ SO VERÐUR TAÐ GJØRT
Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.