NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ANRU hevði 5.000 pund í dag

31/10/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur verið til útróðrar í dag og kom seint aftur. Teir royndu við línu eystanfyri og høvdu 5.000 pund á 40 stampum.

Veiðan verður landa í Hvannasund og næstan alt var stórur toskur. Selt bleiv til FoFish í Leirvík.

Her filmsklipp og myndir frá í dag.

SáH

Comments

​Stakkavík kom aftur kl. 07:30 við 8.000 pundum

31/10/2019

Comments

 
Billede
Beint eftir at Klakkur kom aftur klokkan 07:30 kom Stakkavík aftur av útróðri. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og ímillum oyggjarnar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.034 pund, 4.500 pund toskur, 3.400 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

Comments

ANRU hevði 7.500 pund í dag

30/10/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt eystanfyri í dag. Teir settu 35 stampar í stykkjum ymsa staðni, og komu inn á Hvannasund í kvøld við 7.500 pundum.

Veiðan, sum er umleið 4.500 pund toskur, 2500 pund hýsa og 500 pund annað fiskaslag er løgd upp í Hvannasundi og seld til Fofish í Leirvík.

ANRU fer væntandi útaftur til fiskiskap í nátt.

​SáH

Comments

Vígdis Ólavsdóttir hevði 2.300 pund

30/10/2019

Comments

 
Billede

Vígdis Ólvasdóttir landaði tann 30. oktober 2.300 til NFCS. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og býsa, 1.800 pund toskur og 500 pund hýsa.

SáH

Comments

​Bragd kom aftur klokkan trý við 12.000 pundum

30/10/2019

Comments

 
Billede
Bragd kom aftur klokkan trý í dag við 12.000 pundum á 50 stampum.

Teir høvdu roynt við línu norðanfyri Føroyar og ímillum oyggjarnar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

SáH

Comments

Bragd 7.000 pund og Kunoyarnes 4.000 pund í dag

29/10/2019

Comments

 
Billede

​Bragd kom aftur klokkan 14 ídag og høvdu teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.070 pund, tað mesta var hýsa, 5.000 pund hýsa, 2.000 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Kunoyarnes kom aftur kl. 10:30 og hvødu teir eisini roynt norðan fyri Føroyar. Teir høvdu 3.716 pund, helvt um helt toskur og hýsa, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

​KUNOYARNES – ( KG 323 )
NFCS-KLAKSVíKAR HAVN29-10-201929-10-20191.858
BRAGD – ( KG 642 )NFCS-KLAKSVíKAR HAVN29-10-201929-10-20193.535​​

Comments

ANRU 7.000 pund í dag

29/10/2019

Comments

 
Billede
So byrjaði daglig dagurin aftur, eftir at gullið er komi norður aftur til Norðoyggjar.

ANRU hevur roynt eystanfyri í nátt og fingu teir 7.000 pund á 35 stampum.

Fiskurin er landaðr í Hvannasund í morgun og seldur til Fofish í Leirvík. Umleið 65% toskur og restin hýsa.

SáH

Comments

​Trúgvi í Vági 4.000 pund í dag

28/10/2019

Comments

 
Billede
Tað vóru ikki nógvir bátar, sum fóru til útróðrar eftir at KÍ gjørdist Føroyameistarar 2019 leygardan, men ein royndi seg og tað var Trúgvi í Vági og hann hevði gott fiskarí.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði hann 3.740 pund, tað mesta toskur, 3.100 pund tosk og 640 pund hýsa.

Trúgvi í Vági kom aftur kl. 08:30 og landa bleiv til NFCS.

SáH

Comments

ANRU 5.500 pund leygarmorgunin, sama dag sum KÍ gjørdist Føroyarmeistarar

28/10/2019

Comments

 
Billede
Sundamenn hava altíð verið nakrir harðir hálsar. Hóast keðiligt veður og ársins fótbóltsdyst valdu teir á ANRU, at fara ein stuttan útróðrartúr fríggjanáttina/leygarmorgunin, teir settu 30 stampar eystanfyri og fingu 5.500 pund. Umleið 65% var toskur og restin fyri tað mesta hýsa.

Veiðan er landað í Hvannasundi og seld til Fofish í Leirvík.

ANRU kom aftur klokkan 9 leygarmorgunin og so fekk manningin sær ein blund og aftaná gekk leiðin til Gundadal til stóra finaludystin ímillum B36-KÍ og væl gekk, KÍ GJØRDIST FØROYAMEISTARAR 2019.

Gundur Sørensen skipari á ANRU, segði annas frá, at líkindini til útróðrar vóru sera keðilig, vindurin vaks tíðliga og serliga tá ið tað rak upp í ættina var sjaskut. Hinvegin var hann sera glaður fyri, at tað hóast alt eydnaðist teimum at fáa ein túr burtúr.

Ja, ein góður dagur hjá ANRU, bæði at fáa fisk og so at fáa steypið norður aftur til Norðoyggjar.

Koyr á KÍ.

SáH

Comments

​Trúgvi í Vági góðan túr í nátt, 3.620 pund

25/10/2019

Comments

 
Billede
Trúgvi í Vági kom tíðliga aftur í morgun og landaði til NFCS klokkan 8.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.620 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 600 pund hýsa og 20 pund upsi.

Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og við vóru tveir mans.

Tá Trúgvi í Vági var liðugur at landa fór ein av okkara útróðrarbátum til útróðar og tað var Stakkavík, mynd herundir.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.