NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Dúgvan sleipa til lands

29/4/2019

Comments

 
Billede
​Beint fyri klokkan átta í morgun bleiv Dúgvan sleipa til lands.

Rokni við at hon hevur fingið maskinbrek og sleipaði ein annar smábátur Dúgvuna til lands.

Teir løgdu at bryggjuna við NFCS.

SáH

Comments

Dýrindal enn einaferð fullfermdur á Klaksvík

28/4/2019

Comments

 
Billede
Dýrindal kom aftur á Klaksvík nú klokkan 19:30 og er teir enn einaferð fullfermdur.

Dýrindal fór túr tan 24.04 og hava teir trola norðan fyri Føroyar.

Teir hava 377 kassar ella 38.000 pund, tað mesta er toskur og hýsa.

Landa verður til NFCS í morgin.

SáH

Comments

Nógv skip landaðu ígjár í Klaksvík.

23/4/2019

Comments

 
Billede
Pison hevði 85.000 pund, teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og landa bleiv til Kósina.

Jákup B 110.000 pund, helvtin bleiv landað til Kósina og 45.120 pund bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var øll hýsan og hon bleiv landað til NFCS. Jákup B. hevur roynt við línu við Ísland. Teir byrjaði túr 12. apríl.

Fiskaklettur hevði 41.780 pund. Teir høvdu roynt við troli norðan fyri Føroyar og fóru túr tann 16. apríl.
Veiðan hjá teimum bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur, 30.800 toskur og restin annað fiskaslag. Landa bleiv tíðliga ígjár til NFCS.

Stjørnan og Polarhav landaðu eisini ígjár. Teir høvdu 400.000 pund av gullaksi. Teir fóru túr tann 16. apríl og hava teir partrola við Føroyar.
Landa bleiv til Kósina og er tað Tavan í Leirvík, sum keypir allan gullaksin frá Kósini.

SáH

Billede
Comments

​Dýrindal hevði 18.256 pund ígjár

16/4/2019

Comments

 
Billede
​Dýrindal kom aftur klokkan 09:30 í gjár. Teir høvdu trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 18.256 pund, tað mesta toskur, 14.688 pund var toskur og restin var annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Dýrindal byrjaði túr tann 13. apríl og landaði til NFCS í gjár.

SáH

Billede
Comments

Øll Pørini Hava Landa Hesa Vikuna Til Kósina

16/4/2019

Comments

 
Billede
Tað er ikki á hvørjum degi ella viku, at øll pørini koma inn at landa í somu viku, men tað hendi so hesa hesa vikuna.

Tey hava úr at gera á Kósini, nú páskini eru fyri framman. Umframt at øll pørini eru komin inn at landa hesa vikuna, so kom Núpur eisini aftur seinasta mánadag og teir høvdu 130.000 pund, tað mesta var hýsa.

Polarhav og Stjørnan landaðu 15. apríl og teir høvdu 500.000 pund av gullaksi. Teir byrjaði túr tann 11. apríl.

Smaragd og Safin landaðu eisini 15. apríl og teir høvdu 205.000 pund, tað mesta var upsi. Teir byrjaði túr tann 05. apríl.

Fuglberg og Skoraberg landaðu ígjár tann 16.04 og teir høvdu 420.000 pund av gullaksi.

Øll pørini landaðu til Kósina og eru øll pørini farin til fiskiskap aftur.

SáH

Comments

Núpur aftur av roktúri, 130.000 pund eftir 7 døgum

14/4/2019

Comments

 
Billede
Núpur kom aftur í nátt eftir roktúri norðanfyri. Teir hava 130.000 pund, tað mesta hýsa.

Teir byrjaði túr tann 08. apríl, sostatt hava teir bara verið úti í 7. dagar og við vóru 13 mans.

Skipari hendan túrin er Tommy og landa verður júst nú til Kósina.

Takk fyri tit umborð á Núpi og Gleðiligar páskir til tykkum allar.

SáH

Comments

Skálafosssur inn við fullum skipi

9/4/2019

Comments

 
Billede
Fyri løtu síðani kom Skálafossur aftur til lands. Teir fóru túr fríggjadagin tann 5. apríl og hava teir fiska uppí og nakað væl afturat.

Teir hava 72.000 pund, tað mesta toskur og landa teir júst nú í Tórshavn.

Teir hava roynt í I kassanum og við vóru 5 mans.

SáH

Skip og bátar eru vælkomin at senda tíðindir og myndir til news.fo, send meyl til [email protected] ella send tíðindini via Facebook.
​


Comments

​Pison hevði eisini 140.000 pund, hann royndi sunnanfyri

8/4/2019

Comments

 
Billede
Pison kom aftur í gjárskvøldið, teir hava roynt sunnanfyri Føroyar og landa teir í løtuni til Kósina.

Teir hava 140.000 pund, tað mesta var longa, blálonga og brosma.

Teir fóru túr tann 26. mars og ein partur av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya, tað var blálongan og svartkalvin. 29.760 pund blálong og 124 pund svartkalvi.

SáH

Comments

Jákup B kom aftur úr Íslandi

8/4/2019

Comments

 
Billede
Jákup B er afturkomun úr Íslandi og landar nú 140.000 pund til Kósina.

Teir fóru túr tann 25. mars og hava fyri tað mesta tosk og longu.

Her myndir tiknar í morgun klokkan 07:00.

SáH

Comments

Brimil kom inn við Skorabergi sum hevði fingið trolið um skrúvuna

8/4/2019

Comments

 
Billede
​Í gjárskvøldið kom Brimil inn á Klaksvík við Skorabergi. Skoraberg sum partrolar við Fulgberg fekk trolið um skrúvuna.

News.fo og Norðoya Portalurin vóru og tóku myndir í morgun, her myndir.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.