
Jákup B 110.000 pund, helvtin bleiv landað til Kósina og 45.120 pund bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var øll hýsan og hon bleiv landað til NFCS. Jákup B. hevur roynt við línu við Ísland. Teir byrjaði túr 12. apríl.
Fiskaklettur hevði 41.780 pund. Teir høvdu roynt við troli norðan fyri Føroyar og fóru túr tann 16. apríl.
Veiðan hjá teimum bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur, 30.800 toskur og restin annað fiskaslag. Landa bleiv tíðliga ígjár til NFCS.
Stjørnan og Polarhav landaðu eisini ígjár. Teir høvdu 400.000 pund av gullaksi. Teir fóru túr tann 16. apríl og hava teir partrola við Føroyar.
Landa bleiv til Kósina og er tað Tavan í Leirvík, sum keypir allan gullaksin frá Kósini.
SáH