NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Bragd kom aftur kl. 13:15 við 8.000 pundum

29/8/2019

Comments

 
BilledeBragd KG642, mynd tikin 29. august 2019 klokkan 13:14
Bragd kom aftur kl. 13:15 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hon vigaði 8.040 pund. Tað mesta var hýsa, 6.500 pund, 1020 pund toskur, 300 pund havtaska og restin annað fiskaslag.
Landa bleiv til NFCS í Klaksvík.

Teir hava ligið um góð 8.000 pund í hesari vikuni, 7.500 pund týsdagin,  7.800 pund og í dag 8.040 pund.

Her eitt filmsklipp herundir av Bragd, krydda við eitt sindur av politikki, nú val verður leygardagin hehehe...

​SáH


Comments

​Jákup B landar 172.740 pund til Kósina

29/8/2019

Comments

 
Billede
Jákup B landar júst nú 172.740 pund til Kósina. Teir byrjaði túr tann 20. august og hava roynt við línu norð/vestur úr Mykines.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur, 97.200 pund, 73.540 pund hýsa og 2.000 pund av havtasku.

Jákup B ferð væntandi túr aftur í næstu viku.

SáH

Comments

Teir dríva á umborð á Líðhamar

29/8/2019

Comments

 
Billede
Líðhamar sum royndi við línu norðan fyri Føroyar kom inn við 15.030 pundum ígjár.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var hýsa, 9.700 pund, 5.050 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv á Eiði.

SáH

Comments

​Stakkavík hevði 8.130 pund í dag

28/8/2019

Comments

 
BilledeGudrun og Stakkavík, mynd tikin tann 28. august 2019
Stakkavík kom aftur kl. 13:30 í dag, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.130 pund, tað mesta var hýsa, 6.400 pund, 1.200 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Stakkavík landaði til NFCS.

SáH

Comments

Uppboðssølan av fiskirættindum skal vekk

28/8/2019

Comments

 
Billede
​Tað er staðfest nú, eftir nøkur ár við uppboðssølu av fiskirættindum, at hettar er óbrúkilig skipan. Og ætlanin hjá sitandi samgongu er at fáa altsamt størri og størri part av fiskirættindum hjá verandi fiskiflota á uppboðssølu kann hava katastrofalar fylgjur.

Staðfest er, at hettar loyvir ikki nýggjum aktørum inn í vinnuna, men øvugt. So tað argumentið heldur ikki, hjá samgonguni!

Tað er merkisvert, at ein samgonga fer so málrættað eftir okkara fiskimonnum, og fiskivinnuni í síni heild.

Her blíva nógv arbeiðspláss ótrygg bæði á virkjum á landi og umborð á skipunum. Og reiðarar kunnu ikki gera langtíðar íløgur.

Hví ynskir hendan samgongan at okkara høvuðsvinna skal vera eitt so ótrygt arbeiðspláss, tá tað á øllum øðrum arbeiðsplássum verður júst tosað um tað øvugta, um at tað skal vera eitt trygt og støðugt arbeiði, har fólk støðast og trívast.

Komi eg inn á ting
So komi eg at seta føtur í bekk og fáa uppboðssøluna av fiskirættindum avtikna.

Og at gera tað møguligt hjá okkara fiskiflota, at kunna virka langsigtað, júst sum í okkara grannalondum.

Hettar er ein partur av okkara orkupolitikki og arbeiðsmarknaðarpolitikki og ikki minst okkara vakstrarætlan í vinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum.

Sjómanna- og verkafólks verjuborg
So góðu sjómenn og verkafólk á landi. Merkisvert er tað blivið í politikki, at Fólkaflokkurin skuldi blíva tykkara verjuborg.

So farið á val og fái onnur við. Tí trygdin fyri, at Sambansflokkurin ikki endar í samgongu við Javnaðarflokkinum er, at vit fáa flutt nakrar borgarligar stemmur úr sambandsflokkinum yvir í Fólkaflokkin.

Tí veljarin skal minnast til, at ein sambandstemma kann viðvirka til at verandi uppboðssøla av fiskirættindum heldur fram, um Sambandflokkurin fer í samgongu við Javnaðarflokkin.

Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ynskja at okkara fiskirættindi skulu heilt ella partvís á uppboðssølu.

Avgerðin liggur í hondunum hjá tykkum
Farið á val og fái onnur við tykkum úr øðrum flokkum, yvir á borgarliga veingin.

Tað er tað, eg vil arbeiða fyri.

Gott Fólkafloksval

Hans Andrias Kelduberg

Comments

Stakkavík hevði 9.016 pund ídag

27/8/2019

Comments

 
Billede
Stakkavík kom aftur kl. 10:00 í morgun og hevði hann eisini roynt norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.016 pund, 4.600 pund, 4.200 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Stakkavík hevði 8.000 pund leygardagin og høvdu eina góða seinastu viku, heilið 35.000 pund bleiv tað fiska, sera flott klára.

Stakkavík landaði á Eiði í dag.

SáH

Billede
Mynd tikin umborð Stakkavík tann 28. august 2019
Comments

Líðhamar enn ein góðan túr

27/8/2019

Comments

 
Billede
Líðhamar sum sín besta túr í árinum leygardagin, har teir høvdu 19.356 pund, hevði eisini ein góðan túr norðan fyri í dag. Teir høvdu 14.246 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var hýsa og toskur, hýsa 7.800 pund, toskur 6.400 pund og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv á Eiði í morgun kl. 09:30.

SáH

Comments

Bragd bestir í dag

23/8/2019

Comments

 
Billede
Bragd kom aftur klokkan trý ídag og høvdu teir eisini roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 9.800 pund og vóur bestir í dag. Tað mesta var hýsa, 7.000 pund, 2.680 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Í gjár hevði Bragd 8.480 pund og teir eru longu farnir avstað aftur.

SáH

Comments

​Líðhamar hevði 9.500 pund í dag

23/8/2019

Comments

 
BilledeLíðhamar, mynd tikin tann 23.08.2019

Beint eftir at Stakkavík kom til Klaksvíkar, kom Líðhamar skúmandi inn eftir vágni.

Teir høvdu eisini roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.510 pund. Tað mesta var hýsa, 5.750 pund, 3.500 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

​

Comments

Stakkavík hevði góð 9.000 pund í dag

23/8/2019

Comments

 
BilledeStakkavík, mynd tikin tann 23.08.2019 kl. 12:12

​Stakkavík kom aftur klokkan 12:15 í dag og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.846 pund. Tað mesta var toskur, 4.860 pund, 3.900 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

Her filmsklipp, men í tí filmsklippinum sigi eg at teir hava fiska 4.900 pund, men so var ikki, tað var also góð 9.000 pund.

SáH
​


Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.