Teir fingu 5.500 pund, harav 3.000 pund av toski og 2.500 pund av hýsu.
ANRU hevur landað í Hvannasundi í morgun og veiðan er seld til Fofish í Leirvík.
ANRU hevur roynt eystanfyri í nátt. Teir fingu 5.500 pund, harav 3.000 pund av toski og 2.500 pund av hýsu. ANRU hevur landað í Hvannasundi í morgun og veiðan er seld til Fofish í Leirvík.
Stakkavík kom aftur klokkan 14:22 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.066 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.840 pund hýsa, 2.140 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS og landaðu teir Stakkavík klokkan 14:30. Stakkavík var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 4.900 pund, sjá søluna herundir. SáH STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-28-08-2020 2.533 STAKKAVÍK - ( KG 748 )NFCS-27-08-2020 2.450 Líðhamar kom aftur klokkan 10:35 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.860 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 8.600 pund hýsa, 1.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS og byrjaðu teir at landa Líðhamar klokkan 10:45. Líðhamar var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 5.808 pund og tá bleiv landa á Eiði, sjá søluna herundir. Her myndir tiknar í dag tann 28.08.2020. SáH LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-28-08-2020 4.930 LÍÐHAMAR - ( KG 602 )EIÐIS HAVN-27-08-2020 2.904
Bjørgvin kom aftur klokkan 10:25 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.250 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 1.800 pund hýsa, 1.200 pund toskur og 250 pund havtaska, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS og landa bleiv klokkan 10:30. Bjørgvin var eisini til útróðrar í gjár og tá høvdu teir 2.806 pund, sjá søluna herundir. Her filmsklipp og myndir tiknar í dag tann 28.08.2020. SáH BJØRGVIN - ( KG 503 )NFCS-28-08-2020 1.625 BJØRGVIN - ( KG 503 )NFCS-27-08-2020 1.403
Dalsenni kom aftur klokkan 14:45 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.400 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.700 pund hýsa, 1.100 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS og byrjaði teir at landa Dalsenni kl. 15:00. Í gjár vóru teir eisini til útróðrar og tá høvdu teir 7.100 pund og landa bleiv eisini tá til NFCS, sjá søluna herundir. Her filmsklipp og myndir tiknar í dag tann 28.08.2020, sjá herundir. SáH DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-28-08-2020 2.936 DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-27-08-2020 3.527
ANRU er byrja at rógva út aftur eftir ein steðg í eini 2-3 mánaðir, í meðan skiparin Gundur Sørensen hevur verið ein túr sum skipari við norska línuskipinum Veststeinen.
Harumframt hevur ANRU verið á beding, har ymiskt eftirlit og umvælingar eru framdar. Báturin er eisini dagførdur við nýggjari útgerð í stýrhúsinum. Alt í alt er ANRU nú í nógv betri standi, enn tá vit keyptu bátin, sjálvt um báturin egentliga eisini var í ordiliga góðum standi tá, sigur Janus Rein, sum eigur bátin saman við Gunduri. Nú er báturin so byrjaður upp á útróðrarvirksemið aftur. Í nátt fingu teir 4500 pund norðanfyri. 2500 pund av hýsu og 2000 pund av toski. ANRU hevur landað í Hvannasundi í morgun og veiðan er seld til Fofish. Dýrindal kom aftur klokkan 06:30 í morgun. Teir høvdu trola á landleiðini og norðan fyri Føroyar. Tosaði við skiparan Aksal Dahl Olsen og segði hann at fiskiskapurin er sera smáligur fyri tíðina, næstan ongin. Hesin túrurin gjørdist ein av teimum stuttu, vit fóru túr mánadagin og eru longu komnir inn aftur. Vónandi fáa vit ein hampuliga prís fyri fiskin. Manningin var blíð í morgun, matvørudeildin hjá Tekniska Skúlanum í Klaksvík fekk eina kálvaspraggu frá teimum og hana fara vit at brúka í komandi viku, har vit fara at gera ein fiskarætt frá hesum kálvanum. Veiðan hjá Dýrindal bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 18.400 pund, tað mesta var reyðsprøka og tunga, 6.800 pund reyðsprøka, 4.900 pund tunga, 4.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS og byrjaðu teir at landa Dýrindal klokkan 07:00 í morgun. Takk fyri kálvaspragguna tit fýra umborð og til skiparan Aksal Dahl Olsen. SáH Myndir tiknar í morgun tann 28.08.2020 klokkan 06:38. DÝRINDAL - ( KG 474 )NFCS-28-08-2020 9.200 Skýlisklettur kom aftur klokkan 08:33 í morgun. Hann hevði roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hevði hann 2.260, tað mesta var hýsa og toskur, 1.800 pund hýsa, 440 pund tosk og 20 pund havtaska. Landa bleiv til NFCS. Skýlisklettur var eisini til útróðrar í gjár og tá hevði hann, SáH SKÝLISKLETTUR - ( KG 706 )NFCS-28-08-2020 1.130 SKÝLISKLETTUR - ( KG 706 )NFCS-27-08-2020 710 Vit hava ov fáar fløskuinnsamlingar í Klaksvík. Haldi tað hevði verið uppá sítt pláss, at Klaksvíkar Kommuna ella IRF tóku sær av fløskuinnsamlingini í býnum, so meira skil verður á hesum økinum.
Í løtuni taka Rúsan og Føroya Bjór bert ímóti tómum fløskum og blikkum, men hesi taka bert ímóti teirra egnu vørum, hevur tú eitt blikk av Red Bull ella okkurt annað slag, so sleppur tú ikki av við tað í Klaksvík, tí tað taka Rúsan og Føroya Bjór ikki ímóti, tí tað er ikki teirra vørur. Bónus tekur slett ikki ímóti fløskum og blikkum fyri tíðina og tað hava tey ikki gjørt síðani útbrotið av Korona var á Ólavsøku ella á einum brúdleypið í Argjum og tað skulu vit í Klaksvík straffast fyri í vikuvís og kanska mánaðarvís. Hví Bónus ikki tekur ímóti fløskum er mær ein gáta, tá ið Rúsdrekkasøla Landins tekur ímóti fløskum. Rúsan er almenn og Bónus er privat, sera løgið at Bónus skyldar uppá Covid-19, fyri ikki at taka ímóti fløskum og blikkum, so skuldi Bónus heldur ikki selt fløskur og blikk, tí tað nema fólk eisini við og tað selur Bónus túsundvís av hvønn tann einasta dag. Bónus kann gera akkurát tað tey hava hug til, tí tað er privat, men mítt uppskot verður til komandi Býráðsval í november, at Klaksvíkar Kommuna ferð ígongd við at gera sína egnu innsamlingarstøð (sjálvtøku) fyri fløskur, gløs og blikk, har øll merkir kunnu latast inn og har man fær pengar ella eina flyting á sína konto í bankanum fyri øll pantini, bæði fyri fløskur, blikk og gløs, sum ein letur inn. Hetta verður gjørt í nógvum býum í Danmark og so kann man eisini hava tveir knøttar á sjálvtøkunum, har tann eini knøtturin verður brúktir til, at man fær pengarnar aftur og hin knøtturin verður til gottgerandi endamál í býnum, eitt nú at stuðla ítróttin og frítíðarvirkseminum í Klaksvík. Eisini verður innsamlingarstøðin góð fyri okkara umhvørvið her norðuri, um hon tekur ímóti øllum pantum, tí sum tað gongur fyri seg nú, tá ið man ikki sleppur av við fløskur og blikk, so blaka fólkini bara pantini út og tað flýtur runt allan býin og endar til síðst í okkara vøkru nátturu. Lat okkum gera okkara egnu innsamlingarstøð (sjálvtøku), so verður trupuleikin loystir við at vit sleppa av við okkara fløskur, blikk og gløs. So verður tað gjørt!!! Símun á Høvdanum |
Arkiv
December 2022
|