NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Línubátar: Kvotan í Íslandi

29/4/2015

Comments

 
Picture
Sjálvur varð undirritaði ein túr við Mascot - har roynt varð eftir hýsu í Íslandi (Jøklagrunninum). 

Og eru tað fleiri línubátar í Føroyum, sum royna eftir hýsu o.a. í Íslandi hesa ársins tíð.

Fyri línubátar, so er tað neyðugt við kvotuni í Íslandi, tá sera oftað er nærum ongin fiskur, at fáa í Føroyum. Nógvir túrar í Íslandi kann gera tað toluligt hjá einum línumanni, at liva av lívsins gongd.

Sjá sjálv/ur kvotur HER hjá línubátum, sum royna í Íslandi.

JáH (y) 29.04.2015

Comments

Løgmaður vil seta havnastongsulin úr gildi

28/4/2015

Comments

 
PictureMynd: Gail Shea og Løgmaður.
Løgmaður vil hava kanadiskar myndugleikar at seta havnastongsulin úr gildi. Tað gjørdi hann greitt á fundi í Ottawa í gjár við Gail Shea, kanadiska fiskimálaráðharran. Fundurin varð fingin í lag í sambandi við, at løgmaður var í Kanada á ráðharrafundi í Arktiska Ráðnum. Endamálið við fundinum var at taka upp havnastongsulin hjá Kanada móti føroyskum fiskiskipum.

“Vit høvdu ein góðan og gevandi fund, har eg nýtti høvið at vísa á góða samstarvið við Kanada, serliga á fiskivinnuøkinum. Kanada og Føroyar hava nógv til felags og eru samd um rættin at gagnnýta havtilfeingið á burðardyggan hátt”, sigur løgmaður.

Kanadiskar havnir hava í stóran mun verið stongdar fyri føroyskum fiskiskipum seinastu 13 árini. Orsøkin til stongsulin er, at Føroyar hava mótmælt rækjubýtinum á Grand Bank og ásett egna kvotu. Løgmaður heitti á fundinum á kanadiska fiskimálaráðharran um at lata kanadisku havnirnar upp aftur fyri føroyskum skipum. Gail Shea gav løgmanni lyfti um at taka málið upp til nýggja viðgerð.

Løgmaður nýtti eisini høvið at bjóða ráðharranum til Føroyar til altjóða ráðstevnu um vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum, sum Fiskimálaráðið saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri í juni.    

Løgmaður fór víðari úr Ottawa til London, har hann í dag heldur røðu á flaggdagshaldinum, sum føroyska sendistovan í London skipar fyri. 


Comments

Avreiðingarnar fyrsta ársfjórðing á sama lága støði sum tvey tey undanfarnu árini

28/4/2015

Comments

 
Picture
Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd eitt vet minni enn sama tíðarskeið í fjør og fyrra árið.
Av teimum týdningamestu fiskasløgunum vaks nøgdin av toski ein triðing, og upsin minkaði 13%. Hýsan kvinkaði eitt vet uppeftir, men seinastu árini hevur hýsunøgdin verið serliga lág.
Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin minni í ár enn í fjør – ávikavist 43% og 30% minni.

Les meira HER

JáH (y) 28.04.2015 (Kelda: Hagstovan)

Comments

Royndartúr við Næraberg

28/4/2015

Comments

 
Picture
Næraberg sum hevur ligið við kaj á Kósuni nú í góðar tvær vikur - er loksins farin út aftur.

Men talan er um ein royndartúr - og loyst bleiv úr kaj áleið kl. 09.00 í morgun. 

Næraberg hevur havt ein maskinskaða í einum av høvuðsmotor'inum og fara teir at royndarsigla skipi, áðrenn teir skula bunkra í Fuglafirði nú kl. 13.00

Sjá fleiri myndir niðanfyri:

JáH (y) 28.04.2015

Comments

Næraberg liggur enn

27/4/2015

Comments

 
Picture
Hvat fyri trupuleikar frystiskipi Næraberg hevur, vita vit á Norðoya Portali ikki uppá núverandi tíðspunkt - men frystiskipi, sum tekur yvir 3.000 tons hevur ligið í góðar 10 dagar við kaj á Kósuni.

Annars so kann sigast, at Næraberg hevur gjørt nakrar góðar túrar og eru túrarnir áleið 2 - 3 vikur langir.

JáH (y) 28.04.2015

Comments

Stongdar leiðir

8/4/2015

Comments

 
Picture
Skipanin skal gera tað lættari at seta seg inn í, nær, hvar og hvørjum leiðum innan fyri føroyska fiskimarkið ið stongdar eru fyri vinnuligum fiskiskapi.

Stongdu leiðirnar kunnu vísast fyri hvønn skipabólk ella við at áseta eginleikar hjá skipi, t.d. reiðskap. Við at velja ávíst skip verður skipabólkurin eisini ásettur.

Skipanin vísir allar stongdar leiðir undantikið tær sum koma í s.v. bráðfeingis veiðibann.

Leinkjan til síðuna Stongdar leiðir, klikk á myndina ella klikk her "Stongdar leiðir".

Kelda: Vørn

SáH

Comments

Slættaberg fullfermdur við bryggju í Klaksvík

8/4/2015

Comments

 
Picture
Vøkur sjón at síggja Slættaberg fullfermdan við svartkjafti, við bryggju í Klaksvík og sum hann hevur fiska sunnast í føroyskum sjógvi. 

Slættaberg skal landa í Fuglafirði, men har er kø og hann sleppur ikki framat, fyrrenn einaferð íkvøld.  

Sjúrðaberg liggur longri suðuri á vesturi kaj og teir eru lidnar at landa hann. Har skulu gerast onkrar ábøtur á honum og so ferð hann væntandi túr aftur.

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.