Í fjør vórðu avreidd einans 68 túsund tons. Leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna samanberandi tøl.
Les meira HER
JáH (y) 01.02.2015
Kelda: Hagstova Føroya
Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Góð fiskiár vóru árini 2003-2007. I miðal var nøgdin tilsamans góð 130 túsund tons árini 2003-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd einans 68 túsund tons. Leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna samanberandi tøl. Les meira HER JáH (y) 01.02.2015 Kelda: Hagstova Føroya 19. januar 2015 lótu Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið hvørjum øðrum krøvini til nýggjar sáttmálar. Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava gjørt tað sama. Í komandi viku fara Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið undir sáttmálasamráðingarnar. Skipara- og Navigatørfelagið metur at felagið er klárt at handað Reiðarafelagnum síni krøv í fyrstu viku í februar. Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu um ársskifti sáttmálarnar til 1. mars 2015. Reiðarafelagið er tarnað av tí, at felagið er við í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond. JáH (y) 21.01.2015 Kelda: Skipara- og Navigatørfelagið Frystilínuskipini Klakkur, Eivind og Kambur, eru á veg yvir á Flemmish Kap at fiska tosk. Skiparin á Klakki skrivar á facebook-síðu sínari í gjár, at teir hava siglt í fýra samdøgur, men enn eru 2/3 eftir av teininum. Les meira HER JáH (y) 14.01.2015 Kelda: Skipara- og Navigatørfelag Í Grønlandi verður nú sett eitt videotól á dekki á einum ferðaskipi og kunna fólk so fara ein túr til "skips" har siglt verður framvið fjørðin í Sarfaq Ittuk. Teir byrja upptøkurnar longu í August. Í Noregi hava tey stóra succes við Slow TV, har ein kann fara við toginum frá Oslo til Bergen - og nú vilja tey í Grønlandi vita, um ikki tey fara fáa succes við sama Slow TV. Tað kundi jú eisini borið til hjá teim føroysku skipunum og lánt eitt videotól frá KVF - so familjan her heima kundi sloppið við ein túr, tá siglt verður í Ódnarveðrið til Barentshavið. Og okkum vitandi, so kostar henda "steaming" ikki alla verðina ... JáH (y) 12.01.2014 Kelda: knr.gl Eftir at vit í Norðoya Portali høvdu skrivað niaðnfyri-skrivandi tekst - so hevur Norrøna gjørt av - at seta speed'aran í botn so at seinkingin ikki verður 6 tímar - men bert 2 tímar. Norrøna sum skuldi fara úr Danmark kl. 15.00 - er nú 6 tímar seinkað - vegna bunkring. Tey 200 ferðafólkini - sum eru umborð - vera noydd at vera verandi umborð og sleppa ikki í land aftur. Og roknast kann við at Norrøna ikki verður í Føroyum enn seint týskvøldið. JáH (y) 04.01.2014 Tað er kanska ikki heilt av leið at siga, at vit vórðu tvingaðir til at handla, sigur skiparin á Skálafossi, Bjarni í Skálum. Tað gekk so sum so við royndunum eftir botnfiski. Samstundis sóu vit við egnum eygum allan makrelin svimja rundan um okkum nærmast omaná sjónum. Tað var bara ikki honum, vit royndu eftir. So har var bara eitt at gera, og tað var at fáa tað at bera til, sum higartil hevði verið nærum ógjørligt. Les meira HER JáH (y) 04.01.2014 Kelda: Føroya Skipara- og Navigatørfelag M/V Thor Modi er næstur í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum sum eru serútgjørdir til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikskip. Skipini verða øll flokkað í hægsta umhvørvis- og ísklassa nevnt: Clean Design, Recyclable og Ice-1A og verða 64,4 metrar til longdar og 2015 BT til støddar. Les meira HER JáH (y) 04.01.2014 Tann 1. januar 2015 hækkar gjaldið fyri sjóvinnubrøv og viðurkenningarprógv. Kostnaðurin fyri sjóvinnubrøv verður kr. 500,00. Hesin kostnaður er fyri endurnýggjan, fyrsta vinnubræv og uppstigan. Gjaldið fyri viðurkenningarprógv verður frá 1. januar 2015 kr. 750,00. Hetta sambært Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum. JáH (y) 04.01.2014 Kelda: Skipaeftirlitið Sum nakað nýtt - so fara vit á Norðoya Portali, at skriva nógv meira um okkara Sjófólk og sjóvinnuni yvirhøvur. Eisini verður tað møguligt hjá Sjófólkið at skriva, posta myndir o.a. á hesum teigi - ímeðan teir til skips eru. Og harvið so fær familjan heima eitt lítið innblikk yvir hvussu tað er - tá maðurin (ella konan) eru úti og sigla. Skip og reiðarí'ir eru vælkomin at kontakta okkum á [email protected] - um tit hava hug at royna tykkum sum journalistar. Tað kostar annars onki fyri sjófólk, at skriva á okkara portali. Pluss - so kunna skip finna sær manning her við at skriva til okkum á [email protected] og harvið spara sær ómakin at lýsa - tí hetta kemur als ikki at kosta nakað. Vit fara at hýsa sjómanninum ein teig og gera alt tað vit kunna - fyri at gera hetta til ein vælhóskandi Sjóvinnuportal - kryddaðan við eitt sindur av Sjómanssøgum o.a. - so at hetta verður tann førandi portalurin til Sjófólkið. Vit gleða okkum longu ... JáH (y) 04.01.2014 |
Arkiv
December 2022
|