NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Nýggj Flótubrúgv á Gomlurætt í Summar

26/2/2016

Comments

 
Billede
Í 2008 legði Tórshavnar kommuna eina flótibrúgv á Gomlurætt, sum var ætlað til ferðavinnubátar, sum gjørdu túrar vestanfyri. Eisini skuldi brúgvin brúkast til bátar úr Hesti og Koltri, sum sigldu um fjørðin. Tá brúgvin bleiv løgd út, var tað mest Norðlýsið, sum sigldi við ferðafólki.

Síðani er nógv hent, og í dag eru tað 3 feløg, umframt Norðlýsið, sum javnan brúka flótibrúnna í sambandi við túrar, mest til Hest og Koltur. Hetta førir við ær at Kolturs- og Hestbátar hava trupult at fáa pláss við brúnna.

Í 2015, hava bátarnir, sum sigla við ferðafólki av Gomlurætt, verið Rib 62 við tveimum bátum, Jab Adenture við tveimum bátum og Nax Adventure. Umframt hesar hava Silja, Jósup og aðrir ferðafólkabátar brúkt brúnna á Gomlurætt av og á. Í heyst eru komnir bátar aftrat, so at Jab Adventure nú hevur fýra bátar og Nax Adventure tveir, meðan Rib 62 framvegis hevur tveir.

Trýstið á plássini við brúnna var stórt í 2015. Við enn fleiri bátum kann tí væntast, at trýstið verður enn størri í 2016. Tórshavnar havn kannaði tí, hvat tað fór at kosta at leingja ferðavinnubrúnna við 15 metrum afturat.

Henda longing merkr, at hvørt av teimum trimum feløgunum fær eitt pláss í part, pláss verður til Norðlýsið ella annan líknandi bát, og pláss verður til tveir bátar úr Koltri og Hesti. Kostnaðarmetingin fyri 15 metrar av flótibrúgv við útlegging varð mett til 250.000 kr. Landsverk var samstundis við uppá at vilja viðgera eina umsókn um loyvi at leingja verðandi flótibrúgv til vælvild.

Í gjárkvøldið játtaði býráðið einmælt peningin, so um loyvi fæst frá landsverk at leingja brúnna beinanvegin, so verður nýggja brúgvin klár til summarið 2016. Tórshavnar kommuna rindar fyri íløgur í bátapláss.

Formaðurin í vinnunevndini, Sjúrður Olsen, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, fegnaðust báðir í gjárkvøldið um at málið nú verður framt, tí tað fær stóran týdning fyri framtíðar ferðavinnu á staðnum. Báðir meta teir, at virksemið fer at vaksa munandi, tá tunnilin undir Tangafjørð er komin og beinleiðis ferðsla á Gomlurætt úr tí mesta av landinum verður lættari.

Kelda: Tórshavnar Kommuna 26.02.2016

Comments

Høgni Hoydal á vitjan í Brússel

25/2/2016

Comments

 
Billede
Í dag og í morgin 25. og 26. februar fer Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, á vitjan í Brússel.

Á vitjanini í dag fer Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, at nýta høvi at greiða frá støðu Føroya sum fiskivinnutjóð.

​ Eisini fer fiskimálaráðharrin at kunna um arbeiðsbólkin, sum er settur at gera tilmæli um fiskivinnunýskipan, eins og at hann fer at kunna um føroysk sjónarmið í mun til strandarlandasamráðingarnar um ávikavist svartkjaft, norðhavssild og makrel. Hetta verður gjørt á almennum tiltaki, sum Sendistova Føroya til ES skipar fyri.

Fríggjadagin 26. februar er fundur á skrá millum Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og Karmenu Vella evropanevndarlim  í fiskivinnumálum (fiskivinnukommisser). Teir báðir fara at umrøða mál, ið hava felags áhuga.

Leinkja og meira kunning um tiltakið og framløguna hjá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, er her.

Kelda: Fiskimálaráðið 25.02.2016


Comments

Titanic II ein veruleiki

12/2/2016

Comments

 
Billede
Jú, mín sann, folkens - hetta er ikki eingong ein Apríl søga, men veruleikin sjálvur.

Nú eru teir byrjaðir at byggja eitt líka ferðamannaskip, sum Titanic og kemur nýggja skipið at eita: Titanic II og gongur eftir ætlan, so kann ein fara at ferðast við hesum skipi í 2018.

JáH (y) 12.02.2016

Comments

Vil tálma veiðu av smáum svartkjafti

12/2/2016

Comments

 
Billede
Á fyrsta sinni verða nú tiltøk sett í verk til tess at verja ungfiskin í svartkjaftafiskiskapi í føroyskum sjógvi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lýsir nú nýggjar reglur, sum skulu forða fyri, at ov nógv verður veitt av smáum svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Hetta verður gjørt eftir, at tað í fjør vár og nú aftur í vetur vísir seg, at skipini, sum royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fáa meira enn vanligt av smáum svartkjafti.

Landsstýrismaðurin heldur, at tað er í andsøgn við góða stovnsrøkt at fiska smáan svartkjaft, ið ikki er komin í gýtingaraldur. Hann vísir á, at Føroyar, sum eitt av stóru svartkjaftalondunum, hava skyldu at gera sítt til, at stovnurin er væl fyri, og at sum mest kann seta til stovnin.

Fyri at tálma veiðu av smáum svartkjafti, hevur hann tí gjørt av at seta reglur, ið kunnu verja ungfiskin. Nýggju reglurnar áseta hámark fyri, hvussu nógvur ungfiskur er loyvdur í fiskiskapinum eftir svartkjafti, og at skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um meira enn 50 prosent í hvørjum háli er svartkjaftur minni enn 23 cm. Vørn kann síðani seta bráðfeingis veiðibann á leiðini, har íblandingin er ov stór. 
​
Reglurnar verða settar í verk fyri øll skip, ið fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Comments

Torradagar í Klaksvík 15. til 20. februar 2016

5/2/2016

Comments

 
Billede
So vóru teir aftur her, Torradagarnir 15. – 20. februar 2016. Hesir fólkakæru og hugnaligu dagar við nógvum ymiskum á skrá, har serliga sjógvurin, sjóvinnan, fiskur og fiskiskapur og tað, sum knýtir seg at hesum, er á skrá.

Hetta er 10. ferðin, at skipað verður fyri Torradøgum í Klaksvík, og sigast má, at fólk hava tikið Torradagarnar til sín sum viðkomandi og kærkomnar í tomu vetrartíðini, eins og Norðoyastevnan, Summarfestivalurin, Sjómannadagar, Kópakonudagar og hinar stevnurnar eru tað um á sumri.

Torri
Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring. 

Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði og so frameftir. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini “minka”. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól) – at veturin er farin at halla ella minka. 

Torri hevur eisini verið sett í samband við turrur, her m.a. hugsað verður um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum! 

Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum – Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Hesa tíðina varð av góðum grundum etin annarleiðis tilgjørdur fiskur, sum t.d. kundi vera fyltur á serligan hátt m.a. við rogni og livur. 

Tom tíð
Av tí at Klaksvík, fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, er nógv knýttur at fiskivinnuni – samstundis sum torratíðin á landi er friðarlig og tom eftir stóru jólahalguna, verður hildið skilagott at gera nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði. Tí fekk hetta tiltakið eisini navnið Torradagar. 

Í ár verður byrjað mánadagin 15. februar við konsert í Ósáskúlanum. 16. februar hugleiðir Líggjas í Bø um “Klaksvíksstríðið”. 17. februar verður Fiskivinnutingið. 18. februar hugleiðir Osmund Justinussen um veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar. Eygleiðingar av veðri og fiskaríi – hvussu fiskurin hevur ferðast, eisini í mun til veður. Øll kvøldini eru tiltøkini kl. 19.30.
Í Smæruni verður skipað fyri fleiri hugnaløtum, har sjómenn siga frá, og eisini verður ein 
myndaframsýning. Jógvan Ingvard Olsen mikudagin og Hanus Lassen hósdagin kl. 15.00.

Hósmorgunin kl. 10.00 verður Café Betesda – har Poul Færø greiðir frá trolaralívinum umborð á Sjúrðarberg, tá ið teir seint í 1950´unum eisini plagdu at syngja umvegis sendara til flotan. Tónleikur, sangur og kaffi er eisini á skrá.

Torramatiné við tiltikna Morgunkórinum úr Tórshavn v/Sigrid Sivertsen verður í Christianskirkjuni leygardagin 20. februar kl 11.30.

Heilsucaféin
Eftir Torra-renningina kl. 14.00, sum er beint niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús, letur Heilsucaféin upp kl. 14.30 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við ymiskum leskiligum í kantinuni.

Andras Sólstein, søgufrøðingur, heldur fyrilestur um søguna hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD mýlislívfrøðingur og verkætlanarleiðari á FarGen, heldur fyrilestur við heitinum “Eru føroyskar ílegur áhugaverdar?”

Fiskivinnutingið
Tað spennandi og viðkomandi fiskivinnutingið, sum altíð er sera væl vitjað, verður mikukvøldið kl. 19.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð. Kjakið verður sent beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpinum, og verða tað Jón Brian Hvidtfeldt og Óluva Zachariasen, sum eru vertir. Tú sleppur eisini at siga tína hugsan og hjartans meining mikukvøldið í Torravikuni. 

Allir floksformenn á ting kjakast um fiskivinnupolitikkin. Kanska er uppboðssølu-uppskotið komið aftur úr Vinnunevndini og væntandi eisini viðgjørt á løgtingi. Serfrøðinganevndin í samband við fiskivinnunýskipanina er mannað, og arbeiðssetningurin kendur. 

Tað átti at givið ábendingar um, hvat samgongan ætlar, samstundis sum retorikkurin frá andstøðuni kanska hvessist, og tí er nógv at samskifta um.

Útferðir
Til ber at vitja Kópakonuna við skjóttgangandi báti. Siglt verður norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu. Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan. 

Í Leikalund er ymiskt á skrá – sjónleikur og leygarkvøldið vitjar Hallur Joensen. Ein siðsøgulig gonguferð er á skrá mikumorgunin, aðrir fyrilestrar, listaframsýning við Frits Johannesen á Posthúsinum, Martin Joensen í Gamla Seglhúsinum, og ymisk onnur tiltøk eru á skrá, sum kunnað verður nærri um komandi dagarnar. 

Torramatur
Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við – plaga at hava serligar torra-matseðlar við annarleiðis matskrá, har borðreitt verður við ymiskum úr fiski. 
Men tey, ið ynskja sær lagaligt rull undir borðiskinum, kunnu fara umborð á Dragan at fáa sær stormsúpan og annars at verða kunnað um, hvat fyriferst umborð á Draganum. 

Forkunnug veðurforsøgn
Torradagar enda við eini serstakari, áhugaverdari og frameftirlítandi veðurforsøgn. 

Tað er kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, ið fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 - 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.? 
– Hesin fyrilesturin, verður í Miðhøllin á Skúlatrøð (fyrr kallað Ósáskúlin) leygardagin 20. februar.
Bogi Hansen, havfrøðingur, heldur ein stuttan fyrilestur: “Streymurin kring Føroyar og veðurlagið ta komandi øldina”.

Fyrilestrarnir hjá Jesper Theilgaard og Boga Hansen hava eisini vakt ans hjá m.ø. SEV, sum er “brúkari av veðrinum”. Teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og komu teir í fjør heilt upp á 60 % framleiðslu av grønari orku - samstundis sum elframleiðslan var tann mesta nakrantíð. 

Framleiðslan úr olju minkaði góð 16 % annað árið á rað. Umboð vegna SEV fer tí eisini at hava eitt lítið íkast um teirra grønu orkuframleiðslu og hava viðmerkingar og fyrispurningar í mun til tær metingar, Jesper Theilgaard kemur við. 

Tú, sum veður-áhugaður – hvør er ikki tað í Føroyum – sleppur eisini at seta veðurmanninum frá á DR, Jesper Theilgaard, Boga Hansen og SEV spurningar og viðmerkingar. 
Jú, vit kunnu biðja góðar Torradagar! 

Fakta:
Jesper Theilgaard - 1955, Odense, útbúgvin veðurfrøðingur, hevur verið á veðurtænastuni hjá Keypmannahavnar Lufthavn í 12 ár. Verið á Danmarks Meteorologiske Institut, har hann eisini var við til at umskipa stovnin. 
Síðani 1990 hevur Jesper verið á TV-avísini hjá DR, har hann ger verðurforsagnir. Jesper er kendur í altjóða høpi, har hann ofta er at síggja á veðurlagsráðstevnum, sum ein virdur fyrilestrarhaldari úti í heimi. 
Jesper Theilgaard hevur skrivað fleiri bøkur um veðrið: 
• Svæveflyvningen og vejret, 1992 
• Vejret omkring os, 1993 
• Vejrkalender (kemur út hvørt ár) 
• Vejret for dig (4 barnabøkur om Regn, Sól, Vind og Kava sett saman í eina bók) 
• Vejrhåndbogen 
• Det danske vejr, 2006 
• Verdens vilde vejr, 2008 
• Vejret i kunsten, 2012
​

Fleiri myndir
​

JáH (y) 05.02.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.