NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Bragd hevði 11.000 pund í dag

18/12/2020

Comments

 
PictureBragd, mynd tikin tann 18.12.2020 klokkan 11:38
Bragd kom aftur klokkan 11:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 11.000 pund, 4.000 pund toskur og restin hýsa.
Settir vóru 60 stampar í tveimum setum. Við vóru tríggir mans og skipari var Oddmar Niclasen.

Hetta var seinasta túrurin hjá teimum áðrenn jól og hevur árið hjá Bragd roynst minni væl í 2020 enn 2019, Bragd seldi fyri góðar 8.8 milliónir í 2019 og higartil í ár hava teir selt fyri góðar 4.4 milliónir, so sølan er farin niður í eina helvt og prísurin er eisini væl minni enn í 2019, so er at vóna at 2021 verður betri.

Landa bleiv til Sjógæti.

Eg vil ynskja skipara og manning á Bragd Gleðilig jól og takka fyri góð prát á kajuni í 2020.

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir.

​SáH

Picture
Comments

Líðhamar hevði 8.300 pund í dag

18/12/2020

Comments

 
PictureLíðhamar, mynd tikin tann 18.12.2020 klokkan 10:09
Líðhamar kom aftur klokkan 10:10 i morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.276 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 7.700 pund hýsa, 520 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-18-12-2020   4.138


Comments

Dalsenni hevði 7.000 pund í dag

15/12/2020

Comments

 
Picture
Dalsenni kom aftur klokkan 11:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu í Djúpinum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.992 pund, tað mesta hýsa og toskur, 4.800 pund hýsa, 1.900 pund toskur og restina var annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skipari á Dalsenni er Jóhannes F. J. Nybo.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-15-12-2020   3.496


Comments

ANRU landaði 32.000 pund í morgun

11/12/2020

Comments

 
Picture
​ANRU kom á Leirvík í morgun eftir at hava roynt norðanfyri í nakrar dagar.

Stórsti parturin av veiðuni er toskur og hýsa. 15.000 pund av toski, 16.000 pund av hýsu og restin onnur fiskasløg.

Veiðan hjá ANRU varð seld umvegis Fiskamarknaðin Føroya.

ANRU byrjaði túr tann 8. desember og skipari var Gundur Sørensen.

SáH

ANRU – ( KG 730 )
LEIRVÍKAR HAVN-11-12-2020   6.887

Comments

​Stjørnan og Polarhav komu aftur við 120.000 pundum í morgun

11/12/2020

Comments

 
Picture


Stjørnan og Polarhav komu aftur klokkan tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir hava 120.000 pund, tað mesta er upsi.

​Landa verður til Kósina í morgun.

Teir byrjaði túr tann 3. desember.

SáH

Picture
Comments

Kvikk landar 100.000 pund fríggjamorgunin

10/12/2020

Comments

 
Picture
Kvikk kemur aftur tíðliga í morgin.  Teir hava roynt við línu vestanfyri Føroyar.

Landa blívur til Kósina og hava teir 100.000 pundm, tað mesta er toskur, hýsa og longa.

Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað hýsa, lýrur og havstaska, 26.760 pund hýsa, 1.680 pund havtaska og 240 pund lýrur, sjá sølun herundir.

Teir byrjaði túr tann 30. november.

Við vóru 13 mans og skipari var Mikkjal Pauli Lamhauge.

SáH

KVIKK – ( KG 477 )
KLAKSVÍKAR HAVN-11-12-2020  14.340


Picture
Comments

ANRU landaði 36.000 pund í morgun.

7/12/2020

Comments

 
Picture
ANRU kom á Miðvág í morgun eftir at hava roynt vestanfyri í nakrar dagar.

Stórsti parturin av veiðuni er toskur og hýsa. 18.500 pund av toski, 15.500 pund av hýsu og restin onnur fiskasløg.
Veiðan hjá ANRU varð seld umvegis Fiskamarknaðin Føroya.

ANRU fer væntandi aftur til fiskiskap í kvøld.

SáH

ANRU - ( KG 730 )-(SNARFROST)-07-12-2020   9.440


Comments

Líðhamar hevði 8.700 pund í dag

4/12/2020

Comments

 
PictureLíðhamar, mynd tikin tann 04.12.2020 klokkan 16:10
Líðhamar kom aftur klokkan 16:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.650 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 6.300 pund hýsa, 2.200 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skiparin á Líðhamar er Petur J. Svøðstein.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-04-12-2020   4.325

Comments

Pison er komin inn við 45.000 pundum

4/12/2020

Comments

 
Picture
Pison kom eisini tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu á Íslandsrygginum og norðanfyri Føroyar.

Teir høvdu 45.000 pund blanda, toskur, longa, hýsa, svartkalvi og brosma.

Landa bleiv til Kósina í morgun og ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 5.640 pund, 4.320 pund svartkalvi og 1.320 pund hýsa, sjá søluna herundir.

Pison byrjaði túr tann 24. november.

SáH

PISON - ( KG 476 )KLAKSVÍKAR HAVN-04-12-2020   2.820


Comments

Núpur komin aftur við 80.000 pundum

4/12/2020

Comments

 
Picture
​Núpur kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og høvdu teir 80.000 pund, veiðan var blanda, toskur, longa, hýsa og brosma.

Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var hýsa og skøturavar, 18.400 pund hýsa og 4.800 pund skøturavar, sjá søluna herundir.

Núpur byrjaði túr tann 24. november.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 )
KLAKSVÍKAR HAVN-04-12-2020   11.600

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.