NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fullfermdir Sjúrðarberg á veg til Klaksvíkar

24/5/2015

Comments

 
Picture
Tað varð ein vøkur sjón ein sá, tá ið ein hugdi yvirum Kunoyarnes og sáð ein fullfermdan Sjúrðarberg á veg heim til Klaksvíkar.

Sjúrðarberg hava verið á Barentshavinum og roynt eftir toski og sum vera man, so hava teir fulla last og vera í Klaksvík nú beinavegin.

Ja, stuttligt er at síggja - tá ið skipini megna seg væl á sjónum og fara vit á Norðoya Portali ynskja manningini umborð á Sjúrðarberg hjartaliga vælaftur komin.

JáH (y) 24.05.2015

Comments

Gongur ikki væl at fáa Komet uppaftur !!!

14/5/2015

Comments

 
Picture
Vaktar- og Bjargingarskipi Tjaldrið byrjaðu ígjár at arbeiða við at fáa skipið Komet uppaftur.

Skipið hevur ligið sokkið í Hvannasund síðan sunnudagin og sigst, at skipið er sokkið, tí at lensipumpan er gingin fyri.

Skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen, kundi ikki heilt enn svara okkum, nær teir fingu Komet KG 39 uppaftur.

Sjá annars myndarøð niðanfyri:

JáH (y) 14.05.2015

Comments

Norðurlendska samstarvið við føroyingum á odda gongur strúkandi

6/5/2015

Comments

 
Picture
Norðurlendska fiskivinnusamstarvið, sum í ár er undir føroyskari leiðslu, setti á fundunum, sum vórðu hildnir í Føroyum 21.-23. apríl, gongd í fleiri verkætlanir, sum hava lívfeingisbúskapin í hásæti. Í dag byrjar ráðstevna um tara í Norðurlandahúsinum, í juni verður skipað fyri ráðstevna um “vøkstur av bláa lívfeingisbúskapinum” og arbeitt verður við fleiri øðrum áhugaverdum verkætlanum.

Aling av stórtara er rættiliga áhugavert í Føroyum. Til tess at styrkja norðurlendska innsatsin á hesum øki, fíggjar fiskivinnusamstarvið eina ráðstevnu um stórtara , sum verður í Norðurlandahúsinum 5.-7. mai. Serkønu fólkini, sum verða við á ráðstevnuni, eru biðin um at gera eitt upprit til norðurlendska fiskivinnusamstarvið um hvørjar myndugleika forðingar og avmarkingar stórtaraaling og heysting av tara hevur í norðurlondum í dag. Næsta stigið hjá fiskivinnusamstarvinum verður at kanna hesar forðingar og avmarkingar nærri og seta hesar á dagsskránna í politiska kjakinum.

Vit eiga í størri mun at gagnnýta taran og ynski er, at tarin gerast meira vanligur í húsarhaldinum. Tí er avtala gjørd við Húsarhaldsskúlan í Klaksvík og Leif Sørensen kokk, um at skipa fyri upplýsandi og kveikjandi tiltøkum um tara á Sjómannadegnum í august. Endamálið við tiltøkunum er at fáa meira at vita um, hvussu vit kunnu brúka tara til matna.

“Alt í land” er heiti á eini stórfingnari verkætlan, sum skal kanna hvørjir møguleikar og vansar eru við, at fiskiskip taka alla veiðuna umborð og onki koyra útaftur. Tað verða gjørdar tríggjar sonevndar “business cases” – í føroyskum øki, í Grønlandi í og Barentshavinum. Úrslitið verður eitt nágreiniligt vegkort um at fáa “alt í land” við lønsemi í øllum Norðuratlantshavi. 1,5 milliónir eru settar av til hesa verkætlan, sum væntast liðug í apríl mánað komandi ár.

Arbeitt verður í løtuni við at fyrireika ráðstevnuna um “vøkstur av bláa lívfeingisbúskapinum”, sum verður í Norðurlandahúsinum í 2. – 3. Juni. Umframt fleiri útlendskar fyrilestrahaldarar koma ráðharrar úr Grønlandi, Íslandi, Álandi og Seychellunum á vitjan. Somuleiðis verður arbeitt við at fyrireika verkstovuna “samstarv millum útróðrarmenn og ferðavinnuna”, sum verður síðst í august. Á verkstovuni verður greinað, hvørjar møguleikar hesar báðar vinnur hava at samstarva. Greitt verður frá norðurlendskum royndum at samantvinna vinnurnar, og víst verður eisini á dømi, har samstarvið er eydnast væl. Verkstovan leggur upp til, at luttakararnir læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og hvussu útróður kann vera við til at menna sonevndu fiskiferðavinnuna.

Í sambandi við at WTO hevur mett ES innflutningsbannið fyri kópaskinn at vera diskriminerandi, er ES í holt við at endurskoða hesar reglur. Grønland hevur sett tilgongdina á norðurlendsku dagsskránna. Fiskivinnusamstarvið viðgjørdi málið og hevur sett kópamálið á norðurlendska ráðharrafundin, sum verður tann 25. juni.

 Her ber til at lesa skránna fyri norðurlendska fiskivinnusamstarvið.

Kelda: Fiskimálaráðið tann 05.05.2015


Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.