NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Jákup B hevði 125.000 Pund og kom aftur Kl. 05:00 í morgun

21/2/2019

Comments

 
Billede
Tað er ikki á hvørjum degi, at News.fo og Norðoya Portalurin sleppa at taka ímóti endanum á einum skipi, tað hendi í morgun kl. 05:00, tá ið Jákup B kom aftur.

Jákup B hevur havt ein góðan túr norðan fyri Føroyar og hava teir 125.000 pund, tað mesta er toskur og hýsa.

Jákup B fór túr týsdagin tann 12. februar, so hesin túrurin var 10 dagar íalt og landa teir nú til Kósina.

Veðrið hevur til tíðir verið vánaligt, men nú skal tað vera gott at koma heim, segði ein av manningini við meg.

Skipari hendan túrin var Helmar Lassen.

SáH

Comments

​Pison kom aftur í nátt av góðum túri norðan fyri

21/2/2019

Comments

 
Billede
Nakað eftir miðnátt kom Pison aftur til Klaksvíkar av enn einum góðum túri norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 145.994 pund, sjá søluna herundir.

Teir fóru túr sunnukvøldið tann 10. februar og hevur túrurin verið rokaligur, har veðrið til tíðir hevur verið sera vánaligt.

Pison landar nú til Kósina.

SáH

Comments

Líðhamar landaði 6.730 pund ígjár

19/2/2019

Comments

 
Billede
Líðhamar landaði ígjár klokkan umleið 09:00 6.730 pund til NFCS.

Líðhamar hevði roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og var tað mesta var hýsa og toskur. Sjá søluna herundir:

​SáH

Billede
Comments

Norðsøki landaði 6.516 pund til NFCS ígjár

19/2/2019

Comments

 
Billede
​Norðsøki sum kom aftur tíðliga um náttina, landaði til NFCS ígjár kl. 08:00.

Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar

Tað er sera harður streymur í løtuni og veðrið er einki serligt og tí er fiskiskapurin slakari.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teri 6.516 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá søluna herundir.

SáH

Billede
Comments

Thor landar svartkalva til NFCS

15/2/2019

Comments

 
Billede
Klokkan átta í morgun kom Thor til Klaksvíkar. Teir hava roynt við gørnum norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.560 pund, 10.400 pund svartkalvi og 160 pund blálonga.

Thor byrjaði túr seinasta mánadag tann 11. februar.

SáH


Billede
Comments

Gadus fór avstað klokkan 10:30

14/2/2019

Comments

 
Billede
​Klokkan 10:30 loysti Gadus frá kaj og hevur sett kósina ímóti norskum sjógvi.

Gadus kom á Klaksvík fríggjamorgunin og er longu farin avstað aftur.

Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.

Norðoya Portalurin og News ynskja tykkum skjótan og góðan túr.

SáH

Comments

Kallanes landar 7.460 pund til NFCS

7/2/2019

Comments

 
Billede
Kallanes hevur verið túr í gjárskvøldið og í nátt og komu teir fyri løtu síðani á Klaksvík og landa teir til NFCS beint nú.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og høvdu teir 7.460 pund, tað mesta var hýsa 4.500 pund, sjá søluna herundir.

Roynt var við línu norðan fyri Føroyar.

SáH

Billede
Comments

Stapin rokfiskiskap á Flemich Cap og sigla inn við fullari last

6/2/2019

Comments

 
Billede
Tað frættist frá skipunum á Flemich Cap, at tey øll hava rokfiskiskap og í løtuni siglur Stapin inn til St. Pierre og vera væntandi inni fríggjadagin og hava fulla last og teir hava eisini fylgt tunnilin frættist.

Hetta segði ein av Flemich Cap siglarnum í morgun “her er nógvur fiskur at fáa og bara gott og stórt slag, vit rokast”.

Gott fiskarí allir samlir har yviri.

SáH

Billede
Comments

​Kvikk landar 150.000 pund til Kósina í morgun

5/2/2019

Comments

 
Billede
Kvikk sum kom aftur av fiskileið í nátt, hevur havt ein góðan túr, teir landar í morgun 150.000 pund til Kósina. Tað mesta av veiðuni er toskur og hýsa.

Kvikk fór túr mánadagin 28. januar og hava teir roynt vestanfyri Føroyar.

SáH

Comments

Gadus farin at sigla heim við 707 tonsum

4/2/2019

Comments

 
Billede
Gadus fór tíðliga í morgun at sigla heim, teir hava fiska í norskum og russiskum sjógvi og hava 707 tons av flaki.

Teir fóru av Klaksvík tann 19. november í 2018 og væntandi vera teir aftur á Klaksvík fríggjadagin.

Skipari hendan túrin er John Fuglø og við eru 32 mans.

Hetta skrivar Markus í Norðnástovu á sín Facebook vanga fyri løtu síðani:

“Leysir av kontrollinum og eru farnir at sigla heim við 707 tonsum av flaki, so nú verður 🍦 nr 7 etin við góðari samvitsku, vit verða ætlalandi á Klaksvík um miðdagsleitið fríggjadagin.
⛴⛴🇫🇴🇫🇴🐟🐟👍👍
Eg vil bara takka Harranum fyri góðan fong og varveislu á hesum baldruta túri til veður, og før tú Harri okkum trygt heim til okkara kæru, sum vit fóru frá tann 19 November í fjør ❤️
Seinast vil eg ynskja øllum á FB og øllum Føroya fólki, á sjógvi sum á landi ongin nevndur og ongin gloymdur, ein vælsignaðan mánadag og Harrans signing tykkum øll í ríkum máli av ❤️.”


Tykkum verður ynskt eina góða heimreisu.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.