NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Avreiðingarnar enn á lágum støði

28/1/2016

Comments

 
Billede
Avreiðingarnar enn á lágum støði – virðið nakað frægari í 2015 enn 2014

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið  hevur verið støðugt fallandi seinastu nógvu árini. Góð fiskiár vóru árini 2003-2007. I miðal var nøgdin tilsamans góð 130 túsund tons árini 2003-2007. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið niðan fyri 100 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd góð 70 túsund tons, sum er áleið á sama støði sum í 2014 ... Les meira HER

JáH (y) 28.01.2016
Kelda: Hagstovan

Comments

Sjóvanlukka: 13 deyð uttanfyri Nicaragua

24/1/2016

Comments

 
Billede
Ein syrgilig vanlukka ígjár hevur kravt 13 mannalív. Vanlukkan hendi uttan Nicaragua, tá ið eitt ferðamannaskip sakk við 32 ferðamannafólkið umborð. 

Ferðamannaskipið hevði ikki lurta eftir Sjótænastuni, sum annars boðaðu teimum frá, at tey ikki máttu til Karibiska Havið - tí roknast kundi við einum ógvusligum stormi - men skiparin lurtaði ikki eftir og fór avstað álíkavæl, sum førdi við sær - at skipið sakk og 13 menniskjur úr Kosta Rika lótu lív.

JáH (y) 24.01.2016
Kelda: Reuters

Comments

Myndir og nøvn frá prógvhandan í Sjónámi í dag, fríggjadagin 22. januar 2016

22/1/2016

Comments

 
Billede
Nøvn til skipatstøðaraflokkin
​

Aftara rað f.v.: Ragnar Ludvig, deildarleiðari, Walter Eysturdal Nysted, Klaksvík, Jákup Debes Joensen, Hoyvík, Bogi Sørensen, Porkeri, Jonn Lydersen, Miðvági, Fríði Potts, Norðskála, Sørin Kallsgarð Sørensen, Viðareiði og Ásmund Sverri Gaardlykke, Glyvrar.
Fremra rað f.v.: Rúni Hansen, Fuglafirði, Ari Eyðunsson Thorsvig, Hoyvík, Hallgrím Gregersen Hansen, Gøtu, Jóhannes Simonsen, Hvannasund og Magnus Michalsen, Norðdepli. Regin Sivertsen vantar á myndini.
 
Jonn Lydersen og Sørin Kallsgarð Sørensen fingu virðisløn fyri góð avrik frá Bank Nordik og Eik Banka.
Billede
Nøvn til skiparaflokkin

Aftara rað f.v.: Ragnar Ludvig, deildarleiðari, Egil Leivsgarð, Klaksvík, Páll Holm, Rituvík, Tórður Tummasson Lervig, Klaksvík og Pauli Jacobsen, Sørvági.
Fremra rað f.v.: Jørleif Fornagarð, Fuglafirði, Hermóður Urbanus Olsen, Klaksvík, Eli Frederiksberg, Nes og Jacob Justinussen, Leirvík.
​
Egil Leivgarð og Pauli Jacobsen fingu virðisløn frá JFK og Norðoya Sparikassa fyri góð avrik. Egil Leivsgarð fekk harumframt virðisløn frá Skipara- og Navigatørfelganum fyri framúr avrik.

​Kelda: Sjónám
Comments

Tíðindaskriv frá føroyska og íslendska Fiskimálaráðnum

21/1/2016

Comments

 
Billede
Høgni Hoydal, landsstýrismaður Føroya í fiskivinnumálum, og Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimála- og landbúnaðarráðharri Íslands, komu í samráðingum hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku ásamt um føroyskan fiskiskap í íslendskum sjógvi í 2016 og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Føroysk skip kunnu í 2016 fiska somu heildarkvotu av botnfiski í íslendskum sjógvi, sum er 5.600 tons. Tó verður føroyska toskakvotan 1.900 tons ímóti 1.375 tons í 2015. Loyvda veiðan av brosmu verður 650 tons ímóti 750 tonsum í ár.

Semja var um, at føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5% av heildarkvotuni, tó avmarkað til í mesta lagi 30.000 tons. Avmarkingarnar at virka lodnu til matna umborð og at landa til matna til føroysk virki standa við. Sammett við undanfarin ár verður føroyskum skipum nú eins og íslendskum loyvt eisini at fiska lodnu við flótitroli.

Ongar broytingar vórðu gjørdar í fiskimøguleikunum hjá íslendskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi. Íslendsk skip kunnu í 2016 eins og árini framman undan fiska 1.300 tons av makreli og 2.000 tons av aðrari sild enn norðhavssild í føroyskum sjógvi.

Hildið verður fram við at loyva sínámillum atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum av egnum kvotum.

Ráðharrarnir vóru samdir um at styrkja samstarvið millum fiskiveiðieftirlitini hjá báðum londunum, harímillum at gera eina avtalu um talgildar veiðifráboðanir og um neyvari samstarv um skráseting av veiðihagtølum.

Eisini vóru ráðharrarnir samdir um at fara undir eitt felags arbeiði at greina viðurskifti í samstarvinum landanna millum innan fiskiveiði við atliti at ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum. Partur av hesum arbeiðinum verður at viðgera avmarkingarnar at virka og avreiða lodnu til matna.

Í samráð við grønlendskar myndugleikar verða stig tikin til í komandi ári at hava ein felags fund millum fiskimálaráðharrarnar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi at umrøða áhugamál landanna innan fiskiveiði í Norðuratlantshavi. Ráðharrarnir ásannaðu, at øll trý londini eisini í hesum høpi hava grundleggjandi felags áhugamál.

Ráðharrarnir fegnaðust um tann góða hugburðin á fundinum at finna loysnir til frama fyri samstarvinum millum Føroyar og Ísland. Hetta gevur góðar vónir um, at samvinnan landanna millum komandi árini fer at mennast báðum til frama.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fegnast um avtaluna. Toskakvotan undir Íslandi hækkar við 525 tonsum, og týðandi og ítøkilig stig eru tikin til at loysa tey mál, ið hava verið millum Føroyar og Ísland í fiskivinnusamstarvinum seinastu árini.

JáH (y) 21.01.2016
Kelda: Fiskimálaráðið

Comments

Ågot á veg inn til Saint Pierre

20/1/2016

Comments

 
Billede© Símun í Vátutoft
Sum Norðoya Portalur skilur á lagnum, so er lagið gott umborð á Ågot, sum er á veg inn í Saint Pierre.

Les eisini: Sjaskveður á Flemish Cap

Hóast teir hava havt eitt sindur av trupuleikum við frystiorkuni, so hava teir megna tað teir skuldu og eru also á veg inn og skula landa í Saint Pierre. Á myndini sæst manning umborð á Ågot, sum er í ferð við at skaffa. Vælgagnist, dreingir og góðan túr víðari, tit.

JáH (y) 20.01.2016

Comments

Sjaskveður á Flemish Cap

17/1/2016

Comments

 
Billede© Eyðstein Poulsen
Sum skilst av lagnum, so gongur tað bara heilt væl hjá línuskipinum Ågot. Tað hevur tó verið sjaskveður í nátt, men nú er veðrið við at batna.

Ågot hevur havt eitt sindur av trupuleikum við frystiorkuni og tískil so hava teir ligið um 10 tons um dagin, ímeðan hini skipini hava ligið ímillum
17 - 22 tons.

Ågot vónar at frystiorkar fer at laga seg til aftur, so at teir aftur fara at liggja um tey 13 - 14 tonsini um dagin.

Fýra línuskip eru á Flemish Cap, Ågot, Klakkur, Kambur og Eivind, Harafturat er trolarin Ran á Flemish Cap. Hann fiskar svartkalva. Føroyska toskakvotan á Flemish Cap er 3.114 tons í ár. Línuskipini eiga 2.336 tons og trolarar sleppa at fiska 778 tons.

Vit á Norðoya Portali fara at ynskja øllum skipum á Flemish Cap ein skjótan & góðan fiskiskap og má Harrin vera hjá tykkum øllum umborð.

JáH (y) 16.01.2016

Comments

100 skip liggja bert í umferð í Noregi

7/1/2016

Comments

 
Billede
Í Noregi er standurin ikki ov góður og hevur oljukreppan eisini rakt Noregi hart. Áleið 100 norsk skip liggja nú í umferð og tað er also 15 % av tí norska flótanum.

Serliga stendur ringt til hjá Solstad Offshore, sum hevur heili 12 skip liggjandi, skrivar maritime.no.

Nógvir føroyingar hava eisini merkt til oljukreppuna og eru tískil komnir aftur til Føroya lands, at finna sær arbeiði og tað er jú eisini ein trupuleiki, tí her eru (nærum) ongin arbeiðir eftir at fáa ..!

JáH (y) 07.01.2016 

Comments

El Niño : Kann vera gott fyri fiskivinnuna í Føroyum!

2/1/2016

Comments

 
Billede
Yvirflóð í Danmark og Amerika - stormar kring knøttin, yvirheitt og allar møguligar katastrofur koma, tá ið vit tosað um veðurlags-broyting kallað fyri: El Niño.

Les eisini: El Nino veðrið: Líka ringt sum í 1998 !!!

Men tað kann eisini vera soleiðis, at fiskurin kemur aftur til okkara sjóøkið og at vit fara at síggja somu mong av fiski, sum vit sóu í 1997/98.

Fleiri sjómenn hava skrivað viðmerkingar til greinina, sum vit høvdu á Norðoya Portali um El Niño og vilja teir also vera við, at henda sjálvsama broyting av veðurlaginum fer at føra við sær, at vit fara at fáa massar av fiski í 2016.

JáH (y) 02.01.2015 

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.