NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

ANRU hevði 7.000 pund í dag

30/12/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt eystanfyri í nátt.

Teir settu 40 stampar og fingu 7.000 pund.

Ein stórur partur av veiðuni, umleið 5.500 pund var toskur, restin, 1.500 pund, var í stóran mun hýsa.

Tveir mans vóru við ANRU hendan túrðin, og teir siga frá, at veðrið var stak vánaligt.

ANRU hevur landað í Hvannasundi klokkan 14 í dag og veiðan er seld til Fofish.

Vit ynskja skipara og manning eitt gott nýggjár.

SáH

Comments

Búgvin landaði í dag 20.000 pund

27/12/2019

Comments

 
Billede
Ikki eru tað nógvir bátar sum landa ímillum jól og nýggjár, men onkur eru teir. Í dag landaði trolbáturin Búgvin 20.000 pund. Teir høvdu trola á Skeiva Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 20.012 pund, tað mesta var havtaska, 18.000 pund og restin annað fiskaslag, sjá herundir.

Teir byrjaði túr tann 20. desember.

Landa bleiv til NFCS.

Vit ynskja skipara og manning eini Gleðilig jól.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS-27-12-2019   10.006

Comments

Fiskivinnan fingið tryggar karmar

23/12/2019

Comments

 
Billede
Frá 1. januar 2020 verða karmarnir hjá føroysku fiskivinnuni munandi styrktir. Nýggja lógin um sjófeingi gevur vinnuni brúksloyvir við 12 ára uppsagnartíð, og uppboðssølan er strikað.

Í samgonguskjalinum í september setti samgongan sær fyri at menna eina fiskivinnunýskipan, ið elvir til búskaparliga, vinnuliga, lívfrøðiliga og umhvørvisliga burðardygd, og sum hevur við sær mest møguliga virðisøking og menning í Føroyum. Hetta skuldi m.a. gerast við at strika uppboðssøluna av fiskirættindum, leingja gildistíðina á loyvum og at leggja menningarkvoturnar um til varandi loyvir.

Samgongan hevur hildið síni lyfti. Løgtingið hevur nú samtykt nýggja lóg um sjófeingi, sum kemur í gildi á nýggjárinum.

Long loyvi tryggja og stimbra
Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru, at vinnan nú fær brúksrættindi til loyvini í 12 ár. Hetta stimbrar undir nýíløgur og menning, tí ætlanirnar nú kunnu hvíla yvir longri áramál.

Uppboðssølan verður strikað. Tey, ið hava keypt rættindi á uppboðssølu, kunnu leggja síni loyvi um til long brúksrættindi, soleiðis at hesi eisini kunnu gerast trygt grundarlag undir langtíðarætlanum.

Menningarkvoturnar kunnu somuleiðis leggjast um til longri loyvi, um tær eru virðisskapandi og burðardyggar. Harumframt skal ein skipan við vinnuligum royndum og royndarfiskiskapi mennast.

Frí umsetiligheit
Fiskidagaskipanin heldur fram. Nýggja lógin tryggjar eisini, at skipanin við fiskidøgum og kvotuskipanirnar í størsta mun verða skipað sum frítt umsetilig rættindi.

Fría umsetiligheitin tryggjar, at rættindini verða skipað um tey fiskifør og feløg, sum í størsta mun kunnu skapa størsta virðisvøksturin. Rættvísa býtið av virðisvøkstrinum verður framt við grundarlagi í eini tilfeingisskattalóg, sum verður løgd fyri tingið, og so haraftrat skatti av endaligari sølu av veiðiloyvum.

Samgongan hevur við nýggju lógini um sjófeingi givið vinnuni sterkar og tryggar karmar og hevur samstundis tryggjað, at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Við hesi skipanini kann vinnan skapa størsta møguliga virðisvøksturin, sum verður hóskandi býttur millum vinnugeira og landsbúskap.

Fiskimálaráðið

Jacob Vestergaard

Billede
Billede
Comments

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild ásettar fyri 2020

23/12/2019

Comments

 
Billede
​Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2020.

Føroyska kvotan av svartkjafti fyri 2020 verður 412.697 tons samsvarandi einum føroyskum luti á 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 1.069.163 tons, eftir at NEAFC loyvda veiða á 92.452 tons var drigin frá mest loyvdu veiðu (MLV) á 1.161.615 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 24. oktober 2019, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2020.

Føroyska kvotan av norðhavssild fyri 2020 verður 115.893 tons samsvarandi einum føroyskum luti á 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu (MLV) á 525.594 tons, sum strandarlondini samtyktu í London 24. oktober 2019, sambært langtíðar umsitingarætlanini og ICES ráðgevingini fyri 2020.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti og norðhavssild í 2020 verður skipaður í kunngerðum og verða tær lýstar í næstu framtíð.

Fiskimálaráðið

Comments

Klakkur komin aftur av seinasta túrinum við 250 tonsum

19/12/2019

Comments

 
Billede
Klakkur kom aftur kl. 07:22 í morgun. Teir hava roynt við línu í Íslandi.

Teir hava 250 tons nú teir eru komnir til Klaksvíkar og landa verður til Kósina.

Hetta er seinasti túrurin hjá Klakki, ímillum jól og nýggjár verður farið eftir nýggja Klakki, so hetta er eitt søguligt filmsklipp.

Klakkur byrjaði túr tann 8. november.

Vónandi verður Klakkur verandi í Klaksvík, leysasøgur ganga, at møguliga onkur í Klaksvík keypir gamla Klakk, so lat okkum vóna tað.

Vit ynskja skipara og manning eini Gleðilig jól og takka fyri teirra ískoyti til føroyska samfelagið og nevnast skal, at Klakkur hevur fleiri ferðir verið besti línubátur í Føroyum, bæði í virðið og veiðu.

Vinarlig heilsan

Símun á Høvdanum

Comments

Norðsøki kom aftur klokkan 5 við 7.000 pundum

19/12/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 5 í morgun kom Norðsøki aftur av útróðrið, teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu 7.000 pund og settið teir 30 stampar.

Væntandi var hetta seinasti túrurin áðrenn jól og ynskja vit skipara og manning Gleðilig jól.

Vinarlig heilsan

Símun á Høvdanum.

Comments

​Fiskaklettur kom aftur klokkan 06:18 við 9.500 pundum

19/12/2019

Comments

 
Billede
​Klokkan 06:18 í morgun kom Fiskaklettur aftur. Teir høvdu trola á Skeiva Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.300 pund, tað mesta havstaska, 9.000 pund havtaska, 200 pund longa og 100 pund upsi.

Fiskaklettur byrjaði túr tann 17. desember, so hetta var ein sera stuttur túrur.

Landa verður til NFCS klokkan 08:00.

Vit ynskja skipara og manning eini Gleðilig jól.

Vinarlig heilsan

Símun á Høvdanum.

Comments

​ANRU hevði 8.000 pund í dag

18/12/2019

Comments

 
Billede
ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt.

Teir settu 35 stampar og fingu 8.000 pund.

Ein stórur partur av veiðuni, umleið 5.200 pund var toskur, testin, 2.800 pund var í stóran mun hýsa.

ANRU hevur landað í Leirvík á middegi í dag og veiðan er seld til Fofish.

SáH

Comments

Búgvin júst komin aftur við 30.000 pundum

18/12/2019

Comments

 
BilledeBúgvin, mynd tikin tann 18.12.2019 klokkan 11:30
​Búgvin er júst afturkomin til Klaksvíkar. Teir hava trola á Skeiva Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 29.112 pund, tað mesta havtaska, 24.600 pund og restin annað fiksaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 12. desember og væntandi er hetta seinasti túrur áðrenn jól.

Landa blívur nú til NFCS.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )
NFCS-18-12-2019   14.556

Billede
Comments

Norðsøki bestir í dag, heili 13.500 pund

18/12/2019

Comments

 
Billede
orðsøki kom aftur nú klokkan 11:00. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan var boðin út til Fiskamarkanðin Føroyar og høvdu teir 13.230 pund, tað mesta hýsa og toskur, 10.200 pund hýsa, 2.900 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Norðsøki var eisini til útróðrar ígjár og tá høvdu teir eisini ein góðan túr, 11.350 pund.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-17-12-2019   5.675
NORÐSØKI – ( KG 538 )NFCS-18-12-2019   6.615

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.