Gadus hevur umleið 700 tons í lastini og nærkast fulla last sum er áleið 750 tons.
Teir fóru túr tann 20. januar og hava teir roynt í norskum sjógvi.
Hesin túrurin er munandi betri enn seinastu túrurin, tá høvdu teir bert 380 tons, tann túrurin vardi frá 31. oktober og til miðjan januar.
Væntandi verður lastin full í hesari vikuni um alt gongur gott og so verður sett beina kós á Klaksvík.
Vit ynskja skipara og manning góðan fiskiskap víðari.
SáH