NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroyar, ES og Noreg longt Makrelsemjuna til 31. desember 2020

29/11/2018

Comments

 
Billede
​Eftir drúgvar samráðingar og fimm samráðingarumfør, sum hava verið í London, Clonakilty og Bergen hava Føroyar, ES og Noreg í dag undir føroyskum formansskapi og leiðslu gjørt semju í Bergen um at leingja Makrelsemjuna til 31. desember 2020.

Makrelsemjan frá 12. mars 2014, sum nú er longd til 31. desember 2020, stóð til at fara úr gildi 31. desember 2018.

Á samráðingarumfarinum í Bergen í dag samdust Føroyar, ES og Noreg harumframt um at áseta eina mest loyvdu veiðu (MLV) fyri 2019 uppá 653.438 tons. ICES ráðgevingin fyri 2019 er 318.403 tons.

Føroyska makrelkvotan fyri 2019 verður sostatt 82.339 tons sambært býtinum, sum er ásett í Makrelsemjuni frá 12. mars 2014.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sigur, at Føroyar, ES og Noreg hava víst í verki, at tey ætla at halda fram við býtinum í Makrelsemjuni frá 2014, har makrelfiskiskapurin verður skipaður á einum burðardyggum grundarlagi í einum rættvísum býti.

Tær tríggjar semjurnar um leinging, umsitingarátøk fyri 2019 heruppií MLV og tvíliðaða semjan millum Føroyar og Noreg um atgongd at veiða makrel hvør hjá øðrum kunnu heintast niðanfyri.

Semja um leinging.
Semja um umsitingarátøk fyri 2019.
Semja millum Føroyar og Noreg um atgongd.

JáH (y) 29.11.2018
Kelda: Fiskimálaráðið

Comments

Semja millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið

29/11/2018

Comments

 
Billede
Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um navigatørar við Magnus Heinason fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Eftirlønin hækkar fyrra ári frá 9,6 % til 12 % og seinna ári frá 12 % til
14 %.

Lønin hækkar 0,38 % tann 1. oktober 2017 og aftur 0,9 % tann 1. oktober 2018.

Semjan byggir sostatt á ein karm á 2,3 % fyrra ári og 2,5 % seinna ári.

Partarnir eru samdir um, at kemur nýtt ella annað skip inn fyri Magnus Heinason í sáttmálaskeiðnum, taka partarnir upp nýggjar samráðingar, tó uttan at seta stríðsstig í verk.

Leinki til semju

​
JáH (y) 29.11.2018
Kelda: Fíggjarmálaráðið

Comments

Ein triðingur meira avreitt av toski higartil í ár

21/11/2018

Comments

 
Billede
Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu tíggju mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.

Les meira HER

JáH (y) 21.11.2018
Kelda: Hagstovan


Comments

Sjóvinnudagur í Kongshøll

16/11/2018

Comments

 
Billede
Í gjár skipaði Uttanríkis- og vinnumálaráðið saman við Reiðarafelagnum fyri Handilsskip fyri sjóvinnudegi í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Endamálið við degnum var at savna tey, sum á ymsan hátt varða av sjóvinnu í Føroyum til sínámillum kunning og orðaskifti um, hvussu sjóvinnugeirin kann mennast enn meira.

“Mín visión er, at vit skulu vinna Føroyum sæti sum heimsins fremsta sjóvinnutjóð og gerast ein maritimur tænstu- og vitnanardepil, sum heimurin framhaldandi setur í sambandi við dygd og trygd,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í røðu síni.

Hann legði dent á, at seinni árini eru fleiri átøk sett í verk fyri at styrkja um kappingarførið hjá Føroyum sum sjóvinnutjóð, teirra millumlóggávudagføringar og miðvís marknaðarføring av FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini. Samstundis eru onnur átøk á veg, til dømis limaskapur í Paris Mou, sum er eitt formligt samstarv millum flaggstatir í Europa, sum setir trygd og umhvørvi í fremstu røð, og tí styrkir um ímyndina av FAS og Føroyum sum undangonguland á sjóvinnuøkinum.

Umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið greiddi frá høvuðsniðurstøðunum í Sjóvinnupolitikkinum frá 2017, Hans Johannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum,  legði fram um FAS og Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, vísti á bæði møguleikar og avbjóðingar hjá føroysku sjóvinnuni.

Eisini Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og umboð fyri Fíggjarmálaráðið greiddu frá átøkum á ávikavist útbúgvingar- og skattaøkinum, umframt at formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, Ólavur Gunnarsson, eisini tók lut.

JáH (y) 16.11.2018
Kelda: UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐIÐ

Comments

​SAMGONGAN ER KOLASVØRT?

15/11/2018

Comments

 
Billede
​SAMGONGAN ER KOLASVØRT💣

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vil hava føroyingar at bjálva meira, men eingin samgonga hevur økt Co2 útlátið so nógv, sum júst samgongan, Bjørt Samuelsen er partur av!

Tak feskasta dømi: Arctic Voyager, ið hevur fiskað menningarkvotur fyri tríggjar ymiskar aktørar, mátti landa í trimum virkjum í farnu viku.

Øll vita, at Arctic Voyager er eitt tað mest dálkandi skipið í føroyska flotanum.

Um vit so høvdu bjálvað øll húsini í Føroyum, høvdu tey ikki dálkað eins nógv og Arctic Voyger í farnu viku.

Ímynda tær so, hvussu nógv skipið dálkar uppá eitt ár!

Hetta er veruleikin í dag. Hetta er syndarliga avleiðingin av nýggja fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni. Størsti taparin er ikki reiðarin.

Størsti taparin er ogn føroya fólks: umhvørvið!

Hanus Samró Fólkaflokkurin

Comments

Moody's: Kvotaskipan ja-lig fyri kreditvirðið

12/11/2018

Comments

 
Billede
Moody’s hevur hugt eftir nýggju fiskivinnulóggávuni.
Niðurstøðan hjá Moody’s er at fiskivinnurnýskipanin gevur landsstýrinum tey røttu amboðini til at tryggja eina burðadygga fiskivinnu, sum er sera týðandi fyri Føroyar, samstundis sum nýskipanin breiðkar um inntøkugrundarlagið

Nærri kunning fæst her:

Tíðindaskriv frá Landsbanka Føroya
Frágreiðingin frá Moody's

JáH (y) 12.11.2018
Kelda: Fíggjarmálaráðið

Comments

Gadus er farin at sigla heim

10/11/2018

Comments

 
Billede
​Seint í gjárskvøldið fór Gadus at sigla heim, teir hava umleið 500 tons av flaki.

Teir fóru til fiskiskap tann 29. august og hava teir roynt fyri tað mesta í russiskum sjógvi hesaferð.

Væntandi vera teir á Klaksvík mikudagin ella hósdagin.

Ólavur Biskopstø er skipari hendan túrin.

​Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.
SáH

Comments

Bragd rokast fyri tíðina

5/11/2018

Comments

 
Billede
Var á kajuni, tá ið teir landaði til N.F.C.S. ídag kl. 15.30 og var gott lag á monnum.

Tveir teir síðstu túrarnar hava teir fiska 24.000 pund og tað er sera gott. Fríggjadagin landaðu teir 13.238 pund og ídag landaðu teir 10.900 pund við 50 stampum. Tað mesta  var toskur og hýsa og segði skiparin, at slagið var gott.

Sera hugaligt, at útróðrarbátarnir nú aftur fáa fisk og tað trongdi til eftir nógv sløk ár.

SáH

Comments

Stóra havið er okkum bæði frændi og fíggindi.

1/11/2018

Comments

 
Billede
Stóra havið er okkum bæði frændi og fíggindi.

Løgmaður hevur alla halganna dag flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólatnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:  

Góðan dagin.

Dagurin í dag, 1. november, er allahalgannadagur. Dagurin, tá vit minnast tey, sum farin eru á sjónum.

Hesin dagurin hevur alstóran týdning fyri okkum føroyingar.

Føroyar liggja mitt í norðuratlantshavi. Av somu orsøk kenna vit ikki nógv til kríggj ella vápnað stríð við onnur fólk ella onnur lond um landamørk. Spurningar um mørk og yvirvaldsrætt loysa vit við samrøðum og samráðingum.

Men Føroyar eiga tó ein annan granna, sum umgirðir allar oyggjar okkara. Talan er sjálvandi um havið, sum sanniliga er okkum ein góður tænari, men sum ikki altíð er ein tespiligur harri.

Havið gevur, og havið tekur.

Stødd mitt í norðuratlantshavi vita vit, at hetta stóra havið viðhvørt er okkum bæði frændi og fíggindi.

Tíbetur eiga vit eina so góða og vælvirkandi tilbúgving, at sum oftast berast boð aftur í bý, tá illa vil til á sjónum.

Men enn sum áður vita vit, at hóast neyðugt er við góðum sjómansskapi, og at vitanin hjá okkara sjófólki man teljast millum tær fremstu, so er tað ikki vandaleyst at leggja út á hav.

Teir gomlu settust við árarnar og sungu ein sálm til hin Alvalda, við tí sannroynd, at onkur var størri enn teir í tí stóra skapanarverkinum. Náttúrukreftirnar vóru ikki at spæla við.

Christian Matras yrkir soleiðis um “Illveður, tá skipini eru farin”:

Rótan í havi, brimar við land,

óløgi vaksa í hvørjum,

og dunið gongur sum náttarskrímsl

gjøgnum dreymar í øllum Føroyum. 

Jú, óttin um teir, sum hava loyst frá landi, man mangan hava verið stórur. Teir mongu málningarnir hjá eitt nú listamanninum Mikines lýsa so væl huglagið, tá konan við børnunum stendur og bíðar í óvissuni uppi á landi.

Christian Matras heldur fram við at siga hetta so væl:

So gongur dunið um dagar

og nætur, til frætt er frá teim,

um teir eru slopnir við lívinum.

- ella koma ongantíð heim.

november er einasti almenni minningardagur í Føroyum, sum er staðfestur av Føroya løgtingi við lóg í 1949.
Ofta hevur verið sagt, at ivaleyst hevði verið rætt við fleiri minningardøgum. Eitt nú fyri kvinnur, ið eru deyðar í barsilssong, ella onnur, ið hava sett lívið til fyri føroyska samfelagið. Og rætt er tað. Vit hava tørv á at minnast, og aðrir minningardagar verða hildnir, eitt nú fyri deyð pinkubørn.

Minningardagur teirra sjólátnu er til minnis um tey, sum mistu lívið aloftast í strevinum at vinna hesum landi førning. Men allahalgannadagur er eisini til minnis um tey – aloftast kvinnur og børn -  sum eftir sótu, og sum syrgdu fyri at føra landið fram á leið. Sjálvt um tey høvdu mist. Sjálvt um lítil og eingin vón var at hóma.

Allahalgannadagur er frá gamlari tíð dagurin, tá fólk mintust tey farnu. Longu í aðru øld varð borið so í bandi at minnast øll halgimenni, og umleið ár 1000 varð 2. november róptur “alla sálna dagur” – dagurin tá øll, sum farin vóru, fingu sín minningardag.

Føroyingar hava tó gjøgnum øldirnar mist sera nógv fólk á sjónum. Serliga seinni veraldarbardagi kravdi sítt. Longu í 1942 varð byrjað í Havnar kirkju at hava serligar minningarguðstænastur fyri teimum, ið farin vóru á sjónum undir krígnum.

Árið eftir í 1943 vóru nøvnini á 60 monnum lisin upp. Hetta mundi eisini gera sítt til, at Løgtingið gjørdi av at gera tann aldargamla minningardagin allahalgannadag til minningardag teirra sjólátnu.

Men bæði fyri og eftir kríggið hava føroyingar sannað, at havið er vandaleið at ferðast á.                                   

Í ár eru 90 ár liðin síðani ta óhugnaligu vanlukkuna umboð á “Acorn”, tá sjey mans doyðu av eldi umborð. 4 av teimum sjey, sum doyðu, vóru gjáarmenn, og í bókini hjá Óla Jacobsen, “Havið tók teir”, verður greitt frá, at vanlukkan rakti so meint, at ongantíð varð tosað um hana norðuri við Gjógv.

Í hálvt triðja samdøgur stríddust menn at vinna upp land fyri at fáa sínar skipsfelagar undir læknahond, tí allir doyðu ikki beinanvegin.

Í fyrstu syftu vóru seks av teimum sjey jarðaðir frá Dómkirkjuni í Reykjavík, og ein teirra doyði seinni.                                       

Teir, ið komu frá vanlukkuni við lívinum, vóru eisini í eini svárari støðu, tí lítið nyttaði at fara heim til Føroya. Teir vóru framvegis noyddir at vinna sær eina inntøku og fara ein túr aftur til skips, so íslendingar mannaðu Acorn fyri teir, sum høvdu latið lív.

Tíbetur er okkara samfelag við undirstøðukervi og vælferðartænastum nógv batnað síðan 1928, tá Acorn varð rakt av vanlukku.

Men enn kann havið raka okkum meint. Í ár fara vit eisini um 20 ára hvarvið fyri minnið um Sjóborgina av Strondum, sum ikki kom afturíaftur í 1998. Umborð vóru 5 mans, og tey flestu av okkum, sum eru komin eitt sindur til árs, munnu minnast hesa syrgiligu hending.

Aftur í ár eru vit komin saman allahalgannadag fyri at minnast tey, ið lótu lív sítt á sjónum. Hóast menniskjan ger framstig innan samferðslu, trygd og vitan á sjónum, so eru grundkorini enn tey somu. “Havdýpið ikki á bjálkum er bygt!”, kvøður Mikkjal á Ryggi í sálminum “Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur”.

Grundtreytirnar eru enn fyri okkum føroyingar, at vit liggja mitt í havinum. Hetta kann hava sínar fyrimunir, tá talan er um at verja fólk, mál og mentan. Havið er ríkt og skapar nógv virði og framleiðslu, og havið er eisini ein farleið út í heim.

Men enn sum áður kann havið taka. Taka okkara dýrasta tilfeingi, sum er okkara fólk. Vit koma saman í dag fyri at stuðla, fyri at minnast, og fyri at vísa samanhald. Kærleikin til tey deyðu endar ikki við gravarbakkan. Heldur ikki, tá talan er um tey, sum fingu eina váta grøv. Vit syrgja, tí vit hava elskað. Vit lýsa tí okkara samkenslu við tykkum, sum hava mist og lýsa Guðs frið yvir minni um tey, sum sjólátin eru.

Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Saman drýpa við høvur í sorg.

Síðan allahalgannadag í fjør er hesin føroyingur deyður á sjónum:

Jákup Marnar Klein, Klaksvík, doyði 27. februar 2018 umborð á Topas Amani í Nigeria, 62 ára gamal.

Friður veri við minni hansara.

Kelda: www.lms.fo

​SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.