NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Feskar nýggjheitir frá Fiskiveiðueftirlitinum!

16/12/2015

Comments

 
Billede
Viðvíkjandi elektroniskari veiðifráboðan, tá ið fiskað verður sambært sáttmálum við onnur lond.

Viðvíkjandi elektroniskari veiðifráboðan, tá ið fiskað verður sambært sáttmálum við onnur lond.


Í londunum uttanum okkum hevur elektronisk veiðifráboðan verið brúkt í fleiri ár. Tað hevur kortini ikki verið álagt føroyskum skipum, at senda elektroniskar veiðifráboðanir til myndugleikar í øðrum londum. 

Vit hava síðan á vári 2014, fingið áheitanir frá øðrum myndugleikum, at byrja fyrireiking av samstarvi um elektroniskar veiðifráboðanir. Fundir hava verið millum føroyskar myndugleikar og aðrar partar um hesi viðurskifti.

Í fiskirættindasáttmálanum millum Føroyar og Noreg er ásett, at skipini hjá báðum pørtum skulu vera før fyri, at senda elektroniskar veiðifráboðanir, í seinasta lagi 1. juli 2016. Avtalað er eisini, at royndir skulu gerast partanna millum so skjótt sum gjørligt.

Í royndartíðini skulu norsk skip senda til føroyskar myndugleikar og føroysk skip til norskar myndugleikar.

Í fiskirættindasáttmálanum við ES er ásett, at føroysk skip, ið eftir 1. januar 2017, ætla sær at reka fiskiskap í ES sjógvi, skulu vera før fyri, at senda elektroniskar veiðifráboðanir til ES, eftir tí leisti ið avtalaður er partanna millum. Somuleiðis skulu ES skip vera før fyri at senda elektroniskar veiðifráboðanir til føroyskar myndugleikar, um tey ætla sær, at reka fiskiskap í føroyskum sjógvi í 2017.

Ísland og Grønland eru eisini áhugað, at samráðast við føroyskar myndugleikar um hesi viðurskifti í 2016. 

Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, skulu tit seta tykkum í samband við Vørn á telefon 311065 og spyrja eftir Martin Kruse.

​Kelda: Fiskiveiðueftirlitið 16.12.2015

Billede
Bráðfeingisveiðibann fyri trol í vestara kanti av Munkagrunninum frá 14. til 28. desember 2015

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994, ásetir Vørn Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingisveiðibann fyri trol í vestara kanti av Munkagrunninum.




Á hesi leið


1. 6055N – 0707W
2. 6055N – 0650W
3. 6045N – 0643W
4. 6045N – 0701W
5. 6055N – 0707W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 14. desember 2015 klokkan 15:00 til 28. desember 2015 klokkan 15:00.​

Billede
Bráðfeingis veiðibann fyri trol vestur úr Mikinesi 13. til 27. desember 2015

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994, ásetir Vørn Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri trol vestur úr Mikinesi.




​Á hesi leið

1. 6157N – 0816W
2. 6150N – 0840W
3. 6212N – 0846W
4. 6212N – 0819W
5. 6157N – 0816W

Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 13. december 2015 klokkan 21:00 til 27. desember 2015 klokkan 21:00.

​Kelda: 
Fiskiveiðueftirlitið 16.12.2015

Comments

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi

11/12/2015

Comments

 
Billede
Føroyar og Noreg hava í dag skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2016 eftir samráðingar í Tórshavn tann 11. og 12. desember. Avtalan er at kalla á sama støði sum í fjør viðvíkjandi býti av kvotum, men tó er sínámillum atgongdin avmarkað nakað.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.121 tons av toski, 900 tons av hýsu, 800 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi. Harumframt fáa føroysk skip atgongd at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni við Russland, í norskum sjógvi. Toskakvotan við Svalbard verður 1.822 umframt 443 tons av øðrum fiskasløgum, og hon er óbroytt. Eisini er føroyskum skipum loyvt at fiska sína makrelkvotu í økinum við Jan Mayen.

Norsk skip fáa í 2016 loyvi at fiska 2.000 tons av longu og blálongu, 1.700 tons av brosmu, 567 tons av upsa og 800 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi. Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi uppá 4.369 tons. Harumframt fáa norsk skip atgongd at fiska 34.800 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2016.

Mynd: Andras Kristiansen, samráðingarleiðari fyri Føroyar, og Ann-Kristin Westberg, samráðingarleiðari fyri Noreg. Myndin er tikin, eftir at avtalan varð undirskrivað fyrrapartin fríggjadagin 11. desember.

Fiskamálaráðið 11.12.2015


Comments

Hvør er besti skiparin í Føroyum ?!?

11/12/2015

Comments

 
Billede
Ja, nú tað stundar til Jóla - so vilja vit á Norðoya Portali gjarna heiðra besta skiparan í Føroyum. Skiparin hevur ein sera týðandi leiklut umborð á einum skipi og tað vilja vit við hesari grein vísa okkara virðing fyri ...

Um eg skuldi bestemma sjálvur - so hevði eg ikki ivast eina løtu og valt Kára Petersen til Føroya besta skipara. Og grundgevingin er sera einkul - tí her varð ein maður, sum altíð dugdi at finna besta fiskimið og so varð hann so blíður & týður og skemtingarsamur, sum ein kundi vera. Kári Petersen er skipari nú við Atlantsfarinum, men um tíðarskeiði eg sigldi við Næraberg (2010-2011) varð hann skipari, og altíð ein maður, sum eg fari at síggja upp til - og vil eg gjarna nýta høvið at takka tær fyri tíðina umborð har, Kári.

Men hvør heldur tú er Føroya besti skipari ..? Skrivi niðanfyri hvønn skipara tú dámar/dámdi best at sigla undir og gjarna eisini hví - tú júst hevur valt viðkomandi skipara og eisini send honum/henni eina tøkk, um tú so ynskir.

Vit á Norðoya Portali fara við hesum, at ynskja skiparum við manningum eini Gleðilig Jól og eitt eydnuberandi Nýttár.

JáH (y) 11.12.2015

Comments

Føroyar og ES gjørt avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2016

11/12/2015

Comments

 
Billede
Eftir samráðingar í Keypmannahavn 7. og 8. desember hava Føroyar og ES undirritað avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2016. Avtalan líkist avtalunum árini frammanundan, tó við broytingum av botnfiskakvotum hjá ES í føroyskum sjógvi og føroysku ídnaðarfiskakvotunum í ES sjógvi, umframt broytingum hjá báðum pørtum, ið eru tengdar at broytingunum í lívfrøðiligu tilmælunum um fiskiskap eftir uppsjóvar­fiska­sløgunum í 2016.

Føroyar fáa í 2016 sum nakað nýtt aftur møguleika at fiska brisling í ES sjógvi. Kvotan verður 5.500 tons.

Kvotan hjá ES í føroyskum sjógvi av kongafiski fer úr 1.100 tonsum niður í 500 tons og kvotan av flatfiski úr 300 niður í 100 tons. Samstundis fer kvotan hjá ES av blálongu og longu úr 1.500 tonsum upp í 2.100 tons.

Sínámillum atgongdin at fiska makrel lækkar við 15 prosentum samsvarandi lækkingini í heildarkvotuni. Føroyar kunnu í 2016 fiska 32.446 tons tons av makreli í ES sjógvi.

Sínámillum atgongdin at fiska svartkjaft í økinum hjá hvørjum øðrum verður broytt samsvarandi tilmælinum frá ICES um áseting av heildarveiðuni av svartkjafti í 2016. Føroysk skip kunnu í 2016 fiska 21.500 tons av føroysku kvotuni í ES sjógvi. Harumframt fáa Føroyar tillutað 9.000 tons av kvotu frá ES, so samlaða føroyska svartkjaftakvotan í ES sjógvi í 2016 verður 30.500 tons.

Atgongdin hjá ES at fiska norðhavssild í føroyskum sjógvi lækkar úr 9.000 tonsum niður í 6.000 tons.

Avtalað varð, at fiskiveiðieftirlitini hjá báðum pørtum framhaldandi skulu samstarva um at menna skipanir í samband við fráboðanir um fiskiskap.

Kelda: Fiskimálaráðið 10-12-2015

Comments

Føroyar og Grønland gjørt víðkaða avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2016

5/12/2015

Comments

 
Picture
Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2016.

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, og ynski hevur verið at menna samstarvið á fiskivinnuøkinum landanna millum. Í avtaluni fyri 2016 eru stig tikin til hetta, tí talan er um eina væl størri avtalu enn undanfarin ár.

Broytingarnar í 2016 í mun til 2015 eru, at føroysk skip fáa størri kvotur av botnfiski í grønlendskum sjógvi, ímeðan grønlendsk skip fáa størri møguleika at veiða norðhavssild í føroyskum sjógvi, umframt at Grønland fær kvotu av svartkjafti frá Føroyum.

Føroyskum skipum verður loyvt at fiska 825 tons av toski við Eysturgrønland og 475 tons av brosmu. Talan er um eina øking á 470 tons av toski og 475 tons av brosmu.

Harumframt fáa Føroyar eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons.

Føroysku svartkalvakvoturnar við Eystur- og Vesturgrønland verða ávikavist 275 og 100 tons. Hetta eru somu kvotur sum í 2015.

Grønlendskum skipum verður loyvt at fiska 2.500 tons av sild, sum er ein øking á 400 tons, og 8.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi. Grønland fær harumframt atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi.

Føroyar og Grønland samstarva um limaskapin, sum londini hava í altjóða fiskiveiðifelagsskapum, men londini eru samd um, at arbeitt eigur at verða fyri, at londini í framtíðini kunnu luttaka sum tveir sjálvstøðugir partar.

Í 2015 hevur nógv samstarv verið millum føroysk og grønlendsk útgerðarfeløg, og londini eru samd um áhaldandi at fremja slíkt samstarv.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vísir á, at við hesi avtaluni við Grønland verða møguleikarnir hjá serliga línuflotanum betraðir munandi.

“Vit hava sett okkum sum mál í býtisavtalum at økja um botnfiskakvoturnar fyri heimaflotan í fremmandum sjógvi – m.a. til tess at minka um trýstið á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Nýggja avtalan við Grønland er eitt stig í hesi ætlanini. Umframt at breiðka um vinnumøguleikarnar, leggur henda avtalan eisini lunnar undir framhaldandi at menna okkara samstarv sum heild við Grønland, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum."

Kelda: Fiskimálaráðið 04.12.2015

Comments

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2016

1/12/2015

Comments

 
Picture
Føroyar og Russland skrivaðu fríggjadagin 27. november undir fiskiveiðiavtalu fyri 2016, eftir at samráðingar høvdu verið í døgunum 26. og 27. november í Tórshavn. Hetta var 39. fundur í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini.

Søguliga hevur mynstrið verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi. Avtalan fyri 2016 er einki undantak í so máta.

Bert smávegis broytingar eru í mun til avtaluna fyri 2015. Hýsukvotan til føroysk skip í russiskum sjógvi hækkar við 200 tonsum, og russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 1.000 tonsum. Aðrar kvotur verða óbroyttar í mun til kvoturnar í 2015.

Avtalan ber í sær, at Føroyar fáa 19.500 tons av toski og 2.000 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2016 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.

Russland fær hinvegin 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2016, umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild samanlagt. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi umvegis NEAFC samtykt, í føroyskum sjógvi í 2016.

Fiskimálaráðið 30.11.2015

Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.