NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Fiskaklettur landar júst nú 19.180 pund til NFCS

28/3/2019

Comments

 
Billede
Fiskaklettur, sum byrjaði túr tann 26. mars er longu komin innaftur til Klaksvíkar og landar hann júst nú 19.180 pund til NFCS, sjá søluna herundir.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur.

Fiskaklettur trolaði norðan fyri Føroyar.

SáH

Billede
Comments

​Fuglberg og Skoraberg landa 225.000 pund til Kósina

27/3/2019

Comments

 
Billede
Fuglberg og Skoraberg komu aftur í morgun kl. 04:00. Teir hava trola eystanfyri Føroyar.

Teir byrjaðu túr tann 15. mars og landa nú til Kósina í Klaksvík.

Tað mesta av veiðuni er upsi.

SáH

Comments

​Kvikk og Núpur landa til Kósina, Kvikk 80.000 pund og Núpur 125.000 pund

21/3/2019

Comments

 
Billede
Í nátt komu Kvikk og Núpur aftur til Klaksvíkar. Kvikk fór túr tann 12. mars og hava teir roynt norðan fyri Føroyar. teir hava 80.000 pund, tað mesta hjá teimum var toskur og hýsa.

Núpur fór túr tann 11. mars og hava teir roynt norð-eystanfyri fyriFøroyar, teir hava 125.000 pund, tað mesta hýsa og longa.

SáH

Comments

​Fiskaklettur landar júst nú 50.000 pund til NFCS

20/3/2019

Comments

 
Billede
Fiskaklettur, sum kom aftur tíðliga í morgun landar júst nú 49.570 pund til NFCS.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var havtaska, heilið 34.200 pund, so teir hava havt ein góðan túr. Sjá søluna herundir.

Fiskaklettur byrjaði túr fyri einari viku síðani tann 13. mars og hava teir fiska við troli norðanfyri og á Skeivabanka.

Her myndir tiknar í morgun.

SáH

Billede
Comments

​Næraberg, Christian í Grótinum og Jókin keypti svartkjaftin

19/3/2019

Comments

 
Billede
Uppboðssøla av rættindum at veiða 20.000 tons av svartkjafti, hevur verði ídag 19 mars 2019

Tal av keyparum, ið hava luttikið á uppboðnum: 6

Samlað upphædd, ið skal rindast: 8.000.000 kr

Hvørji feløg, ið hava keypt rættindi at veiða svartkjaft sæst herundir:

Næraberg 12.500 tons á 5.010.000,00 kr., miðalprísurin 0,40 oyrur
Jókin 2.000 tons á 770.000,00 kr., miðalprísurin 0,39 oyrur
Christian í Grótinum 5.500 tons á 2.220.000,00 kr., miðalprísurin 0,40 oyrur

Kelda: fmf.fo

Comments

Semja millum Føroyar og Ísland um fiskiveiðiavtalu fyri 2019 og 2020

18/3/2019

Comments

 
Billede
Høgni Hoydal, landsstýrismaður og íslendski fiskimálaráðharrin Kristján Þór Júlíusson samdust á fundi í Reykjavík fríggjadagin um eina tvey ára fiskiveiðiavtalu fyri árini 2019 og 2020 millum Føroyar og Ísland.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður var til ráðførslu í Uttanlandsnevnd Løgtingsins í morgun um semjuna.

Avtalan ber í sær, at føroysk skip eins og árini framman undan kunnu fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip í føroyskum sjógvi. Tó er tann broyting gjørd sammett við 2018, at Føroyar fáa upp til 30.000 tons av lodnu, um lodnukvota er ásett fyri íslendskan sjógv. Í 2108 var hámarkið fyri lodnukvotuna 25.000 tons. Føroyska botnfiskakvotan verður framhaldandi 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 650 tons av brosmu.

Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum; hetta er eisini óbroytt í mun til undanfarin ár.

Fiskimálaráðharrarnir samdust um at halda fram við samráðingunum um rammusáttmála landanna millum og í tí sambandi hvør at tilnevna serkøn at meta um virði á veiðu og atgongd, sum verður at nýta í sambandi við fiskiveiðiavtalu landanna millum. Hetta arbeiðið skal verða liðugt miðskeiðis í 2020.

Avtalan, sum er fyri tvey ár, gevur londunum umstøður at halda áfram við arbeiðinum at gera nýggjan rammusáttmála, samstundis sum tryggjað verður, at fiskiveiðisamstarvið landanna millum, ikki verður nervað.

“Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland er av týdningi fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina góða loysn, ið skapar støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, meðan samráðst verður víðari um nýggjan rammusáttmála”, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin hjá føroyskum skipum í íslendskum sjógvi, fer nú til hoyringar, og væntandi kunnu fyrstu loyvini til føroysk skip í íslendskum sjógvi útskrivast innan stutta tíð.

Kelda: fisk.fo

Comments

Stjørnan og Polarhav landa til Kósina

7/3/2019

Comments

 
Billede


Størnan og Polarhav eru komin inn og hava 230.000 pund, tað mesta upsi.

Teir byrjaði túr tann 26. februar og landa júst nú til Kósina.

Roynt var eystanfyri Føroyar.

SáH

Comments

Kvikk kom aftur klokkan 22:00 við 95.000 pundum

6/3/2019

Comments

 
Billede
Kvikk byrjaði túr tann 26. februar og hava teir roynt á Munkagrunninum, sostatt tók hesin túrurin 8 dagar.

Við túrurinum hesuferð vóru 13 mans.

Skipari hendan túrin var Mortan Jacobsen úr Haraldssundi.

Landa verður til Kósina í morgun og hevði Kvikk ein góðan túr, 95.000 pund, tað mesta toskur og hýsa.

SáH

Comments

​Fiskaklettur inn við 53.000 pundum av havtasku

6/3/2019

Comments

 
Billede
Fiskaklettur, sum hevur roynt á Skeiva Banka, hevur boðað frá landing í morgin.

Teir fóru túr tann 27. februar og hava havt góðan fiskiskap.

Veiðan er boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var hon 57.240 pund einamest havtaska. Landa verður til NFCS.

SáH

Comments

Dýrindalur landar 28.000 pund av havtasku til NFCS

3/3/2019

Comments

 
Billede
​Dýrindalur landar 28.000 pund av havtasku til NFCS

Klokkan 07:00 í morgun kom Dýrindal skúmandi inn eftir Vágni.

Teir hava verið á Skeiva Banka og roynt eftir havtasku.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og høvdu teir 30.440 pund og tað kann sigast at vera ein góðir túrur, tað mesta havtaska.

Teir byrjaði túr tann 27. februar og landa í løtuni til NFCS.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.