Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.620 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 600 pund hýsa og 20 pund upsi.
Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og við vóru tveir mans.
Tá Trúgvi í Vági var liðugur at landa fór ein av okkara útróðrarbátum til útróðar og tað var Stakkavík, mynd herundir.
SáH