NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar

5/7/2016

Comments

 
Billede
Í kvøld var framløga av bókini “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar” í Miðhøllini á Skúlatrøð, sum Óli Samró hevur skrivað eftir 25 ára eygleiðingar av, hvussu fiskivinnan er skrúvað saman í ymsum londum.
​

Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevnd býráðsins bjóðaði vælkomin og gav orðið til Óla Samróð, sum greiddi frá innihadinum í bókini. Eisini varð høvi at seta fram spurningar, og varð dúgliga spurt frá áhugaðu lurtarafjøldini, har m.a. eisini landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal hevði leitað sær til Klaskvíkar at lýða á.

Rithøvundurin skrivar m.a. “Fjølbroytt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Í Føroyum er orðingin: “... ogn Føroya fólks.” Í Norra: “... ligg til fellesskapet i Noreg”, í Íslandi: “...standi undir lífsafkomu og hagsæld þjóðarinnar”.

Í øllum londum eru stríðsmál millum samfelagsbólkar. Politisku og vinnuligu áhugamálini eru ymisk og stór. Nøkur halda, at kvotur eru besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaðin. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki”.

JáH (y) 05.07.2016
Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments
    Picture
    Billede
    Billede

    Arkiv

    December 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    January 2022
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    July 2018
    June 2018
    March 2017
    July 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    May 2015
    April 2015
    February 2015
    January 2015

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.