
Jens Leon hevði 38.398 pund í dag og høvdu teir trola á Íslandsrygginum og norðanfyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur og hýsa, eisini høvdu teir eitt sindur av tungu og reyðsprøku og so ein risa kalva sum vigaði heili 436 pund.
Jens Leon byrjaði túr tann 16. juni og við vóru fýra mans.
SáH