Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.650 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
Líðhamar kom aftur klokkan 16 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.650 pund, tað mesta var hýsa og toskur, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS. SáH Grønanes og Safir komu aftur av fiskileið beint áðrenn kl. 07 í morgun. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar. Fiskiskapurin hevur ikki verið av teimum bestu og landa teir júst nú til Kósina. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 101.400 pund, alt upsi. Teir byrjaði túr tann 10.06. SáH Í góðveðrinum í morgun komu Stjørnan og Polarhav aftur av fiskileið og løgdu at Kósabryggjuni kl. 05:30 í morgun. Teir byrjaði túr tann 12. juni og hava partrola við Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fsikamarknaðin Føroyar og landa bleiv til Kósina. Gullaksurin verður allur koyrdir til Tavuna í Lorvík til víðari viðgerðar. SáH Allir útróðrarbátarnir eru komnir aftur í dag. Stakkavík, Bjørgvin og Líðhamar komu allir aftur nú kl. 15.30 og landa til NFCS. Líðhamar hevur 12.370 pund, Stakkavík hevur 6.200 pund og Bjørgvin 5.000 pund, allar hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar og tað mesta av veiðuni var hýsa og toskur. Kallanes kom aftur beint áðrenn kl. 15 og teir høvdu 4.270 pund. Bragd kom aftur nú kl. 16:20 og teir høvdu 9.000 pund og teir fara eisini at landa til NFCS. SáH Seint í gjárskvøldið var Gadus við kontrolpunktið og løtu seinni setti teir kósina ímóti Klaksvík. Teir hava fult skip, umleið 750 tons av toskaflaki. Roynt hevur verið í Barentshavinum og við eru 32 mans, skipari hendan túrin er John Fuglø. Teir fóru avstað tann 30. apríl, sjá myndir herundir. Eisini tvær myndir frá Markus í Norðnastovu, sum hann tók í gjárskvøldið. Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu. SáH |
Arkiv
December 2022
|