Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og hava 9.850 pund, tað mesta hýsa og toskur.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa blívur júst nú til NFCS.
SáH
Líðhamar kom aftur kl. 11.00 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og hava 9.850 pund, tað mesta hýsa og toskur. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa blívur júst nú til NFCS. SáH Búgvin kom aftur til Klaksvíkar klokkan 05:00 í morgun. Teir hava trola á landleiðini/norðanfyri og byrjaði túr tann 08. juni. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 41.700 pund. Tað mesta er toskur, reyðsprøka, tuna og havtaska. Tað eru fýra mans við Búgvanum og skipari er Ísak Petersen. Landa verður nú klokkan 07:00 í morgun. SáH Polarhav og Stjørnan landaðu í dag 248 tons av gullaksi til Kósina. Teir byrjaðu túr tann 04. juni og hava partrola við Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til Kósina, gullaksurin ferð allur til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar. Polarhav og Stjørnan eru farin túr aftur. SáH Stakkavík, sum hevði roynt við línu vestanfyri Føroyar, kom aftur umleið kl. 15.00 í dag og høvdu teir 3.000 pund. 2.200 pund toskur og 800 pund hýsa. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS. Líðhamar kom nakað seinni til landi og høvdu teir havt ein góðan túr, teir høvdu 11.500 pund, tað mesta toskur og hýsa. Báðir bátarnir eru farnir til útróðrar aftur, so spennandi at vita, hvat teir fáa í morgin. SáH |
Arkiv
December 2022
|