NP
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel

14/10/2015

Kommentarer

 
Picture
Næstu tvær vikurnar fara strandarlond og eygleiðaralond at hittast til samráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel.
Byrjað verður í dag, tá ið strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg hittast í London til samráðingar um svartkjaft. Tað er Ísland, sum er formansland og hevur boðið strandarlondunum til samráðingarborðið. Grønland og Russland eru boðin við sum eygleiðaralond. Stóru málini á skránni til samráðingarnar um svartkjaft hesaferð eru at býta svartkjaftin av nýggjum millum strandarlondini, at umrøða eina langtíðar umsitingarstrategi fyri svartkjaftastovnin og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016.
Mikudagin 14. oktober hittast strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland til samráðingar um norðhavssild. Hesar samráðingar verða eisini í London og er tað Noreg, ið er formansland. Afturat strandarlondunum, hevur Noreg boðið Grønlandi við sum eygleiðaraland. Stóru málini á skránni í samráðingunum um norðhavssild eru at býta norðhavssildina av nýggjum millum strandarlondini og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016 innan fyri galdandi umsitingarstrategi.
Eftir at strandarlandasamráðingarnar um ávikavist svartkjaft og norðhavssild hesa vikuna eru av, verða strandarlandasamráðingar um makrel í Clonakilty vikuna eftir í døgunum 20. – 22. oktober. Tá hittast tey trý strandarlondini Føroyar, ES og Noreg, sum eru partar í makrelsemjuni frá 2014, við Føroyum sum formanslandi. Føroyar hava boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við sum eygleiðaralond. Stórmálið á skránni í hesum samráðingum er at samtykkja eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin og at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2016.
Í sambandi við strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft, norðhavssild og makrel, fara strandarlondini at viðgera tilmælini frá altjóða havrannsóknarstovninum ICES um teir tríggjar stovnarnar. Hesi tilmælini vóru kunngjørd síðst í september mánaða og er tað greitt, at tilmælini um svartkjaft og makrel fyri 2016 lækka nakað í mun til tilmælini fyri 2015, meðan tilmælið um norðhavssild fyri 2016 afturímóti hækkar nakað.
Í føroysku sendinevndini eru umframt føroyska samráðingartoymið, Vørn, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag umboðað.

JáH (y) 14.10.2015
Kelda: Fiskimálaráðið

Kommentarer
    Billede

    Arkiv

    December 2019
    November 2019
    Oktober 2019
    September 2019
    August 2019
    Juli 2019
    Juni 2019
    Maj 2019
    April 2019
    Marts 2019
    Februar 2019
    Januar 2019
    December 2018
    November 2018
    Oktober 2018
    September 2018
    Juli 2018
    Juni 2018
    Marts 2017
    Juli 2016
    Marts 2016
    Februar 2016
    Januar 2016
    December 2015
    November 2015
    Oktober 2015
    Maj 2015
    April 2015
    Februar 2015
    Januar 2015

    RSS-feed

Styret af Opret din egen unikke hjemmeside med skabelonerm du kan skræddersy.
  • Heim
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Myndir
    • Myndir
  • Politikkur
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Tónleikur
  • Vinna
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim