Í góðveðrinum í morgun kom Stakkavík aftur av útróðri.
Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.214 pund á 29 stampum, helvt um helvt toskur og hýsa. 3000 pund toskur, 3.120 pund hýsa og restin annað fiskaslag.
Landa bleiv til NFCS.
SáH