
Teir hava fullað last, 760 tons, so teir eru fullir upp undir lúkurnar og nakað væl afturat. Tað mesta er flak.
Teir fóru túr tann 20. januar og hava roynt í norskum sjógvi.
Væntandi tekur heimreisan góðar 4-5 dagar, so teir vera á Klaksvík mikudagin ella hósdagin í komandi viku.
Við eru 32 mans og skipari hendan túrin er Ólavur Biskopstø.
Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu.
SáH
Fiskaklettur júst komin aftur klokkan 08:00 tann 03. apríl 2021