Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.000 pund, alt var toskur.
Fríggjadagin tann 15. november hevði Varðin 700 pund og tá var eisini landa til NFCS.
SáH
Varðin bleiv landaður kl. 10 í morgun. Teir hava snellast og landa bleiv til NFCS. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.000 pund, alt var toskur. Fríggjadagin tann 15. november hevði Varðin 700 pund og tá var eisini landa til NFCS. SáH Klokkan 16:24 kom ANRU aftur av útróðrið í dag. Teir løgdu at við Fofish í Leirvík. ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt. Teir settu 35 stampar og fingu 7.500 pund. Meginparturin av veiðuni, umleið 6.000 pund var toskur, og restin hýsa. ANRU hevur avreitt í Leirvík fyrr í dag, og veiðan er seld til Fofish. Tríggir mans vóru við ANRU. Her nakrar myndir News.fo og Norðoya Portalurin tóku í dag, sjá niðanfyri og sjálvandi slapp sonurin hjá skiparnum við á myndina, nú hann tók ímóti pápa sínum. SáH Vørn skal boða frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur tikið avgerð um at broyta býtið av fiskidøgum millum bólk 5A og bólk 5B. Broytingin inniber, at bólkur 5A fær tillutað 55% av fiskidøgunum (4.884 fiskidagar), sum bólki 5 er tillutað undir einum sambært løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, samstundis sum bólkur 5B fær tillutað 45% av fiskidøgunum (3.996 fiskidagar) umframt teir 2.150 fiskidagarnar, ið vórðu lagdir afturat við broytingini av lógini um fyrisiting av sjófeingi í august í ár (tilsamans 6.146 fiskidagar). Broytingin merkir í stuttum, at 444 dagar verða fluttir úr bólki 5A til bólk 5B, og fráboðanin frá Vørn, um at fiskiskapurin í bólki 5B skal halda uppat tann 13. november 2019, kl. 24, verður hervið ógildað. Vørn skal vísa á, at ikki er neyðugt at søkja um nýtt fiskiloyvi. Kelda: Vørn SáH Pison kom aftur kl. 06.00 í morgun. Teir hava roynt við línu á Íslandsrygginum. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað mesta var toskur, 74.000 pund og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Pison byrjaði túr tann 07. november. Landa verður júst nú til Kósina. SáH PISON – ( KG 476 )KLAKSVÍKAR HAVN1914-11-2019 43.695 Norðsøki kom aftur til Klaksvíkar klokkan 16:20 í dag og høvdu teir 10.000 pund, tað mesta hýsa. Líðhamar hevði ein góðan túr og høvdu teir 15.270 pund. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta hýsa og toskur, 8.400 pund hýsa, 6.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Líðhamar landaði til Snarfrost í Miðvági. Bragd og Stakkavík hava ikki verið til útróðrar ídag. LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) (SNARFROST)13-11-2019 7.635 SáH Kvikk er afturkomin í nátt av góðum túri og høvdu teir 125.000 pund, longu klokkan 6 í morgun byrjaðu teir at landa hann. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Nakað av veiðuni er boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, tað var 61.236 pund, tað mesta hýsa, 56.520 pund hýsa, 4.600 pund havtaska og 116 pund hvítingur. Kvikk byrjaði túr tann 1. november. Landa verður til Kósina. SáH KVIKK – ( KG 477 )KLAKSVÍKAR HAVN 12-11-2019 30.618 Nakkur kom aftur av útróðrið klokkan 08:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu ímillum oyggjarnar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.700 pund, 3.200 pund toskur, 500 pund hýsa. Landa bleiv til NFCS. Nakkur var eisini til útróðrar leygardagin og tá hevði hann 2.868 pund. SáH |
Arkiv
December 2022
|