Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 11.500 pund, 8.000 pund toskur og rest hýsa.
Settir blivu 47 stampar, so hetta var ein rimmar túrur.
SáH
Klokkan er 14:00. Stakkavík er júst afturkomin av útróðri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 11.500 pund, 8.000 pund toskur og rest hýsa. Settir blivu 47 stampar, so hetta var ein rimmar túrur. SáH
Bragd kom beint í hølunum á Beintu og Stakkavík. Teir høvdu eisini roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.500 pund, tað mesta toskur. Teir settu 50 stampar og vóru teir bert tríggir við hendan túrin, skipari var Jóan Magnus Høgnesen. Her filmsklipp og myndir, sjá herundir. SáH
Stakkavík kom aftur kl. 14:00 í dag og høvdu teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.860 pund, tað mesta toskur og hýsa, 5.400 pund toskur, 4.400 hýsa og restin annað fiskaslag. Tríggir mans eru við Stakkavík og Andru Poulsen er skipari. Landa bleiv til NFCS. SáH STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-19-11-2019 4.930 Teir stóru útróðrarbátarnir hava rokast í nátt. Líðhamar, Bragd og Stakkavík hava allir roynt norðan fyri Føroyar og tann besti gjørdist Líðhamar, sum hevði góð 18.000 pund. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og hetta høvdu teir: Líðhamar 17.508 pund Bragd 13.180 pund Stakkavík 11.432 pund Líðhamar og Bragd koma aftur beint eftir kl. 11 og 20 min. aftaná kom Bragd, teir landaðu til NFCS, ímeðna Stakkavík hevur landa á Eiði. Tað mesta var toskur og hýsa, sjá søluna herundir. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-18-11-2019 8.754 STAKKAVÍK – ( KG 748 )EIÐIS HAVN-18-11-2019 5.716 BRAGD – ( KG 642 )NFCS-18-11-2019 6.590 |
Arkiv
December 2022
|