Teir høvdu roynt við línu og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya. Teir høvdu 8.016 pund, tað mesta toskur og hýsa, 4.500 pund tosk, 3.500 pund hýsa og 16 pund havtaska.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
Dalsenni kom aftur kl. 12.00 og høvdu teir ein góðan túr. Teir høvdu roynt við línu og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya. Teir høvdu 8.016 pund, tað mesta toskur og hýsa, 4.500 pund tosk, 3.500 pund hýsa og 16 pund havtaska. Landa bleiv til NFCS. SáH ANRU hevði verið til fiskiskap sunnudagin, av tí at verður srosøgnin fyri næstu dagarnar eru vánaligar. Teir valdu at fara til fiskiskap áðrenn vánaliga veðrið kom. Teir settu í stykkjum ymsa staðni eystaryfri, svarandi til 32 stampar og fingu góð 6.000 pund, har 65% var toskur og restin hýsa og annað fiskaslag. Tveir mans vóru við ANRU hendan túrin og landa bleiv í Hvannsundi. SáH Samráðingar hava í dag verið í London um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingerhavinum. Á fundinum vóru strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland umframt ES. Noreg og Russland, sum eisini vóru boðin við til fundin, møttu ikki upp. ES, Russland og Noreg verða boðin við til samráðingarnar, tí tey eisini fiska kongafisk í Irmingerhavinum. Kongafiskurin í Irmingerhavinum verður mettur at vera sera illa fyri. Tí hevur ICES seinastu árini mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur. Russland tekur ikki undir við vísindaligu ráðgevingini. Hetta hevur gjørt tað torført at fáa eina semju um at fylgja ráðunum frá ICES. Ístaðin hevur ein minni kvota verið sett, sum hevur verið lækkað ár undan ári. Ásetta kvotan í 2019 er 6.000 tons. Føroyski parturin er 404 tons. Á fundinum legði ICES fram ta vísindaligu ráðgevingina fyri komandi tvey árini 2020 og 2021. Eins og undanfarin ár verður mælt frá, at fiskiskapur verður loyvdur. Av tí, at Noreg og Russland ikki vóru á fundinum, var ikki grundarlag fyri neyvari viðgerð av møguligum umsitingartiltøkum í 2020, men londini á fundinum góvu teirra støðu til kennar. Viðgerðin heldur fram á ársfundinum hjá NEAFC, sum verður um hálvan november Tað er ikki á hvørjum degi, at útróðrarbátar frá Klaksvík landa til snarfrost í Miðvági, men tað gjørdi Líðhamar í gjár. Teir høvdu roynt við lín vestanfyri Føroyar og tá er tað minni sigling at landa í Miðvági enn at sigla heilt til Klaksvíkar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.288 pund, helvt um helt toskur og hýsa, 6.000 pund toskur, 6.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag. Teir komu aftur kl. 11:30 og fóru aftur til útróðrar seinnapartin og fiska nú vestanfyri. SáH Tað frættist seint í gjárskvøldið, at Gadus er farin at sigla heim. Hetta gjørdist ein skjótur túrur, teir fóru avstað tann 1. september og hava roynt við Svalbard. Teir hava umleið 300 tons inni og tískil væl frá fullari last. Sum frættist, so skal Gadus á bedning og nú fiskiskapurin ikki er so góðir fyri tíðina, bleiv avgjørt at sigla heim. Væntandi verður Gadus á Klaksvík týsdagin ella mikudagin. Skipari hendan túrin er John Fuglø. Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu. SáH ANRU fór seint til útróðrar í gjárskvøldið. Teir hava roynt norðan fyri Føroyar, men av tí at veðurforsøgnin fyri fríggjadagin er vánalig, valdu teir at gera tvær lítlar setur á einum og sama túri, tílsamans vóru 48 stampar settir. ANRU kom aftur sera seint á Hvannasund og var klokkan farin av 23:30 tá ið teir løgdu at kaj við 9.000 pundum av kruvdum fiski, sum er seldur til Fofish í Leirvík. Umleið 70% av veiðuni var toskur og restin hýsa. Tríggir mans eru við ANRU Í góðveðrinum í morgun kom Stakkavík aftur av útróðri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.214 pund á 29 stampum, helvt um helvt toskur og hýsa. 3000 pund toskur, 3.120 pund hýsa og restin annað fiskaslag. Landa bleiv til NFCS. SáH Pison er komin aftur til Klaksvíkar av góðum túri og landar hann júst nú 145.000 pund til Kósina. Teir byrjaði túr tann 3. oktober og hava teir roynt við línu vestanfyri Føroyar. Nakað av veiðini bleiv eisini boðin út til Fiskamarknaðin og tað var øll hýsan, teir høvdu 31.800 pund hýsa, restin var toskur og longa, umleið 75.000 pund av toski og rest longa. SáH |
Arkiv
December 2022
|