Teir settu 45 stampar og fingu 10.900 pund.
Umleið 6.400 pund av veiðuni var toskur, og restin, 4.500 pund, var hýsa.
ANRU hevur landað í Leirvík beint eftir middag í dag og veiðan er seld til Fofish.
SáH
ANRU hevur rokast norðanfyri í nátt og eru komnir aftur av góðum túri. Teir settu 45 stampar og fingu 10.900 pund. Umleið 6.400 pund av veiðuni var toskur, og restin, 4.500 pund, var hýsa. ANRU hevur landað í Leirvík beint eftir middag í dag og veiðan er seld til Fofish. SáH Stakkavík hevur rokast í nátt og í morgun og nú klokkan er 13.05 komu teir skúmandi inn eftir Vágni, sjá filmsklipp herundir. Stakkavík var bestir í dag. Teir hava rokast sunnanfyri-Eystanfyri og hava heili 14.000 pund. Tað mesta var toskur og hýsa, 7.000 pund toskur, 6.200 pund hýsa og restin annað fiskaslag. Landa blívur til NFCS júst nú. SáH Bjørgvin kom eisini tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.080 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 2.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:30. SáH BJØRGVIN - ( KG 503 )NFCS-22-01-2020 2.540 Líðhamar og Norðsøki er komnir aftur av útróðrið og hava teir havt gott fiskarí í nátt. Líðhamar hevur roynt eystanfyri Føroyar og Norðsøki norðan fyri Føroyar. Veiðan er boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir Líðhamar 13.400 pund og Norðsøki 11.230 pund, tað mesta hýsa og toskur, sjá sølurnar herundir. Landa blívur júst nú til NFCS. Her filmsklipp av tá ið teir komu aftur. SáH LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-22-01-2020 6.700 NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-22-01-2020 5.615 Skýlisklettur kom aftur klokkan 04:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu sunnafyri. Settur vóru 17 stampar og høvdu teir 3.500 pund. Landa verður til NFCS tá ið teir lata upp. SáH SKÝLISKLETTUR - ( KG 706 )NFCS-22-01-2020 1.750 ANRU hevur rokast í nátt. ANRU hevur roynt norðanfyri í nátt ella í Djúpunum og túrurin gjørdist heilt góðir. Teir settu 38 stampar og fingu 10.000 pund. Stórsti parturin av veiðuni, 8.200 pund var toskur, og restin, 1.800 pund, var hýsa. ANRU hevur landað í Leirvík fyrrapartin og veiðan er seld til Fofish. SáH Mynd: Gundur Sørensen, takk fyri.
Líðhamar kom aftur av góðum túri klokkan 09:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu sunnafyri Borðoyanes.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.800 pund, tað mesta hýsa og toskur, 7.600 pund hýsa, 6.150 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 09:30. SáH LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-21-01-2020 6.900
Norðsøki kom aftur kl. 05:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri ella í Djúpunum.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.910 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.800 pund hýsa, 4.800 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun. Norðsøki var eisini til útróðrar leygardagin og tá høvdu teir 12.500 pund og landa bleiv ígjár til NFCS. SáH NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-21-01-2020 5.455 NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-21-01-2020 6.217 |
Arkiv
December 2022
|