Teir settu 20 stampar og fingu 6.800 pund.
Umleið 5.000 pund av veiðuni var toskur, og restin, 1.800 pund var hýsa.
ANRU landar í Leirvík í morgun og veiðan er seld til Fofish.
SáH
ANRU hevur roynt í Djúpinum í nátt og eru á veg til Lorvíkar. Teir settu 20 stampar og fingu 6.800 pund. Umleið 5.000 pund av veiðuni var toskur, og restin, 1.800 pund var hýsa. ANRU landar í Leirvík í morgun og veiðan er seld til Fofish. SáH Pison er eisini komin inn og teir høvdu 120.000 pund. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Pison hevði 120.000 pund og nakað av veiðini bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar, 72.040 pund, 47.760 pund hýsa, 20.000 pund longa, 2.480 brosma og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Pison byrjaði túr tann 15. januar og landa verður til Kósina í morgun. SáH PISON - ( KG 476 )KLAKSVÍKAR HAVN-24-01-2020 36.020 Í gjárskvøldið kom Kvikk aftur frá Íslandstúri við 110.000 pundum. Teir landa til Kósina í morgun. Tað mesta av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar 67.160 pund, 48.360 pund hýsa, 6.800 pund brosma og 12.000 pund longa. Restin toskur 42.840 pund. Teir byrjaði túr tann 15. januar. SáH KVIKK - ( KG 477 )KLAKSVÍKAR HAVN24-011-2020 33.580 Tríggir smábátar avreiddu í gjár. Teir høvdu allir roynt við línu. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir íalt 3.596 pund, 2.558 pund toskur, 1020 pund hýsa og restin annað fiskaslag. Landa bleiv til NFCS. SáH NESHAMAR – ( KG 512 )NFCS-22-01-2020 745 ØLDAN – ( KG 92 )NFCS-22-01-2020 492 SVARTBAKUR – ( KG 176 )NFCS-22-01-2020 561
Beint nú klokkan 09:00 kom Áargarðin inn eftir Vágni. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu 3.400 pund, 3.000 pund toskur og 400 pund hýsa. Landa blívur júst nú til NFCS. SáH ÁARGARÐUR 2 - ( FD1168 )NFCS-23-01-2020 1.700 Norðsøki kom aftur klokkan 06:00 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.150 pund, tað mesta hýsa og toskur, 5.000 pund hýsa, 3.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00. SáH NORÐSØKI - ( KG 538 )NFCS-23-01-2020 4.075 Bragd kom aftur klokkan 14.45 av góðum túri. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.090 pund á 50 stampum, tað mesta toskur og hýsa, 7.000 pund toskur, 5.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 15:30. SáH BRAGD - ( KG 642 )NFCS-22-01-2020 6.045 Dalsenni kom aftur klokkan 15:00 í dag og hava teir rokast. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.500 pund á 40 stampum. tað mesta var toskur og hýsa. Tríggir mans vóru við Dalsenni í nátt og dag. Landa bleiv til NFCS klokkan 15:30 og gott lag var á monnum. SáH |
Arkiv
December 2022
|