Sum tað sær út, so eru teir einasti útróðrarbátur, sum hevur verið til útróðrar í nátt, møguliga onkur annar hevur verið, men teir hava verið sera fáir.
Teir settu 36 stampar og fingu 8.500 pund.
Umleið 6.800 pund av veiðuni var toskur, og restin, 1.700 pund var hýsa.
ANRU landar í Leirvík í morgun og veiðan er seld til Fofish.
SáH