Teir høvdu sett 48 stampar og tað mesta var toskur.
Landa verður til NFCS tá ið teir lata upp.
Her filmsklipp herundir, tá ið Kallanes koma aftur beint eftir klokkan 6.
SáH
Beint eftir klokkan 5 í morgun kom Norðsøki inn eftir Vágni. Teir hava roynt við línu sunnanfyri. Teir høvdu sett 48 stampar og tað mesta var toskur. Landa verður til NFCS tá ið teir lata upp. Her filmsklipp herundir, tá ið Kallanes koma aftur beint eftir klokkan 6. SáH
Líðhamar fór til útróðrar kl. 16:35 í gjár og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar og í Djúpunum.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.750 pund, tað mesta toskur og hýsa, 5.500 pund toskur, 6.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Líðhamar hevur nú runda 10. millónir í avreiðingarvirðið og tað er einastandi og hart tiltrongd eftir nógv sløk ár. Líðhamar kom aftur klokkan 08:50 og landa bleiv til NFCS. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-05-12-2019 5.875
Stakkavík sum kom aftur av útróðrið í nátt hevur longu landa. Teir hava roynt við línu eystanfyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.900 pund, tað mesta var toskur, 4.200 pund og restin hýsa. Landa bleiv til NFCS. SáH STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-05-12-2019 2.375 Dýrindal kom aftur tíðliga í gjár og hevur landa 13.000 pund í morgun. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.010, tað mesta havtaska, 12.400 pund havstaska og restin annað fiskaslag. Hetta gjørdist ein stuttur túrur, teir byrjaði túr 29. november og eru longu komnir aftur. Landa bleiv til NFCS. SáH Líðhamar sum fór avstað kl. 15:15 í gjár og sum hevur roynt við línu norðan fyri Føroyar í illveðrinum í nátt, hevði gott fiskarí hóast vánaliga veðrið. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.866 pund, tað mesta hýsa og toskur, 7.400 pund hýsa, 5.458 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS klokkan 07:00 í morgun. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-04-12-2019 6.533 Búgvin kom aftur beint eftir miðnátt. Teir hava trola á Skeiva Banka. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 31.318 pund, tað mesta havtaska, 23.100 pund havstaska, 3.400 pund toskur, 2.500 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 25. november. Landa blívur júst nú til NFCS. SáH BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS-04-12-2019 15.659
Slætnatindur, sum er ein útróðrarbátur frá Fuglafirði kom á Klaksvík klokkan 09:15. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.860 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.700 pund toskur, 2.100 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS kl. 09:30. SáH SLÆTNATINDUR – ( FD1053 )NFCS-03-12-2019 2.930 Líðhamar og Stakkavík vóru tíðliga aftur frá útróðrinum í morgun. Báðir komu aftur klokkan 07:00 og Stakkavík landaði fyrst og umleið klokkan 08:00 landaðu teir Líðhamar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir, Líðhamar 14.300 pund og Stakkavík 10.088 pund, tað mesta var toskur og hýsa, sjá sølurnar herundir. Landa bleiv til NFCS. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-03-12-2019 7.150 STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-03-12-2019 5.044 Skýlisklettur og Kunoyarnes landaðu klokkan 08:00 í gjár. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur og hýsa, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS. KUNOYARNES – ( KG 323 )NFCS-02-12-2019 1.665 SKÝLISKLETTUR – ( KG 706 )NFCS-02-12-2019 2.320 Stakkavík og Dalsenni komu tíðliga aftur mánadagin. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur og hýsa, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS. SáH LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-02-12-2019 7.234 DALSENNI – ( KG 301 )NFCS-02-12-2019 1.530 STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-02-12-2019 3.275 |
Arkiv
December 2022
|