Teir fingu 6.800 pund, harav 3.000 pund av toski, 3.700 pund av hýsu og 100 pund av øðrum fiskasløgum.
ANRU landaði í Hvannasundi og veiðan varð seld til Fofish.
SáH
ANRU royndi norðanfyri í dag. Teir fingu 6.800 pund, harav 3.000 pund av toski, 3.700 pund av hýsu og 100 pund av øðrum fiskasløgum. ANRU landaði í Hvannasundi og veiðan varð seld til Fofish. SáH Norðsøki kom aftur klokkan 15:00 í dag. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðurin Føroyar og høvdu teir 4.640 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.000 pund, 600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv í Eiði. SáH NORÐSØKI - ( KG 538 )EIÐIS HAVN-06-10-2020 2.320 Líðhamar kom aftur klokkan 10:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu vestanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.108 pund, tað mesta hýsa og toskur, 8.300 pund hýsa, 2.000 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági. SáH LÍÐHAMAR - ( KG 602 )-(SNARFROST)-05-10-2020 5.554 Dalsenni kom aftur klokkan 11:30 í morgun. Teir hava roynt við línu norðanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.118 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.350 pund hýsa, 700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Landa bleiv til NFCS. SáH DALSENNI - ( KG 301 )NFCS-05-10-2020 2.559 Skoraberg og Fuglberg eru komnir aftur. Teir hava partrola eystanfyri. Teir høvdu 210.000 pund og meginparturin var upsi. Ein partur bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var hýsan, 11.160 pund, sjá søluna herundir. Teir byrjaði túr tann 25. september. Landa bleiv til Kósina og byrjaði teir at landa Skoraberg og Fuglberg í morgun. SáH FUGLBERG - ( KG 360 )KLAKSVÍKAR HAVN-05-10-2020 2.580 SKORABERG - ( KG 380 )KLAKSVÍKAR HAVN-05-10-2020 3.000 Líðhamar kom aftur klokkan 15:40. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.430 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 5.500 pund hýsa, 1.700 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Við vóru fýra mans og skipari var Petur J. Svøðstein. Líðhamar hevur landa 37.124 pund í hesari vikuni, sjá sølurnar herundir. Landa bleiv til NFCS. Myndir tiknar tann 01.10.2020, sjá myndirnar herundir. SáH LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-01-10-2020 3.715 LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-30-09-2020 4.779 LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-29-09-2020 4.918 LÍÐHAMAR - ( KG 602 )NFCS-28-09-2020 5.150 Pison er afturkomin. Teir hava roynt við línu norðanfyri Føroyar.
Teir høvdu 60.000 pund, tað mesta var hýsa og toskur. Fiskamarknaðurin Føroyar keypti hýsuna, 8.880 pund. Landa bleiv til Kósina og byrjaðu teir at landa Pison klokkan 06:00. Pison byrjaði túr tann 25. september. SáH PISON - ( KG 476 )KLAKSVÍKAR HAVN-02-10-2020 4.440 Núpur kom aftur til Klaksvíkar í gjár. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar. Núpur hevði 80.000 pund, tað mesta var hýsa og toskur. Meginparturin bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar 51.000 pund, 48.000 pund hýsa, 2.400 pund havstaska og 600 pund skøturavar, sjá søluna herundir. Núpur byrjaði túr tann 22. september. Landa bleiv til Kósina tann 01. oktober klokkan 13:00. SáH NÚPUR - ( KG 910 )KLAKSVÍKAR HAVN-01-10-2020 25.500 |
Arkiv
December 2022
|